Neyðugt at seta orð á trúnna

Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Men áðrenn farið verður undir sjálva trúarjáttanina, verður fyrst steðgað stutt við søguna aftanfyri játtanina og síðani við avnoktanina. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012. 

Trúarjáttan neyðug?

Stundum kann ein hoyra kristin siga, at okkum nýtist onga trúarjáttan, tí vit hava Bíbliuna. Hví hevur kirkjan so við tíðini orðað trúarjáttanir? Og hvat kunnu vit nýta aldargamlar trúarjáttanir til nú á døgum?

Ein og hvør kirkja ella samkoma hevur nakað ávíst, sum hon trýr á, og annað, sum hon sigur nei til. Alt, sum verður prædikað, biðið og sungið, er merkt av tí ávísu trúgv, tey hava í felag. Spurningurin er bara, um ein viðurkennir hetta og setur orð á hesa trúgv ella ikki.

Luther legði stóran dent á, at “Skriftin eina” er grundarlag undir kristnu trúnni. Tí kann ein trúarjáttan ongantíð hava somu støðu fyri okkum sum Bíblian. Ígjøgnum Bíbliuna sigur og vísir Gud okkum, hvør hann er. Hann møtir okkum í tí orði, sum Jesus bað ápostlar sínar bera víðari út um allan heim.

LES EISINI  Andin leiðir til Kristus

Men trúarjáttanin er júst ein samandráttur av tí, sum Bíblian lærir. Ein játtar trúnna á tað, sum Bíblian lærir.

Játtanin er sostatt trúarinnar svar til Bíbliunnar boðan.

Nettupp tí er trúarjáttanin neyðug. Kirkjunnar søga lærir okkum júst hetta.

Sum kunnugt hevur føroyska Fólkakirkjan fimm játtanarrit: Ápostólsku, Nikensku og Athanasiansku trúarjáttanirnar frá fornkirkjuni, og Luthers Lítlu Katekismus og Augsburgsku trúarjáttanina frá trúbótartíðini (Augsburgska trúarjáttanin varð gjøgnumgingin í vár.)

Trúarjáttanir koma

Heilt frá kirkjunnar fyrstu tíð var tørvur á stuttum og greiðum setningum, sum settu orð á tað týdningarmesta í kristnu trúnni. Longu í Nýggja Testamenti eru fleiri dømi um hetta (t.d. 1 Kor 15,3-5). Tað, sum tú dugir uttanat, goymist betri og longri. Tann einstaki kristni átti jú ikki sína egnu bíbliu.

Enn størri týdning hevði tað, tá hópur av nýggjum og øðrvísi fatanum av kristnu trúnni komu fram stutt eftir ápostlanna dagar. Hvussu kundu tey kristnu vita, hvat var álítandi kristin trúgv? Tí fekk tað, sum tey høvdu lært uttanat – eitt nú áðrenn tey vórðu doypt – ómetaligan týdning fyri tey. Hesar stuttu orðingar – trúarjáttanir – settu júst orð á tað, sum Bíblian segði. Sostatt gjørdu trúarjáttanirnar ikki bíbliulesnað óneyðugan, heldur tvørturímóti! Júst soleiðis yvirlivdi kristna trúgvin, soleiðis sum ápostlarnir høvdu borið hana víðari, so hon ikki varð uppslúkað og køvd av tíðarinnar mongu rákum.

LES EISINI  Ígjøgnum Jesus kenna vit Gud

Hetta er júst tað geniala við trúarjáttanunum enn í dag. Við sera fáum, men sera vælvaldum orðum, taka tær samanum tað heilt grundleggjandi í kristnu trúnni. Sjálvandi eru tær eisini merktar av, hvørjir trúarsetningar vóru serliga nógv hóttir, tá júst henda trúarjáttanin varð orðað. Men orðingarnar eru enn í dag sera beinraknar og dekkandi.

Onkur hevur samanborið trúarjáttanina við stýriskipanina í eini teldu ella DNA-mýlið í kyknum okkara. Hon sigur ikki alt og kann ikki standa einsamøll, men er tó við til at varðveita kristnu trúnna sunna í tráð við bíbilska upprunan.

Ápostólska trúarjáttanin

Ápostólska trúarjáttanin er tann elsta av okkara trúarjáttanum. Hóast nágreiniliga sama orðing, sum vit kenna, mest sannlíkt er frá umleið ár 700 eftir Krists føðing, er meginparturin av henni munandi eldri. Umleið ár 200 verður ein trúarjáttan nýtt í Róm í sambandi við dóp, sum er næstan orðarøtt tann sama. Og longu í 100-talinum finnast fleiri játtanir, sum líkjast; altso fá ár aftaná, at seinasti ápostulin er deyður.

LES EISINI  Kristus uppfyllir Guds lyfti

Ápostólska trúarjáttanin er ikki orðað sum svar uppá eitt ávíst lærustríð, men er heldur ein samandráttur av tí trúgv, ein lat seg doypa uppá. Kortini kunnu fleiri av orðingunum siga eitt sindur um, hvat tey kristnu máttu leggja dent á í 2. øld. Sterkasta tíðarrákið var gnostisisman, sum millum annað lærdi, at alt tað jarðiska er av tí ónda, meðan einans tað andliga hevur virði. Júst tí leggur játtanin dent á, at Gud hevur skapað himmal og jørð, at Jesus var satt menniskja, sum leið og doyði likamliga og reis upp aftur likamliga, og at kirkjan var almenn og gav seg sjónliga til kennar.

 

Næsta leygardag verður steðgað við avnoktanina. Annan leygardag verður so farið undir sjálva trúarjáttanina.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina