Augsburgska trúarjáttanin VIII: Dópur

Hvønn leygardag næstu tíðina gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Áttanda grein í røðini snýr seg um dópin.

“Um dópin læra tey, at hann er neyðugur til frelsu, og at Guds náði verður boðin í dópinum. Tí eiga børnini at verða doypt og fáa lut í Guds náði, eftir at tey í dópinum eru givin Gudi. Tey fordøma endurdoypararnar, sum vraka barnadópin og standa fast við, at børn verða frelst uttan dóp” (9. grein).

Dópurin neyðugur til frelsu

Undir gamla sáttmálanum (tað er frá byrjanini til hvítusunnu), fingu tey at vita, at frelsan kom av Guds náði við trúgv. Bert við trúgv kundu tey koma fram fyri Gud. Tí ger Paulus so nógv burtur úr at tosa um Ábraham og hansara trúgv (Róm 4) – og tí er tað, at Hebrearabrævið nýtir ein heilan kapittul til at nevna trúarhetjur úr Gamla testamenti (Hebr 11). Bert við trúgv vórðu tey frelst. Og júst hesin sami sannleikin er eisini galdandi undir tí nýggja sáttmálanum.

Líkasum trúgvin í dag er knýtt at ymiskum sjónligum lutum (t.d. náðimiðlunum), so var hon tað eisini tá. Aftaná at Ábraham var komin til trúgv, fekk hann at vita, at hann skuldi lata seg umskera. Móses fekk at vita, at hann skuldi ofra djór sum sóning fyri sínar syndir. Ikki var tað tí, at umskeringin í sær sjálvum bar frelsuna við sær; men við trúnni á tey lyfti, sum vóru knýtt at umskeringini, fekk Ábraham Guds náði veitta. Og somuleiðis við ofrunum. Tað var ikki so, at av tí at nøkur djór vórðu dripin, kom frelsan yvir fólkið; men tí at tey trúðu á sóningarlyftini, vórðu tey frelst. Sum áður sagt, sami sannleiki ger seg galdandi í dag.

Tað er ikki so, at nakrir dropar av vatni virka hetta undrið; men við lyftinum, sum Gud hevur knýtt at vatninum, verður Guds náði bjóðað, og við trúnni taka vit ímóti hesi náði.

Soleiðis frelsir dópurin. Ikki tí at vatnið er so og so heilagt. Ikki tí at ein prestur oysir tað á høvdið. Men við tí persónligu trúnni, sum er knýtt at dópinum, og knýtt at dópslyftinum – verður frelsan tilognað einum.

LES EISINI  Tann doypti er latin í Kristus

Guds náði verður bjóðað í dópinum

Lyftini, sum knýtt eru at dópinum, eru millum annað hesi: “(Gud frelsti) okkum, ikki fyri rættferðar gerninganna skuld, sum vit høvdu gjørt, men av miskunn síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilagum Anda…” (Tit 3,5) og “… øll vit, sum doypt eru til Krist Jesus, eru doypt til deyða hansara” (Róm 6,3).

Gud endurføðir okkum í dópinum, sigur Paulus til Titus, tað ger hann við Heilagum Anda. Í samrøðuni, sum Jesus hevði við Nikodemus í Jóhannes 3, sigur hann nakað líknandi. Dópurin endurføðir okkum við Heilaga Andanum til eitt nýtt lív í náði. Í dópinum fáa vit alt tað bjóðað, sum vit mistu vegna syndafallið: Reinleika, rættvísi, paradís og so framvegis. Men uttan trúnna á hesi lyfti, og trúnna á Jesu krossardeyða, verður dópurin ikki til frelsu fyri okkum.

Dópurin er inngongdin til æviga lívið. Men dópurin er eisini endin á tí gamla lívinum. Og her er sera umráðandi at skilja dópin, ikki bert sum ritualið í kirkjuni, men sum kristna lívið sum heild, sum byrjar við ritualinum.

Dópurin er ein dagligur deyði frá syndini.

Hetta kann bert gera seg galdandi við Jesu deyða á Golgata. Tí sigur Paulus, at vit í dópinum eru krossfest við Kristi. Vit hava øll uppiborið glatan burtur frá Gudi, men í dópinum hava vit longu fingið Jesu krossdeyða tilognaðan, og eru longu deyð fyri dóminum við honum. Tí kann dómadagur ongantíð raka okkum, um vit halda fast við trúnna. Dómadagur nýtist ikki at vekja ótta í okkum – tí vit eru longu rakt av dóminum – nevnliga í dópinum við Jesu krossardeyða.

LES EISINI  Gev teg yvir

Børn eiga at doypast

“Latið børnini koma til mín og forðið teimum tað ikki; tí at Guds ríki hoyrir slíkum til” (Luk 18,16).

Soleiðis sigur Jesus við lærusveinarnar, tá teir vildu forða børnum at koma til Jesus. Onkur vil vera við, at tað ikki er, fyrr enn ein verður ‘vaksin’, at persónliga trúgvin kann verða tilognað; men tað er sera óbíbilskt at siga. Bíblian sigur, at Guds ríki er fyri børnini, og um nøkur av hesum sokallaðu vaksnu vilja gera sær vónir um at koma inn í Guds ríki, mugu tey fyrst verða sum børnini: “Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríki” (Matt 18,3). Børnini hava minst líka so nógv krav uppá dópin sum vit onnur, tí eisini tey hava brúk fyri Jesusi, og eisini tey vil Jesus frelsa av øllum sínum hjarta.

Eg má erliga viðganga, at um eg skuldi skrivað víðari í Hebrearabrævinum 11, so haldi eg, at eg hevði havt fleiri børn at nevnt sum dømi um trúarkappar enn vaksin fólk.

Til dømis hevði eg helst nevnt Lukas, son mín, sum trý ára gamal stakk sleikisneisina hjá sær út gjøgnum vindeygað á bilinum og spurdi uttan at blinka: “Jesus, vilt tú hava ein smakk?”

LES EISINI  Dópsins gáva: Tú doyði uttan at doyggja av tí
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina