Betlehemsstjørnan

Nær varð Jesus føddur? Tað var munkurin Dionysios lítli, sum í 525 roknaði seg fram til tað árið, tá Jesus varð føddur, og harvið grundlegði okkara tíðarrokning, sum verður býtt upp í fyri Krists føðing og eftir Krists føðing. Í mong ár hava flestu granskarar verið samdir um, at Dionysios rakti fleiri ár við síðuna av í útrokningum sínum. Men í greinini niðanfyri (frá 2008) grundgevur Noan Hendren fyri einum øðrum sjónarmiði.

___

 

Tað er trupult at skilja, at tað skuldi bera til at fara trý til sjey ár skeivur av tíðarfestingini av Jesu føðing

Í dag verður hildið, at Jesus varð føddur millum ár 7 f.Kr. og ár 1 e.Kr., men nýggjar kanningar og nútímans tøkni hava varpað nýtt ljós á tær søguligu hendingarnar á teimum døgum, tá ið Jesus varð føddur.

Hendan dagfesting er grundað á tríggjar hendingar: At ein rómversk fólkateljing gjørdi tað, at Maria og Jósef komu til Bethlehems (Lukas 2,1), at Heródes kongur doyði, eftir at Jesus varð føddur (Matteus 2,19-20), og at ein serstøk stjørna vísti vísmonnunum til Jerusalems (Matteus 2,1-2).

Nýggjari útgávur av skriftum Josefusar siga, at Heródes doyði ár 4 f.Kr., og eftir hesum kann Jesus ikki vera føddur seinni enn tað.

Men gransking á British Museum av teimum gomlu útgávunum av skriftum Josefusar, hava víst, at allar nýggjaru útgávurnar hava endurgivið ein skeivleika, sum er íkomin í 1500-talinum av einum, sum hevur avritað skriftir Josefusar. Tá hetta verður rættað, vísir tað seg, at deyði Heródesar eigur at setast til ár 1 f.Kr. tíðliga í februar, umleið 10 vikur undan páskunum, tá sonur Heródesar, Arkelaus, fór úr Róm til tess at fáa váttan frá keisaranum um, at hann var rættur arvingi til ríkið hjá faðir sínum (Antiquities XVII.9.3).

LES EISINI  Ein nýggjur vegur heim í Guds ríki

Henda rætting av tíðarfestingini gevur nýggjar møguleikar fyri útrokningini. Til dømis sigur Josefus, at Heródes doyði stutt eftir, at hann hevði dripið tveir rabbinarar fyri at hava eggjað til sivilt ólýdni. Hann skrivar, at hendan dagin, teir vórðu dripnir, “var ein mánamyrking”. (Antiquities XVII.6.4).

Eftirkanningar vísa, at tað var full mánamyrking, sum sást í Judea 10. januar ár 1 f.Kr. Eingin líknandi mánamyrking var sjónlig í árunum frammanundan hesum, og tað er nakað, sum altíð hevur ført til trupulleikar í samband við ár 4 f.Kr.-tíðarfestingina av deyða Heródesar og Jesu føðing.

Afturat hesum hevur ár 1 f.Kr. tíðarfestingin fyri deyða Heródesar eisini varpað nýtt ljós á stjørnuna, sum vísti vísmonnunum vegin til Judea at finna jødakongin.

Vísmenninir hava sjálvandi hoyrt til eitt avgamalt samfelag av heimsspekingum, sum forvunnu til dagligt breyð sum løgfrøðiligir ráðgevarar í londunum í rómverjaríkinum. Teirra serfrøði fevndi um stjørnufrøði (astronomi) og stjørnuspáfrøði (astrologi), og tað er hetta, sum leiddi teir ta longu og vandamiklu ferðina úr “Eysturlondum” til Jerusalems.

Á Rosh Hashana 11. september ár 3 f.Kr. kom planetin Jupiter í samstøðu við Regulus, sum er tann bjartasta stjørnan í stjørnutekninum Leyvan.

