Eg trúgvi á Gud Faðir

Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Hesaferð við Gud Faðir. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012.

“Eg trúgvi á Gud Faðir”.

Eg trúgvi

Ápostólska trúarjáttanin byrjar hóskandi við orðunum ’eg trúgvi’. Í tí liggur, at eg eri sannførdur um nakað, sum eg ikki síggi við mínum kropsligu eygum (Hebr 11,1). Ikki so at eg billi mær eitthvørt inn, sum eg sjálvur havi hugsað meg fram til. Nei, mín trúgv er ein reaktión. Eg trúgvi á ein persónligan Gud, sum sjálvur hevur opinberað seg fyri okkum í sínum heilaga orði, Bíbliuni.

Gud hevur ikki lýst seg sjálvan fult út fyri menniskjum. Men tey mongu brotini, vit síggja av honum gjøgnum Bíbliuna fyrst og fremst, men síðani eisini gjøgnum søguna, nattúruna og í okkara egna lívi, geva okkum eina ávísa mynd av Gudi.

Gud gevur okkum ikki alt at vita, men tó nóg mikið, til at vit kunnu kenna hann og hava persónligt samfelag við hann.

Játtanin er í trimum liðum, tí Gud hevur opinberað seg sum ein tríeindan Gud. Sum ein Gud og tó tríggir persónar: Faðir, Sonur og Heilagur Andi. Hesin grundleggjandi trúarsetningur er líka síðani fornkirkjunnar tíð álopin frá ymsum síðum. Men bíbilsku tekstirnir í síni heild kunnu ikki skiljast á annan hátt.

LES EISINI  Jesus livir - trygg er trúargrund!

Gud

Tað, sum Skriftin sigur um Gud, er greitt. Bíbilska myndin av Gudi er merkt av fjarleika og nærleika samstundis. Gud er í síni hátign hátt hevjaður yvir alt. Eingin er javnlíki hansara. Hann býr í óatkomandi ljósi, einki menniskja hevur sæð hann ella kann síggja hann (1 Tim 6,16; Jóh 1,18; smbr 2 Mós 33,20).

Vit hóma nakað av hesum fjarleika í gamla sálminum: “Gud er Gud, um land alt legðist oyði, Gud er Gud, um menniskjan øll doyði!”

Gud er størri enn og omanfyri alt tað skapta.

Tó er hann ikki langt burtur frá nøkrum av okkum. Hann er nær, er alla staðni og hevur umsorgan fyri tí einstaka (Áps 17,27; Sl 145,18; Sl 139,5; smbr Jóh 14,9).

Hesin dupultleiki kemur til sjóndar í Jes 57,15: “Tí at so sigur hin hátt hevjaði, sum valdið hevur um ævir og eitur hin heilagi: Eg búgvi á høgum, heilagum staði, hjá hinum sundurbrotna, hvørs hugur er niðurnívdur, til tess at lívga hug hinna niðurnívdu og hjarta hinna sundurbrotnu.”

Faðir

Fyrsti persónurin í guddóminum er Faðirin. Hann er fyrst og fremst Jesu Krists pápi, men eisini pápi okkara, ið trúgva á Jesus (Jóh 20,17). Tí bróðir okkara, Jesus, hevur við deyða og uppreisn síni vunnið okkum barnakor og arvarætt hjá pápa sínum (Gal 4,4-7; Róm 8,15-17; Hebr 7,25).

LES EISINI  Ígjøgnum Jesus kenna vit Gud

At hann er pápi okkara, inniber eisini ein dupultleika. Hann elskar okkum og tekur sær av øllum okkara tørvum, bæði likamliga, sálarliga og andaliga. Hann gevur okkum tryggleika. Hann er ikki ein líkasælur lagnugudur, sum spælir við lív okkara.

Men hann er eisini tann, ið vit skylda virðing og ótta. Ikki skilt sum ræðsla fyri einum ókendum og lúnutum gudi, men sum virðing og ærufrykt fyri honum, ið hevur givið okkum lív okkara.

Í tryggum og kærleiksfyltum viðurskiftum við Gud er einki meira nátúrligt enn sunnur gudsótti.

Gud samanber seg við jarðiskar pápar. Tað merkir tó ikki, at hann hevur okkara pápa sum fyrimynd. Nei, tað er øvugt: Hann hevur givið okkum ein jarðiskan pápa, sum skal avspegla Guds kærleika til okkara! Tí eiga vit pápar at hava Gud sum fyrimynd. Sum Paulus skrivar, “fær allur faðirskapur á himni og á jørð navn av himmalska faðirinum” (Ef 3,14-15).

Gud hevur opinberað seg sum ein ‘hann’. Hann er faðir, skapari og so framvegis. Men Gud er ikki ein maður. Eisini í tí er hann omanfyri alt, sum vit kunnu ímynda okkum. Hann nýtir eisini kvinnuligar myndir um seg sjálvan, hóast hann ongantíð verður nevndur mamma. Kendast er óivað Jes 49,15: “Man kona gloyma bróstabarn sítt, ein móðir tað barn, sum hon bar undir hjarta? Hesar mega gloyma, men eg gloymi ikki teg.”

Vit kunnu tí ikki siga, at Gud bara hevur tað, sum vit kenna sum maskulin eyðkenni. Gud er ikki menniskja. Tvørturímóti hevur hann skapað okkum menniskju í síni mynd.

Gud hevur skapað tað maskulina og tað feminima, og alt, sum hann skapaði, var gott. Saman – sum kvinnur og menn – avspegla vit nakrar av hansara eyðkennum og eginleikum.

Samanumtikið rúmar myndin av Gudi sum okkara himmalska pápa fleiri tættum: Hann er okkara upphav. Tað skyldast hann, at vit eru til. Hann hevur umsorgan fyri okkum. Vit eru ikki slept uppá fjall. Hann uppalir okkum. Hann hevur myndugleika yvir okkum. Hann elskar okkum. Hann vil okkum einans tað besta.

LES EISINI  Heilagi Andin er Gud

 

Í næstu grein verður hildið fram við liðunum ’hin alvalda, skapara himmals og jarðar’.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina