Ígjøgnum Jesus kenna vit Gud

Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012.

”Eg trúgvi á Jesus Kristus, Guds einborna son, váran Harra, sum er gitin av Heilagum Anda, borin í heim av Mariu moy…” (seinni partur)

Viðurskiftini millum Faðir og Son

Jesus Kristus er Guds einborni Sonur (Jóh 3,16). Tað undirstrikar, at hann er sannur Gud. Við trúgv á Jesus og dópi til hansara gerast vit Guds børn og fáa barnakor hjá Gudi (Róm 8,15-17; Gal 4,5-7; Ef 1,5). Men vit eru ikki Guds einbornu børn, tað er bara Jesus.

Hann er av somu guddómligu veru sum Gud. Hvørki menniskju, einglar ella nakar annar skapningur kunnu siga tað um seg sjálvan.

Bara Jesus Kristus eigur á sama hátt sum Gud Faðir alla ta guddómligu dýrdina í sínum persóni (Hebr 1,5; 5,5; Kol 1,15-19; 2,9-10).

Jesus Kristus er eitt við Faðirin (Jóh 10,30). Kortini gevur hann seg sum Sonur undir Faðir sín og vilja hansara (Jóh 5,30; 14,28.31). Eins og Kristus er høvdið hjá manninum og maðurin er høvdið hjá konuni, soleiðis er Gud høvdið hjá Kristi (1 Kor 11,3). Her er ikki á nakran hátt nøkur kúgan inni í myndini, tí samstundis sum Faðirin og Sonurin eru tveir persónar, eru teir ein og sami Gud við sama vilja og eginleikum. Eisini her mugu okkara evni at fata ásanna sínar avmarkingar, tí vit standa við eitt guddómligt mysterium.

LES EISINI  Guds sonur doyði – fyri meg

Ígjøgnum Jesus kenna vit Gud

At menniskjað Jesus úr Nasaret samstundis er sannur Gud, merkir, at Gud hevur eina mynd, sum menniskju kunnu síggja. Vit menniskju eru skapað í Guds mynd (1 Mós 1,26-27), men Jesus er sjálvur Guds mynd (2 Kor 4,4). “Hann er mynd hins ósjónliga Guds” (Kol 1,15). “Hann er ljómin av dýrd Guds og avmyndin av veru hansara” (Hebr 1,3).

Tað merkir, at nú er Gud atkomuligur fyri okkum í syni sínum. Gud hevur givið seg til kennar í Jesusi og vit kunnu nú kenna Gud, vita og royna, hvør og hvussu hann er.

Tey, ið livdu í Galilea og Judea á Jesu døgum, høvdu møguleika at síggja hann andlit til andlits, hoyra hann og vera saman við honum. Henda møguleika hava vit ikki likamliga, men ígjøgnum trúnna hava vit tó veruligan felagsskap, veruligt samfelag og samveru við hann. Tí vit hava víttfevnandi og álítandi eygnavitnisfrágreiðingar frá hansara næstu, lærusveinum hansara, og ígjøgnum hesar keldur kunnu vit læra hann at kenna, sum um vit eisini kropsliga sóu, hoyrdu og vóru saman við honum. Kristin trúgv verður fødd í okkum av Guds egna Anda, sum virkar ígjøgnum Guds orð um Jesus. Henda trúgv er tí ikki nakað, vit billa okkum inn, men veruligt lívssamfelag við hann, vit trúgva á.

LES EISINI  Neyðugt at seta orð á trúnna

Tá vit trúgva á Jesus og hoyra honum til, vil Guds Heilagi Andi støðugt halga okkum, so vit líkjast Jesusi meira og meira. Halgan er nettupp, at Gud “myndar” okkum syndarar eftir mynd sonar síns, so vit líkjast honum, sum er Guds mynd (Róm 8,29; 2 Kor 3,18; Kol 3,10).

Harri okkara og Harrin

Jesus varð longu kallaður “meistari” av samtíðarfólki sínum í Ísrael. Harvið góvu fólk til kennar, at tey mettu og virdu hann sum lærumeistara. Jesus Kristus er eisini harri okkara. Í hesum liggur, at vit geva okkum undir hann í lýdni, virðing og ærufrykt. Vit trúgva á hann, vit hava fult álit á honum og hansara kærleika og megi. Vit trúgva og játta eisini, at hann kemur at standa sum sigursharri við heimssøgunnar enda. Tí er einki meira natúrligt enn at gera eftir vilja hansara.

Men at játta Jesus sum harra er nógv meira enn. Sum mongum kunnugt høvdu jødar so stóra ærufrykt fyri Guds heilaga navni, “JHVH” ella “Jahve”, at tey ikki vildu siga navnið. Tey søgdu ístaðin “Harrin” (á hebráiskum “adonai”, á grikskum “kyrios”). Tað er í hesum týdningi, at ápostlarnir ferð eftir ferð játta Jesus sum Harra í Nýggja testamenti (t.d. Fil 2,11; Áps 2,36; Róm 10,9; 1 Kor. 8,6). Tað liggur nógv meira í hesum heiti, enn tá vit fyrr skrivaðu á brævbjálvar “Hr.” ella “Fr.” áðrenn navnið á móttakaranum, ella tá ein løgtingslimur sigur “harra formaður” á tingsins røðarapalli.

Tey fyrstu kristnu tilbóðu Jesus Kristus sum Harran og góvu harvið til kennar, at hann var Gud sjálvur!

 

LES EISINI  Eg trúgvi á menniskjað Jesus

Í næstu grein verður komið inn á Jesu líðing og deyða.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina