At lesa í Bíbliuni saman við børnum

Sum pápi nú í trý og eitt hálvt ár – sum sjálvandi ikki er serliga leingi í mun til nógvar aðrar – so merki eg, hvussu torført tað kann vera at siga gleðiboðskapin fyri soninum. Hvørja tíð á degnum passar best, hvørjar bøkur kunna nýtast sum hjálp, og hvussu skal eg siga frá, so at hann lærir at kenna mun á deyðari religión og gleðiboðskapinum um Jesus?

Hesir og nógvir aðrir spurningar hava runnið ígjøgnum mínar tankar hesi árini. Og sjálvandi er avbjóðingin bara voksin við tíðini, so hvørt sum hann skilir meira og meira. Og einki er, sum avdúkar hyklið í mínum egna lívi, sum eyguni hjá soninum, tá ið hann sær og hoyrir meg stríða beinleiðis móti tí fullkomna faðirinum á himli. So meðan eg feili meg fram sum pápi, havi eg eisini bara hug at geva nøkur hugskot, sum eg havi roynt ella ætli mær at royna í framtíðini. Hvør háttur til sína tíð, kunnu vit siga.

So hvørt sum børnini mennast, er lívsneyðugt, at andaktslívið mennist. Eins og tað er við krúnprinsinum, sum verður føddur til at vera krúnprinsur. So má hann við tíðini eisini uppalast, so at hann veit, hvat tað inniber at vera krúnprinsur og taka yvir, tá ið kongur leggur frá sær. Á sama hátt í Guds ríki. Dópurin er inngongdin í Guds ríki. Men tann doypti má eisini uppalast sum eitt Guds barn.

LES EISINI  Kirkjur frá sær sjálvum eftir fleiri Bíblium

Tað finst ein ørgrynna av góðum bókum, sum kunnu hjálpa okkum. Til allar aldrar. Og á føroyskum vil eg nevna Meldurbíblian og Bíblia til øll børn og Nýggi Sáttmálin. Og ein góð hjálp til ung er KUMPAS.

Eitt boð, hvussu tað kann verða skipað

Men hvussu skulu vit skipa bíbliulesnaðin, ella nýtist tað at vera skipað? Vit kundu spurt sama spurning, tá tað kemur til likamligu føðina, og so síggja øll beinan vegin, at vit seta als ikki spurnartekin við máltíðir, tá ið tað ræður um børnini. Tað er ein sjálvfylgja, at tey eta rætt og sunt. Men eitt sterkt tekin um andaligt fráfall í samfelagnum er, at kristin foreldur ikki raðfesta bíbliulesnað saman við børnunum.

Her kemur so eitt boð uppá, hvussu vit kunnu skipa tað.

Ein einfald mannagongd í trimum stigum: Eygleiðing, tulking og nýtsla. Henda mannagongdin kann brúkast í øllum aldri og dugir til at lata upp bíbliutekstin; og tað besta við henni er, at hon kann vaksa við einum inn í vaksnan aldur. Saman við børnunum kann man gera tekin til hvørt stigið.

Eygleiðing. Vit seta okkum við eini útgávu av Bíbliuni, sum passar til aldurin á barninum, og byrja at lesa. Tá kunnu vit gera ein kikara við fingrunum og kika eftir, hvat ið teksturin sigur. Vit kunnu spyrja, hvør, hvønn, hvat, hvar og nær-spurningar. Tí hesir spurningar eru við til at lata tekstin upp. Hesir eygleiðandi spurningarnir læra børnini at geva sær stundir at leggja merki til sjálvan tekstin.

LES EISINI  Nýggi Sáttmálin verður endurskoðaður, og øll kunnu gera viðmerkingar

Tulking. Vit gera tekin við hondunum og vísa, at vit eru spyrjandi við at yppa øksl og vísa lógvarnar. Svarini, vit fingu í fyrsta stigi, leiða okkum víðari, og nú kunnu vit seta hví-spurningar. Eru tað orð, sum tú ikki skilur? Hvat heldur tú hetta ella hatta merkir? Og tá ið vit hava leitað eina løtu, kunnu vit spyrja, hvat ið hesin teksturin sigur okkum um Gud, Jesus ella Heilaga Andan. Um teksturin vísir okkum nakað, sum Gud hevur gjørt fyri okkum? Við tíðini læra børnini av sær sjálvum at spæla detektivar og seta teir viðkomandi spurningarnar.

Nýtsla. Vit gera tekin, við at leggja hondina á hjartað. Her vísa vit, at tað, ið vit vita, skal broyta okkum. Og broytingin kemur innan úr hjartanum. Hetta seinasta kann vera torført fyri smá børn, og svarini eru sjálvandi ymisk frá tannáringum til tey smáu. Og her er ein góður møguleiki hjá vaksnum at siga frá, hvussu gleðiboðskapurin um Jesus broytir okkum.

Eitt dømi: Matteus 8,1-3. Við at eygleiða síggja vit, at Jesus kom oman av einum fjalli, og nógv fylgdu honum. Tá møtti Jesus einum spitalskum, sum legði seg á knæ og bað Jesus grøða seg. Jesus nam við hann og segði: Ver frískur. Og hann varð frískur.

LES EISINI  Messiasprofetiini

Við at tulka kunnu vit spyrja, hvat spitalskur merkir. Hví hann legði seg á knæ? Og hví Jesus nam við hann? Her kann vera gott hjá tí vaksna at sláa upp í eini studiebíbliu, um man hevur gloymt, hvat spitalskasjúka er.

Tá ið vit so koma til at nýta tekstin, kunnu vit fortelja, at tað stóra í hesum tekstinum er, at Jesus møtti tí spitalska og nam við hann. Tí øll onnur ræddust tann spitalska og vildu ikki røra við hann. Jesus rørdi við hann og grøddi hann. Vit eru kanska sjúk ella kenna onnur sjúk, sum vit kunnu biðja fyri. Men hóast vit ikki eru sjúk likamliga, so er ein sjúka, sum øll menniskju hava. Tað er syndin. Tað skeiva, vit gera, siga og hugsa. Eisini vit hava tørv á at møta Jesusi, so hann kann fyrigeva okkum. Eisini okkum vil Jesus røra við, hóast vit í dag ikki síggja tað. Men vit kunnu trúgva tí.

Uttan mun til, hvørja mannagongd tú nýtir, so hava vit foreldur ábyrgdina av, at okkara børn hoyra gleðiboðskapin. Tí trúgvin kemur av tí, sum verður hoyrt um Jesus. Og tá ið vit gera tað regluliga við bíbliulesnaði, so bjóða vit børnunum við í lívið saman við Gudi í hansara orði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina