Eg trúgvi á menniskjað Jesus

Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012.

Kristin trúgv er fyrst og fremst persónligt álit á Jesus úr Nasaret

’Eg trúgvi á Jesus’. Trúgv okkara er fyrst og fremst álit. Álit frá einum persóni til ein annan persón. Eitt tætt lívssamfelag millum tvey menniskju.

Trúgvin er tó eisini at halda fast í nøkrum bíbilskum sannleikum um Jesus; hvør hann er og hvat hann hevur gjørt fyri meg. Eg trúgvi, at tær bíbilsku frásøgnirnar um Jesus eru álítandi søguligar hendingar. Og hesar hendingar eru avgerandi fyri frelsusøguna, sum er søgan um, hvussu Gud valdi at bjarga okkum menniskjum. Tí fyllir onnur trúargrein eisini mest í Ápostólsku trúarjáttanini.

Jesus

Eingil Harrans, sum kom til Jósefs í dreymi, segði: “Maria skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra” (Matt 1,21). Navnið Jesus er ein griksk útgáva av navninum Jósva, ið merkir “Harrin frelsir” ella “Harrin er frelsa”. Tað var ikki av tilvild, at eingilin sjálvur kom við navninum. Tað undirstrikar, at persónurin er tað, sum navnið merkir; nevniliga Harrans frelsa til eina falna mannaætt.

At vit trúgva á Jesus merkir, at vit trúgva á ein søguligan persón.

Hann er ikki bara til í halgisøgum. Hann varð føddur í bygdini Betlehem í landslutinum Judea ein heilt ávísan dag í heimssøguni, meðan landið var hersett av rómverjum og Augustus var keisari. At talan er um eina søguliga hending, verður undirstrikað av tíðarrokningini fyri ein stóran part av heiminum, sum byrjar við júst hesi føðing. Sjálv útrokningin, sum munkurin Dionysios lítli gjørdi í 525, rakti nøkur fá ár við síðuna av, men tað tekur einki frá sjálvum týdninginum.

LES EISINI  Eg trúgvi á Gud Faðir

Vanligt menniskja

Jesus var eitt vanligt menniskja. Hann varð føddur av eini kvinnu og var líka skroypiligur sum vit onnur. Hann fekk ilt, varð troyttur, tystur og svangur. Hann fekk tenn, hevði barnasjúkurnar og varð tannáringur. Í øllum lutum var hann eins og eg og tú.

Hóast Guds orð hevur meira at siga um Jesus, er hetta avgerandi at steðga á við og halda fast í.

Vit trúgva ikki á eitt yvirmenniskja, sum leyp upp um, har garðurin var lægstur. Sum nýtti sín yvirnatúrliga mátt til at gera sær sjálvum lívið lættari.

Nei, vit trúgva á eitt vanligt menniskja, sum í øllum lutum var undir somu menniskjaligu korum sum vit. Eisini í dag er tað eitt vanligt menniskja, sum situr við Guds høgru hond í dýrdini.

Hansara líðing var ein verulig menniskjalig líðing. Angist hansara í Getsemane á sama hátt. Tí kunnu vit heldur ikki koma í nakra støðu, sum hann ikki skilir og kann ganga saman við okkum ígjøgnum (Hebr 2,17-18; 4,15; 5,1-2).

LES EISINI  Heilagi Andin er Gud

Ígjøgnum søguna hava mong havt ilt av hesi læru, sum tykist ov jarðbundin, ov lítið andlig. Men so jarðbundin og kropslig er kristna trúgvin veruliga. Gud (tað koma vit aftur til í eini seinni grein) gjørdist menniskja, hold og blóð. Og hetta skal skiljast líka ítøkiliga, sum tá eg og tú klípa okkum í armin í 2019.

Ein munur

Kortini var ein avgerandi munur. Jesus var nevniliga fullkomiliga uttan synd. Hann var ikki bert eitt gott menniskja, hann var tað fullkomna menniskjað, fyrimyndin fyri øllum menniskjum. ”Freistaður varð hann ferð eftir ferð, hørð vóru fíggindans álop, tó, síggj, hann sigrandi er” – hvørjaferð!

Men nýtti hann ikki sín yvirnatúrliga mátt, so hann slapp lættari í freistingini ella í líðingini? Nei. Møguleikarnir vóru uttan iva til staðar, men hann nýtti teir ikki, tá tað bara galt egnan fyrimun (Matt 26,53).

Evangelistarnir geva okkum tvey sløg av ábendingum. Fleiri ferðir gav Jesus til kennar, at hann ikki visti alt og ikki kundi alt (t.d. Matt 24,36; Mark 13,32; Jóh 5,19.30). Aðrar staðir vísti Jesus, at hann bæði var alvitandi og alvaldandi (t.d. Matt 4,23-24; Mark 2,6-8; Luk 8,24-25; Jóh 2,24-25; 5,6; 6,61.64; 11,43-44). Hvussu hongur hetta saman? Hyggja vit nærri, má niðurstøðan vera:

Hann nýtti bara sína guddómligu megi, tá tað tænti menniskjum, ongantíð til at sleppa eitt sindur lættari sjálvur.

Í næstu grein steðga vit við Jesus sum Kristus.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina