Augsburgska trúarjáttanin III: Jesus

Hvønn leygardag næstu tíðina gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Triðja grein í røðini snýr seg um Jesus.

“Somuleiðis læra tey, at Orðið, tað er Guds Sonur, tók á seg menniskjaliga natúr í móðurlívi sælu Mariu moyar… er krossfestur, deyður og jarðaður fyri at gera Faðirin sáttan við okkum og vera eitt offur ikki bara fyri arvasyndina, men eisini fyri allar syndigar gerðir menniskjanna… Og tey, ið trúgva á hann, halgar hann við at senda Heilaga Andan í hjørtu teirra… Hesin sami Kristus skal koma sjónligur aftur at døma livandi og deyð og so framvegis eftir Ápostólsku trúarjáttanini” (Brot úr 3. grein: Um Guds Son).

Hvør er hesin Jesus? Hvønn sigur Bíblian hann vera? Kanska virkar hesin spurningurin eitt sindur tápuligur; men tó er hann av stórum týdningi. Tí nógvar rangar lærur hava skilt seg frá tí kristnu kirkjuni, við at hava eitt skeivt sýni um henda mannin.

Jesus, eitt menniskja

“Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum…” (Jóh 1,14). Jesus sá ikki bert út sum eitt menniskja. Nei, Jesus varð veruliga eitt menniskja – eitt menniskja, sum hevði brúk fyri føði, svøvni, rørslu og so framvegis. Men eisini ein, ið varð freistaður eins og vit onnur: “Tess vegna mátti hann í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur…av tí at hann sjálvur varð freistaður, kann hann koma teimum til hjálpar, sum verða freistað” (Hebr 2,17-18).

LES EISINI  Guds Sonur

Hetta evnið um Jesus, at hann var menniskja, fyllir rímiliga nógv í Nýggja Testamenti, til dømis Jóhannes 1, sum er um Orðið, ið er Gud, og sum gjørdist hold; ella Filippibrævið 2, sum er um, at Jesus, sum hevði alla Guds dýrd, gav avkall og lat seg verða føddan sum eitt menniskja fyri at líða og doyggja og so framvegis.

Tá nýggjatestamentligu skriftirnar siga okkum frá um Jesus, so vísa tey okkum ikki ein fjaran gud, sum onkur vil vera við, ella ein óhugnaligan gandakall, sum onnur hugsa.

Nei, orðið fortelur okkum um Jesus úr Nasaret, son Mariu, sum ferðaðist um í Ísrael og prædikaði um, at Guds ríki var í nánd; og samstundis fáa vit at vita, at hesin sami maðurin var Guds egni einborni sonur.

Jesus, Guds sonur

Hvat liggur í hesum, at hann er sonur Guds? Nógv kundi verið tikið fram; men eg havi bara hug at peika á eitt evni í hesum føri; nakað, sum snýr seg um navnið hjá Gudi (hetta numu vit heilt stutt við í fyrstu grein). Guds navn er JHVH.

LES EISINI  Guds Sonur

Eingin veit veruliga, hvussu navnið skal úttalast. Frá gamlari tíð hava jødarnir í virðing fyri navninum ikki lisið tað hart, men í staðin sagt ‘Harrin’ tá ið orðið stóð í tekstinum. Onkur gitir, at tað skal úttalast: “Jahve”, og onnur siga: “Jehova”, men sannleikin er, at eingin veit! Spurningurin fyri okkum er tó ikki, hvussu tað skal sigast, men hvønn Bíblian kallar JHVH.

Lat okkum hyggja at nøkrum kendum versum úr Rómverjabrævinum 10: “Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri… .Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.” (9. og 13. vers). Játtanin og trúgvin á Jesus sum harra er ógvuliga týdningarmikil fyri kristnu trúarlæruna; men hvat merkir tað? 13. vers í Rómverjabrævinum 10 hevur Paulus tikið úr Jóel 3,5, har tað stendur akkurát tað sama, í hvussu er á føroyskum. Men nakað týdningarmikið fer burtur við týðingini. Á frummálinum stendur ikki hjá Jóeli: “…sum ákallar navn Harrans…”, men “…navnið JHVH…”. Tá ið Paulus brúkar Jóel soleiðis, so er tað nevnliga tí, at fyri hann er tað sjálvsagt í hesum føri, at ‘Harrin’ og ‘JHVH’ er hin sami.

Altso, kristna trúgvin er, sigur Paulus, at vit játta Jesus sum JHVH – sum Gud!

Hugsa eisini um missiónsboðini! “…við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda” (Matt 28,19). Her stendur ikki, at vit skulu doypa tey í trimum nøvnum – í Faðirsins navni, sonarins navni og andans navni. Nei, her stendur í eintali ‘navni’, tað vil siga í einum navni – Guds navni, sum er felags fyri teir tríggjar.

LES EISINI  Guds Sonur

Sáttargerð

Hvat er tað, sum hendi við Jesusi á krossinum? Onkur vil vera við, at tað týdningarmesta var, at Gud vísti okkum, hvussu nógv hann elskaði okkum. Onnur siga, at krossurin er ein prædika um, hvussu nógv vit eiga at elska Gud og okkara næsta. Men Bíblian vísir fyrst á nakað annað. Nevnliga, at deyði Jesu á krossinum var ein offurgerð! Gud ofraði sín son, fyri at bera okkara dóm á sær. Kristus doyði á krossinum fyri alla mína synd, so at einki er eftir hjá mær at gera fyri at blíva frelstur. Sjálvt um samvitskan hjá mær mótsigur hesum, sjálvt um onnur menniskju vilja billa mær okkurt annað inn, so er hetta himmalski sannleikin.

Eg kann vitna so nógv, eg vil, biðja so nógv, eg vil, merkja so nógv, eg vil – men tá alt kemur til alt, er bert hetta galdandi: Kristus doyði á krossinum fyri mína skuld!

Hesa gávuna rættir hann mær nú í dag – hvat sigi eg til tað?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina