Augsburgska trúarjáttanin II: Syndin
Hvønn leygardag næstu tíðina gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Onnur grein í røðini snýr seg um “arvasyndina”.
“Somuleiðis læra tey, at eftir Ádams fall verða øll menniskju, ið gitin eru á natúrligan hátt, fødd við synd. Tað merkir: uttan gudsótta, uttan álit á Gud og við girnd. Henda arvaliga sjúka ella hetta arvaliga brek er av sonnum synd, sum framvegis fordømir og veldur teimum ævigan deyða, sum ikki verða endurfødd við dópi og heilagum anda” (Brot úr 2. grein: Um arvasyndina).
Um vit fylgja við í tíðindunum, síggja vit nógvan ræðuleika úti í heimi: Kríggj, yvirgang, kvinnuhandil og so framvegis, men eisini um vit fylgja við teimum heimligu tíðindunum, síggja vit grundleggjandi sama trupulleikan. Fólk slatra og baktala, menniskju nokta at fyrigeva, fólk eru ótrúgv, og vit kundu hildið á…
Aftanfyri hetta spøkir ein syrgiligur sannleiki: Menniskjan er fallin burtur frá Gudi og livir undir valdinum hjá syndini.
Tíbetur er hetta ikki alt, sum er at siga um heimin! Her finst eisini gott! Her er eisini gleði og kærleiki. Men líðingin, plágan og syndin hevur alt sín uppruna í okkara fráfalli frá okkara skapara.
Frá móðurlívi
Jesaja profeteraði um Ísrael, at hon er ”…framúr ótrúgv og frá móðurlívi hevur verið nevnd ’hin trúleysa’” (Jes 48,8). Ógvuliga hørð orð frá Harrans profeti. Átti hann ikki heldur at sagt, at Ísrael var framúr ótrúgv frá ungdómi sínum? Nei, Jesaja sigur, sum tað er – nevniliga at syndin er so álvarsom, at hon rakar øll menniskju – bæði smá og stór, rík og fátøk.
Vit kenna kanska til eina líknandi orðing frá Dávid kongi, tá ið hann játtar sína synd fyri Gudi: “Sí, í misgerð eri eg føddur, í synd hevur móðir mín meg gitið” (Sl 51,7). Syndin er ein plága, sum øll menniskju muga bera uppá heilt frá barnaárum – ja, heilt frá móðurlívi. Ikki so at hvørt einasta smábarn er ein lítil Hitler. Men hvørt einasta menniskja er í sínum útgangsstøði sum Ádam, fallin burtur frá Gudi.
Eg hoyrdi einaferð um ein vælmeinandi trúgvandi persón, sum vitnaði í einum skúlaflokki um sína trúgv. Tá kom hann inn á syndina og segði, at øll menniskju eru ónd – eisini smábørnini. Hetta undraðust næmingarnir nógv um, og ein av teimum kom nøkur ár seinni og tosaði við meg um hetta.
Tá mátti eg vísa honum á, at munur er at vera ein syndari, sum er fallin burtur frá Gudi, og so at vera óndur í samfelagsviðurskiftum.
Ein stórur munur er á, at vera óndur reint menniskjaliga, og so at vera óndur fyri Gudi. Væl kunnu menniskju vera góð, reint samfelagsliga. Tey kunnu vera rættvís, stríðast fyri betri korum í heiminum og so framvegis. Men fyri Gudi eru øll menniskju syndarar, við tað at vit eiga part í syndini, sum fekk deyðan inn í heimin. So tá tað kemur til fallið, tá er tað rætt, at eisini børnini eiga part í arvasyndini, um vit vilja tað ella ei.
Ræðuligi arvurin
Paulus slær tað fast, sum vit longu vita frá Dávidi og Jesaja, at “…øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður” (Róm 3,23). Men Paulus heldur áfram og vísir samanhangin millum Ádams fall og okkara synd. Hann vísir á í Rómverjabrævinum kapittul 5 og fyrra Korintbrævi kapittul 15, at við Ádami kom bæði syndin og deyðin inn í heimin til øll menniskju, tí, sigur hann, at vit øll syndaðu. Tað er altso ikki nóg mikið, bara at geva Ádami og Evu skyldina fyri allan óndskap í heiminum; vit eiga sjálv part í ábyrgdini. Møguliga er hetta ikki nakar lætt atkomuligur kunnleiki, men soleiðis lærir Bíblian okkum tað. Ádam og Eva syndaðu sum tey fyrstu; men vit eiga øll part í syndafallinum vegna okkum sjálv – vegna okkara egnu synd.
Vit eru ikki øll Osama Bin Laden ella Judas; men sami syndigi upprunin er í okkum, sum eisini er í teirra brósti.
Vit eru ikki øll Heródes ella Hitler; men girndin, sum fekk teir at føra sín óndskap út, býr eisini í okkara hjørtum.
Tað er ymiskt, hvussu vit synda, og kanska eisini hvussu nógv og illa vit synda; men grundleggjandi eru vit øll syndarar, sum ikki eiga Guds heiður, og sum tí, í okkum sjálvum, eru glatað.
Gud hevur síðsta orðið
Syndin er álvarsom og ræðulig; men hon fær hvørki fyrsta ella síðsta orðið. Fyrsta orðið fekk Gud, tá hann skapti okkum, og segði um okkum, at “alt var gott”; og síðsta orðið fær Gud eisini, tá hann fer at siga við okkum, sum taka ímóti í trúgv: “Far inn til mína ævigu hvílu, har syndin ikki ræður longur, har deyðin er dripin, og har fullkomni kærleikin skal ráða hvønn einasta dag í allar ævir.”