Langi fríggjadagur

”Og teir lata hann í eina skarlaksskikkju og flætta eina krúnu av tornum og seta niður á hann. ” og ”Og teir slógu hann í høvdið við einum sevleggi og spýttu á hann og fullu á knæ og tilbóðu hann. Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr skarlaksskikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði. Og teir fara út við honum at krossfesta hann. ”
Mark. 15,17 og 19-20

Summi ting eru góð og beisk um somu tíð. Summar fruktir kunnu um somu tíð vera súrar og søtar. Og hvussu við konuni, sum skal eiga. Hon merkir nógva pínu, og tó merkir hon gleði. Soleiðis kann ein menniskja merkja tvey mótsatt ting um somu tíð. Soleiðis við tí, sum hendi langa fríggjadag: fyri okkum var tað gott, men samstundis var tað ræðuligt.

Sum barn var eg altíð ógvuliga rørd í okkara lítlu reformertu, episkupalu kirkju, tá ið gudstænastan var langa fríggjadag. Tænastan var so álvarsom. Stundum var tann hvíti altardúkurin býttur við ein svartan. Sálmarnir vóru syrgnir og álvarsamir.

O, høvur sárt av sárum,
av stynnum tornum krýnt,
og tyngt av syndum várum
og fyri spott fram sýnt!
Tú skuldi verið tignað,
og ikki háað her,
tilbiðið ver og signað
o, honum heilsað ver!

Tað, sum eg allarbest minnist, var, tá ið vit fóru úr kirkjuni í tøgn. Tann dagin steðgaði ongin á til prát í forkirkjuni. Tað var tann eina dagin í kirkjuárinum, at meinigheitin als onga gleði sýndi í kirkjuni, men bara álvarsemi. Dagsins álvarsemi brendi seg inn í mítt barnasinni. Og tað eri eg fegin um. Gleðisfylt skriftstøð og sálmar hóska til páskadag, tá ið Kristus reis upp; men langa fríggjadag  eiga vit øll at minnast aftur á syndarinnar óndu, sundursorandi tyngd, sum Kristus tók við sær upp á krossin.

Royn í dag at hugsa um Golgata. Royn at hugsa um krossin. Royn at ímynda tær ta pínu, sum Frelsarin mátti ígjøgnum fyri at tryggja okkum møguleikan at syngja Gudi fagnaðarsong

Harri, lat meg ongantíð gloyma, hvat ið langi fríggjadagur kostaði tær.

Ja, jeg tror på korsets gåde,
gør det frelser af din nåde!
Stå mig bi, når fjenden frister,
ræk mig hånd, når øjet brister
Sig: Vi går til paradis.

Joni Eareckson Tada