Leyvan var eisini sammett við ætt Júda og jødisku tjóðina sum heild. At henda samstøða var millum stjørnurnar, hevði tó ikki verið nóg mikið til at fáa hesar menn av húsum. So óvanligt var tað heldur ikki. Men tá Jupiter eftir øllum at døma flutti seg øvutan veg í mun til tað vanliga, so endurtók hendan samstøðan seg. Ikki eina ferð, men tvær ferðir teir næstu mánaðirnar (februar og mars ár 2 f.Kr.). Eingin kundi nokta fyri, at hetta var ein sera sjáldsom hending.

LES EISINI  Jólaborðhaldið fullteknað eftir 75 minuttum

At enda, níggju mánaðir eftir fyrstu samstøðuna tann 17. juni í ár 2 f.Kr. vístu Jupiter og Venus seg í samstøðu, tá tær sóust í vestri, stutt eftir sólsetur. Í hesi hending, sum hendir bert eina ferð í hvørjum áratúsund, sær tað út sum, at báðar planetirnar smelta saman til eina og gerast tann bjartasta stjørnan, sum vísmenninir nakrantíð hava sæð.

Niðurstøðan av øllum hesum hendingum var púra greið: Ein jødakongur var føddur í Júda, har sólin fór niður.

Tá vísmenninir komu til Jerusalems til tess at finna nýfødda jødakongin, sigur Bíblian at “ótti kom á Heródes og alt Jerusalem við honum” (Matt 2,3). Men hví?

Vit vita nógv um Heródes kong, serliga úr skriftum Josefusar, og alt styrkir ta mynd, vit fáa av honum, tá vit lesa Matteus evangeliið. Heródes var sonur idumean Antiper, sum Heródes lýsti at vera jøda. Men jødarnir mettu Heródes vera ein rómverskan skutilsvein og vildu ikki kennast við hann. Heródes tók hetta illa upp. Hann gjørdist álvarsliga paranoidur og drap í síni stjórnartíð ein og hvønn, sum vildi taka hann av ræði, eisini konu sína og tríggjar synir sínar.

Augustus keisari skal speiskliga hava sagt um hendan mannin, sum ynskti at vera jødi: “Eg vildi heldur verið svín hansara enn sonur hansara”.

LES EISINI  Ótrúligi jólafriðurin í 1914: - Eg hevði ikki trúð tí, um eg ikki var har sjálvur

Aftaná at teir høvdu fingið at vita, at Messias varð føddur í Betlehem, 10 kilometrar sunnanfyri Jerusalem, fóru vísmenninir beinan vegin hagar. Tað var nátt, og teir gleddu seg at síggja Jupiter, ‘Kongsins gongustjørnu’, sum stóð í suðri og “var standandi uppi yvir, har barnið var” (Matteus 2,9-10).

Brádliga varnaðust teir, at Jupiter júst ta náttina var farin í eina øvuta rás og harvið sá út til at standa púra still á stjørnuhimmalinum uttan at hava broytt støðu í mun til náttina frammanundan.

Hendan seinasta stjørnufrøðiliga ‘tilvildin’ sannførdi teir um, at Gud hevði leitt teir til kongin.

Tað var í jødisku hátíðini Hanukkah, at vísmenninir at enda fóru inn í “húsið”, har Jósef var fluttur við familju síni eftir Jesu føðing, sum var minst 40 dagar frammanundan (Matt 2,11 og Luk 2,21-24). Longu tá varð ungi kongurin ikki kallaður nýføðingur (brephos), men eitt barn (paidion), nakað sum ber boð um, at føðingin var farin fram nakrar mánaðir frammanundan – kanska longu náttina til 17. juni, tá stjørnuhimmalin hevði víst eitt tekin.

Eftirkanningar vísa nágreiniliga, hvønn dag Jupiter byrjaði sína øvutu rás og stóð still á himmalinum uppi yvir Betlehem. Tað var tann dagin, tá vísmenninir ofraðu gávur sínar til jødakongin, 25. desember ár 2 f.Kr.

 

Noan Hendren, pastorur í messianskum kirkjuliði í Ísrael, hevur skrivað greinina, sum stóð í blaðnum “Misjonsblad for Israel” nr. 7 í desember 2008. Torfinn Jacobsen týddi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina