Gamalt gull: Eitt nýtt ár

Úr Trúboðanum 1/1988. John Myllhamar hevur skrivað.

Tað tykist at vera so stutt síðani, vit hongdu álmanakkan fyri 1987 upp á veggin, men vit hava nú skrætt øll bløðini úr honum, og ein nýggjur og reinur er hongdur uppaftur – á honum stender 1988. Nei tíðin lurtar ikki eftir okkum. Hon er sum Bartholdy sigur, ein streymur, íð ongantíð steðgar. Tú kanst steðga klokkuni, men ikki tíðini.

Mong vilja steðga tíðini, ein vil ikki gerast gamal. Og kann ein ikki steðga tíðini, so litar ein hárið og smyr andlitið við kosmetikki. Men ongan kann steðga aldrinum, tíðarinnar streymi mugu vit øll fylgja. Og hann rennur stríður. Ja, sum tíðin fer skjótt! Tá vit í blómandi ungdómi okkara líta frameftir, tykist tíðin so óendaliga long. Men líta vit aftureftir, verða vit varug við, hvussu skjótt hon gongur.

Tíðin er byrjanin til ævinleikan, antin vit ynskja tað ella ikki. Minst til, hvørja ferð klokkan tikkar, tekur tíðin áratak í tín og mín lítla lívsbát.

Men tað er ein, ið er óheftur af tíð, klokku og álmanakka. Hann, sum býr har, hvar tíð er eitt ókent navn, hann, sum er av ævinleikanum: hin ævigi Gud. Vit hava nøkur ár framman fyri okkum, hann hevur ævinleikan framman fyri sær, hann, sum var, og sum er, og sum kemur. Ongin og onki var áðrenn hann. Sum ein blaðmaður einaferð spurdi eina smágentu: »Hvatt var áðrenn Gud?« »Ja, tað er næstan til at fáa høvuðpína av« svaraði hin lítla. Her steðgar okkara hugsan upp. Fatast kann hetta ikki, men við at flyta tað ein hálvan metur niður, kann ein trúgva tí. Bert við trúgv læra vit hin æviga Gud at kenna.

Trúgvin brúkar ein annan roknihátt enn hugsanin. Tíðarinnar menniskju trúgva ikke á Gud. Hansara tíð er farin, siga tey. Hann var góður at hava í tí myrku miðøldini, menn hann er ikki ætlaður okkara tíð, vit eru langt síðani vaksin fram um hann. Tú kanst líka so gott siga, at sólin sum nú hevur skinið í so mong túsun ár, er vorðin ov gomul og ótíðarhóskandi, og at okkum ikki nýtist at seta vindeygu í húsini, tí vit hava nýmótans elektrisk ljós. Líkasum vit ikki kunni verða sólina fyri uttan, um vit skulu vera til, soleiðis kunna vit ikki vera hin æviga Gud fyri uttan, um vit skulu vera til.

Vit eru av tíðini, hann er av ævinleikanum. Men so stendur tað í skriftini: »Ævina hevur hann lagt í hjørtu okkara«. Tað hendi í dópinum, tá hann blásti sín heilaga lívgevandi anda í hitt synduga og deyðadømda menniskjað, og gav tí lívið av nýggjum. So eru øll tey doyptu ikki bert tíðarinnar børn. men eisini ævinleikans børn. Tað merkir, at tá tíðin er úti, og vit doyggja, so skulu vit øll lata eyguni upp aftur í ævinleikanum. Ert tú tann dagin tilreiðar at møta honum, sum tók teg til náði? Saman við Jesusi kanst tú møta tínum Gudi. Hann hevur strikað tínar syndir út við blóði sínum. Hvussu skitin bløðini í tínum lívsálmanakka vóru, kundi hansara blóð altíð reinsað tey.

Gott nýggjár!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina