Eitt øðrvísi fólk

Í árinum 325 gjørdist kristindómurin statsreligión í Rómverjaríkinum. Umleið 300 ár brúkti evangeliið til sína sigursferð frá Jerusalem til Róm. Tað byrjaði við 11 lærusveinum og spjaddi seg sum eldur í turrum grasi. Og setti so við og við sín dám á stórar partar av Evropa.

Hvussu kundi tað ganga so skjótt? Hvar liggur loyndardómurin aftanfyri undranarverdu framgongdina hjá evangeliinum hesa tíðina?

Mong eru svarini upp á ein tílíkan spurning. Tað týdningarmesta er hetta: Tey kristnu vágaðu sær at liva øðrvísi!

Tey vágaðu at liva eftir síni trúgv á Jesus í gerandisdegnum.

Tey vágaðu at skilja seg út. Og tann kristni felagsskapurin virkaði á henda hátt sera dragandi upp á umhvørvið.

Vit kenna nakrar skriftir frá hesi tíðini. Millum annað nøkur brøv. Eg vil fegin endurgeva okkurt brot úr einum tílíkum brævi: “Brævið til Diognet”. Tað er skrivað í 2. øld eftir Kristus. Høvundurin er ókendur, men skrivar til ein týdningarmiklan mann, sum æt Diognet. Diognet visti nóg illa, hvørji “tey kristnu” vóru, men hoyr nú, hvat hann fekk at lesa:

LES EISINI  Tvær náttúrur

– Tað, sum skilur tey kristnu frá øðrum fólkum, er hvørki fosturland, mál ella siðir. Tey búgva ikki í egnum býum og tosa ikki fremmand tungumál. Í gerandisdegnum víkja tey ikki frá øðrum… Tey liva millum grikkar og barbarar, sum tað nú fall seg hjá tí einstaka.

Tey fylgja siðunum á staðnum viðvíkjandi klæðum og mati og atferð annars, og kortini er teirra levnaður soleiðis, at hann vekir almenna undran og hávirðing.

Tey búgva í sínum londum, men sum útlendingar. Tey taka lut í øllum sum borgarar, men mugu finna seg í øllum sum fremmand. Eitthvørt fremmant land er fyri tey eitt fosturland, eitthvørt fosturland er fremmant land. Tey giftast sum onnur og fáa børn, men seta ikki sítt avkom út. Tey hava borðhald saman, men halda hjúnaseingina reina. Tey eru í holdinum, men liva ikki eftir holdinum. Tey búgva á jørðini, men hava sítt heim í himlinum. Tey lýða galdandi lógir, men gera tær óneyðugar við sínum lívi og levnaði. Tey elska øll og verða atsøkt av øllum. Tey eru ikki kend av fólki, men kortini verða tey fordømd. Tey verða sligin í hel, men verða gjørd livandi. Tey eru fátøk, men gera mong rík. Teimum tørvar alt, men hava í yvirflóð av øllum. Tey verða vanvird, men í vanvirðingini vinna tey heiður. Tey verða háað, men fáa sín rætt. Tey verða skammað út, men tey signa. Gera tey góðar gerðir, verða tey revsað sum brotsmenn, og tá ið tey verða revsað, gleða tey seg, tí tey verða leidd til lívið. Jødar stríðast ímóti teimum sum fremmand, og grikkar søkja at teimum, men tey, sum hata tey, kunnu ikki greiða frá orsøkini til sítt hatur… Sálin býr í likaminum, men er ikki av likaminum. Tey kristnu búgvu í heiminum, men eru ikki av heiminum.

So langt Brævið til Diognet.

LES EISINI  Nýtt lív - í nýggjum klæðum

Eitt øðrvísi fólk! Var tað ikki júst soleiðis, at tey kristnu áttu at verið?

 

Til umhugsanar…
Hugsa tær, at eitt nýtt bræv varð skrivað um “tey kristnu” í dag.
Hvat heldur tú, at eitt tílíkt bræv hevði verið um?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina