Eitt undur, at kristniboðan fær so góðar sømdir í Kambodja

Seinasta vikuskifti hevði felagsskapurin Billy Graham Evangelistic Association sína fyrstu evangelisku møtirøð í Kambodja, har Franklin Graham prædikaði fyri túsundtals fólkum í høvuðsstaðnum Phnom Penh. Fyriskipararnir kallaðu tað eina søguliga hending og eisini røttu tíðina at stuðla kristna minnilutanum í landinum at náa sítt fólk fyri kristnu trúnna.

Stjórnin savnar kristnar leiðarar

Bert tveir mánaðir frammanundan fór ein onnur serlig hending fram, tá stjórnin í Kambodja helt sín higartil størsta fund við kristnar leiðarar. Forsætisráðharrin Hun Sen talaði fyri meira enn 3.000 leiðarum, sum umboðaðu meira enn 7.000 staðbundnar kirkjur. Hetta er einans triðju ferð í søguni hjá hesi buddistisku tjóð, at slíkur fundur er farin fram.

Í talu síni takkaði forsætisráðharrin millum annað kristnu leiðarunum fyri arbeiði teirra fyri útbúgving, etikki og sosialum verkætlanum. Eisini rósti hann kirkjuni fyri at vera við til at tryggja frið og stabilitet í landinum við at fremja menniskjaliga tign og einleika.

Meðan kristin í grannalondum eru fyri avmarkingum frá myndugleikunum, uppliva kristnu leiðararnir í Kambodja ikki einans, at arbeiði teirra verður loyvt, men eisini vart og róst frá hægsta stað. Fyrr í ár nevndi forsætisráðharrin í eini almennari viðmerking, at tey kristnu høvdu givið sítt íkast at berjast móti harðskapi og rúsevnismisnýtslu í samfelagnum.

LES EISINI  - Missiónsvikan í Havn røkkur ikki sínum endamáli longur, tí ganga vit nýggjar leiðir

Kristnir leiðarar síggja hesa gongdina, sum hevur verið í fleiri ár, sum bønarsvar. Forsætisráðharrin vissaði um, at tey kristnu framvegis fara at njóta átrúnaðarligt frælsi, og tá sipaði hann til arbeiði teirra fyri at røkka alt landið við gleðiboðskapinum.

Kristin trúgv eftir ár 0

Undrið kemur til sjóndar, tá ein hyggur nærri at søguni, tí fá lond hava eina meira glæsiliga og ræðuliga søgu enn Kambodja. Einaferð ráddi kambodjanska fólkið yvir einum ríki, sum fevndi um tað mesta av nútíðar Teilandi, Laos, Kambodja og inn í Vjetnam. Miðdepilin var nærhendis býnum Siem Reap, sum nógvir føroyingar hava vitjað. Har liggja heimsins størstu tempultoftir, Angkor Wat, sum er á listanum hjá UNESCO yvir heimsarvir, ið skulu varðveitast.

Tá fyrstu protestantisku trúboðararnir komu í 1923, var Kambodja partur av Fronskum Indokina og var minkað til síni núverandi landamørk. Bíblian varð umsett til khmer – málið í Kambodja – men flestu kambodjanar hildu kristnu trúnna vera ein “fremmandan átrúnað”. Í 1970 vóru einans 700-1000 kristin í landinum. Landið hevði átrúnaðarligt frælsi undir forsætisráðharranum Lon Nol frá 1970, talið av kristnum vaks til 10.000, og tað vóru um 30 kristnar kirkjur í Phnom Penh í 1975.

LES EISINI  Fokus á relatiónir og samstarv

Í apríl 1975 varð Lon Nol brádliga feldur av Pol Pot og teimum marxistisku reyðu khmerunum. Pol Pot lýsti alment “Ár Null” í eini roynd at nullstilla alt samfelagið, bæði politiskt, sosialt og átrúnaðarliga, og kollveltingin varð gjøgnumførd við serstakliga harðari hond í øllum løgum av samfelagnum.

Serliga kend frá hesi ræðutíð eru “The Killing Fields”. 80 prosent av landsins kristnu vórðu millum teir 1,3 milliónir kambodjanarnar, sum vórðu dripin á ótespiligasta hátt, hugsast kann, og grivin í meira enn 20.000 hópgrøvum kring landið. Sambært mongum tað ringasta fólkamorðið í 20. øld.

Tá kommunistiska Vjetnam gjørdi innrás í 1979, vóru helst ikki meira enn 200 kristin eftir, sum komu saman í loyndum í toftunum í høvuðsstaðnum. Vjetnamesarar hersettu landið til 1989, meðan tey rannsakaðu landslutir fyri at finna teir síðstu reyðu khmerarnar. Kirkjan varð framvegis kúgað og fjaldi seg. Fleiri av kristnu leiðarunum á fundinum við stjórnina høvdu yvirlivað ræðuleikar hjá Pol Pot.

Mynd: Bob Craft

58.000 nýggj kristin í 2019

Bara seinasta árið vita tær 3.000 kirkjurnar um 58.313 fólk, ið eru komin til trúgv á Jesus. Kristnir leiðarar gera nógv við at hittast og hjálpa hvør øðrum við at náa tær 8.600 ónáddu bygdirnar við gleðiboðskapinum um Jesus og seta á stovn húskirkjur.

LES EISINI  Trúboðari dripin á oyggj í Bengalsku víkini

Sum fyrimynd hava tey líknilsið hjá Jesusi: “Himmiríkið er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og sáaði í veltu sína. Tað er væl minni enn øll onnur frækorn; men tá ið tað veksur upp, verður tað størri enn urtirnar og verður eitt træ, so at himmalsins fuglar koma og byggja reiður í greinunum á tí” (Matt 13,31-32).

 

Kelda: Bob Craft í The Christian Post

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina