Meir tíð saman við børnunum – “hvat skulu vit finna uppá”?

Síðan trubodin.fo byrjaði hevur verið nógv spurt eftir tilfari til børnini – Kreativ innsløg og hugskot.

Fyri fleiri av okkum, er hetta ein heilt undarlig tíð, tí vit eru ikki von við at hava so tóman kalendara. Ongir frítíðaraktivitetir og sosial samvera sum til dømis føðingardagar at renna til. Dagliga kennist tað fyri fleiri familjur, at tað tykist trupult at fáa tíðina at strekkja til. Knappliga hava vit næstan bara tíð saman.

Tað eru nokk fleiri við mær, sum eisini njóta meira tíð saman, sjálvt um tað eisini er avbjóðandi við at arbeiða samstundis og hava heimaskúling fyri skúlabørnum og yvirskot til tey minnu, at fara túrar og aktivitetir. Men tað er upplagt, at vit kunnu framleiða okkurt stuttligt tilfar saman við okkara børnum og samstundis deila hugskot til onnur, sigur Erla Mortensen.

Erla hevur gjørt heimagjørt slím við børnunum og gjørt eitt innslag burtur úr tí. – Eg veit, hvussu nógv foreldur ikki orka fyri ymiskum sløgum av slími, sum inniheldur øll møgulig kemisk evni, sum fara illa við húðini. So her er eitt uppskot til slím uttan kemisk evni, sigur Erla Mortensen.

LES EISINI  Kreativt hugskot: Set Jesus á jólatræið

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina