Tveir einglar
„Harri, máttur mín og skjól mítt, vernd mín á neyðardegi.“
Jer. 16,19
Ein kona vitnaði niðri á Blákross kaféini: Vit vóru farin at ferðast til Danmarkar. So skuldu vit koyra við metroini. Dóttir okkara gongur fremst við ommubørnunum, so kemur maður mín, og eg gangi síðst, tí eg var so ring í knøunum. Tá ið eg eri komin yvir til metroina, klamsar hurðin í, og metroin fer í gongd beinanvegin, og har standi eg. Maður mín hevði taskuna hjá mær, og í henni lá fartelefonin, kredittkort, lyklar og annað.
Eg visti, at maður mín fór at koma aftur við næstu metroini, men eg kendi meg púra ráðaleysa og bangna, tí tú hoyrir so mangt, hvat ið henda kann niðri í metroini. Eg læt eyguni aftur og fór at biðja. Tá ið eg læt eyguni upp, stóðu tvey myrk, vøkur og smílandi konufólk framman fyri mær. Tær tosaðu enskt og søgdu: „Tú skalt ikki vera bangin. Vit skulu standa her hjá tær, til maður tín kemur aftur. Hann fer at koma!“ Eg eri ikki serliga køn í enskum, men eg skilti hvørt orð, tær søgdu.