Eg trúgvi á Guds Kirkju!
Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012.
“… eina heilaga almenna kirkju, samfelag teirra heilagu…”
Vit trúgva á Gud Faðir, Son og Heilagan Anda. Men vit trúgva á ein hátt eisini á kirkjuna og samfelag teirra heilagu. Ikki á sama hátt, sum vit trúgva á Gud. Men av tí at kirkjunnar ytra mark og einleikin millum Guds børn eru ósjónlig, er kirkjan nakað, vit trúgva á.
Kirkjan er menniskju
Tann kirkjan, vit trúgva á, er ikki ein stovnur (til dømis Fólkakirkjan) ella ein bygningur (til dømis Skála kirkja). Nei, kristna kirkjan – Kirkjan við stórum K – eru tey menniskju, teir einstaklingar, ið trúgva á Kristus og liva í trúnni á hann. Sum Luther útleggur triðju trúargrein, skapar Heilagi Andin kirkjuna við at geva einstaklingum trúnna á Jesus og varðveitir hana.
Kirkjan skipar seg gjarna í stovnar og innrættar seg í bygningum, men í sjálvum sær er hon ikki “deyðir steinar”, men eitt “andligt hús” við “livandi steinum” (1 Pæt 2,5).
Kirkjan er úrslit av Andans kalli og virksemi, tí hoyrir hon til triðju trúargrein.
Kirkjan er heilag
Av somu grund er kirkjan eisini heilag. Paulus skrivar brøv síni til “tey heilagu” (t.d. Róm 1,7; 1 Kor 6,1). ‘Heilagt’ merkir bæði ‘tikið burtur frá mongdini til at vera Guds ogn’ og ‘syndafrítt’. Tey, ið trúgva á Jesus, eru heilag í báðum týdningum. Men tað eru tey als ikki í sær sjálvum, men bara í trúnni á Kristus! Tó er tað ein verulig lýsing, tí í Jesusi – undir Guds náði vegna Jesu Krists deyða og uppreisn og bara tí – eru tey veruliga heilag. Tann heilagi Gud hevur kallað kirkjuna við sínum Heilaga Anda og heilaggjørt einstaklingar hennara við Krists blóði (Ef 5,25-27; 1 Kor 1,2; Hebr 13,12). Tí er kirkjan heilag.
Ja, Kristus býr enntá sjálvur í kirkju síni. Tey kristnu eru Guds tempul, har Guds Andi býr (1 Kor 3,16; 2 Tim 1,14). Kirkjan er Krists likam í heiminum (1 Kor 12; Kol 1,24).
Kirkjan er almenn
At kirkjan er “almenn” hevur einki við vanliga týdningin av orðinum at gera. ‘Almenn’ merkir, at hon er útbreidd allastaðni. Tað skal undirstrika, at talan er ikki bert um ein brotpart av kristnu kirkjuni, sum kanska hevur eina serliga tulking av Skriftini.
Nei, kirkjan er øll tey kristnu í øllum heiminum, sum hava sanna trúgv á Kristus, tó at tey finnast innan mong ymisk kirkjusamfeløg.
Ósjónlig og tó opinber
Men tað er fjalt fyri eygum okkara, nágreiniliga hvør hevur sanna trúgv og sostatt av sonnum hoyrir til kirkjuna. Ikki so – tann, sum trýr á Jesus, hevur ævigt lív (Jóh 6,47; 1 Jóh 5,12) – um tað skulu vit ikki ivast! Men ein kann látast at trúgva og snýta onnur – enntá eisini seg sjálvan. Ikki øll, sum hoyra til eitt kirkjusamfelag ella eina meinigheit, hoyra neyðturviliga til Kirkjuna. Tískil trúgva vit á hana. Vit trúgva, at ein sonn kirkja er, sum Gud hevur skapað og heldur uppi við sínum Orði og Anda.
At nágreiniligu mørkini hjá kirkjuni eru ósjónlig, merkir tó ikki, at kirkjan sum so er ósjónlig. Sonn trúgv merkir altíð bæði privata og almenna lívið hjá tí, sum trýr.
Jesus segði: “Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum” (Matt 5,14). Tískil er trúgvin í hjartanum ósjónlig, men gevur seg tó altíð til kennar, um hon er sonn. Hon er persónlig, men ikki privat. Hjá tí, sum trýr, avger trúgvin lívsvirðir, tilverufatan og hugburð á øllum økjum.
Samfelag teirra heilagu
“Samfelag teirra heilagu” kann bæði tulkast um “samfelagið við tey heilagu” – tað eru øll Guds børn til allar tíðir – og um “samfelagið um teir heilagu lutirnar” – tað eru sakramentini. Tann fyrra týðingin stuðlar trúnni á kirkjuna. Tann seinna týðingin undirstrikar alstóra týdningin, ið sakramentini hava í lívi teirra heilagu. Tí tað er í dópinum og við altarborðið, at Kristus møtir okkum við sínum ríku andligu gávum.
Vit trúgva, at eitt band er millum øll Guds børn á jørð uttan mun til kirkjusamfelag, fólkaslag, kyn, aldur, útbúgving ella annað (Gal 3,28). Bandið er ósjónligt, men skal tó koma til sjóndar av nýggjum hvønn dag í bróðurkærleika.
Í næstu grein, sum eisini er tann síðsta í røðini um ápostólsku trúarjáttanina, verður triðja trúargrein liðugt viðgjørd.