Eitt ár í Mongolia? Olofson-familjan søkir eftir volontøri
Seinastu árini hevur Olofson-familjan búð í Mongolia, send út hagar av Norsk Luthersk Misjonssamband (NLM) at vera trúboðarar. Tey søkja eftir einum volontøri í eitt ár, sum skal hjálpa danska læraranum at undirvísa børnunum á danska-føroyska-norska skúlanum í býnum Khovd.
Khovd liggur í Vesturmongolia, og hagar fluttu Julianna og Silas Olofson fyri kortum, saman við børnunum Silju, Carinu og Set. Frammanundan búðu tey í høvuðsstaðnum Ulaanbaatar. Børnini ganga sjálvandi í skúla, ávikavist í 8., 3. og 0. flokki.
En danskur lærari, Maiken Hadberg, stendur fyri frálæruni, og ætlanin er at fáa ein volontør afturat henni frá august næsta ár. Uppgávan hjá volontørinum er fyrst og fremst at arbeiða saman við læraranum. Harumframt fær volontørurin aðrar uppgávur í sambandi við arbeiðið hjá NLM og luthersku kirkjuni í býnum.
Umsóknarfreistin er longu mikudagin 27. november, men Silas fortelur okkum, at freistin kann toyggjast.
Nærri um førleikar, hvagar umsóknin skal sendast og annað, stendur at lesa í starvslýsingini frá NLM her.
NLM í Mongolia
NLM fór undir arbeiði sítt í Mongolia í 1994. Landið, sum liggur millum Russland og Kina, er í vídd tað 19. størsta landið í heiminum, men har búgva einans góðar tríggjar milliónir fólk. Einans góð 2 % av fólkinum eru kristin, og NLM arbeiðir millum annað við náa ein ónáddan fólkabólk í landinum. NLM hevur í ár seks vaksin fólk í Mongolia.