Skírhósdag

»Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalambið við tykkum, áðrenn eg líði; ”
Luk.22,15

Skírhósdag minnast vit, at Jesus innsetti kvøldmáltíðina. Jesus byrjaði við orðunum:

Um vit onki annað høvdu vitað, so høvdu vit heldur havt gitt, at hann kvøldið fyri deyða sín hevði sagt nøkurlunda so: ”Eg havi sanniliga verið óttafullur, ja, mest at kalla ræðslusligin…”

Hvat var tað, Jesus longdist eftir? Honum longdist eftir tí, sum allur kærleiki tráar eftir – ikki minst hin ofrandi, stríðandi og líðandi kærleikin. Kærleikanum leingist eftir at sleppa at geva, honum leingist eftir tí løtuni, tá ið hann kann geva sínari elskaðu fruktirnar av sínum ofri, sínum stríði, sínari sjálvsavnoktan. Tað, sum kærleikin livir fyri og livir av teir mongu, longu tímarnar í stríðnum, tað er dreymurin um einaferð at kunna fara ímóti síni elskaðu og siga: ”Hygg, her eri eg – og alt, sum eg kann gera fyri teg, tað havi eg gjørt. Her er gáva mín, tak ímóti henni.”

Hetta er innihaldið í kvøldmáltíðini. Minst til tað næstu ferð, tú fert til altars.
Flemming Kofod-Svendsen
”Dansk Europamission”, Effie Campbell umsetti