Um land og hav
“Soleiðis skal orð mítt, ið fer av munni mínum fremja tað, sum eg sendi tað til.”
Jes. 55,11
Ein søga er søgd um ein prest, sum var biðin um at vitja eina konu, sum búði í einum stórum húsum, har nógvar íbúðir vóru. Hetta var í Nottingham í Onglandi. Hann fann hana lukkuliga, sjálvt um hon lá sjúk. Tað var stutt síðani, at hon var blivin ein kristin. Tá ið hann spurdi hana, hvar hon hevði hoyrt og lært um Jesus og kærleika hansara, rætti hon honum eitt skrætt petti burtur úr einum tíðindablaði, sum innihelt brot úr prædikuni hjá tí kenda evangelistinum Charles Spurgeon.
“Hetta er eitt amerikanskt blað,” segði prestur. “Hvussu fekst tú tað?”
Konan svaraði: “Tað var ballað rundan um ein pakka, sum ein vinur í Avstralia hevur sent mær.”
Prædikan, sum hon hevði lisið, var hildin í London og endurgivin í amerikanska tíðindablaðnum. Á ein ella annan hátt kom eitt eintak til Avstralia, har ein vinur hevði skrætt tað burturúr og brúkt tað sum hitt innara pappírið um ein pakka, sum skuldi verða sendur til Onglands, har – eftir at tað hevði ferðast so víða – bar frelsuboðini til eina sjúka konu!
Í 1870 hjálpti Guds prentaða orð einum kloddutum landastroki at finna Jesus. Hesin ungi maðurin gekk á vegnum í Michigan. Eitt summarkvøld steðgaði hann við ein bóndagarð og bað um mat og eitt stað at sova í. Hetta kristna húskið gav honum ein góðan nátturða, eina song, ein heitan morgunmat og ein matpakka at hava við sær víðari á ferðini. Landastrokið var rørdur av blíðskapi teirra. Beint, áðrenn hann fór, gav bóndakonan honum eina traktat. Hann takkaði henni og spurdi so: “Høvdu tygum havt nakað ímóti at skriva navn tygara upp á hetta pappírið? Tygum hava verið so blíð, so eg vil fegin minnast til tygara.” Hon skrivaði navn og bústað sín uppi yvir yvirskriftini á traktatini. Henda yvirskriftin hóskaði sera væl, tí hon bar heitið “Guds kærleiki til valtrandi børn síni.”
Landastrokið gekk bara nakrar fáar mánaðar afturat á vegunum, so gjørdi hann av at búseta seg í South Dakota. Endiliga fekk hann upp í lag at lesa traktatina, sum hann hevði havt í lummanum alla tíðina. Úrslitið varð, at hann gjørdist ein trúfastur kristin og ein elsti í tí lokalu kirkjuni. Hann giftist, og mong ár seinni hevði hann ta gleði at síggja son sín blíva eitt annaðslag av “landastroki”, við tað at hann bleiv trúboðari millum tey treingjandi fólkini á Suðurhavsoyggjunum.
Orð Guds vil fremja og útinna tað, sum hann hevur lovað. Tað fer ikki at venda aftur uttan úrslit. E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

