Hvussu kemur tú til Guds – tómhentur ella við fullum hondum?
”Men Jesus segði eisini hetta líknilsi við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og roknaðu hinar fyri einki: „Tveir menn fóru niðan í halgidómin at halda bøn, annar var Fariseari og annar tollari. Farisearin stóð og bað soleiðis fyri seg sjálvan: „Eg takki tær, Gud, at eg ikki eri sum aðrir menn: ránsmenn, órættvísir, horkallar ella líka sum hasin tollarin. Eg fasti tvær reisur um vikuna, eg lati tíggjund av øllum, sum mær ognast.“ Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: „Gud náði meg syndara!“ Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur heim til húsa, men hin ikki; tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt“ (Luk 18,9-14).
Tað verður mangan sagt, at Jesus fortaldi líknilsi, fyri at fólk betur kundu skilja boðskap hansara. Men líka satt er tað, at líknilsini aloftast hava eitt stórt yvirraskilsi; at okkurt í líknilsinum er heilt øðrvísi, enn áhoyrararnir høvdu væntað. Hvøkkurin fyri tey, ið hoyrdu Jesus henda dagin, var, at tað var tollarin, sum fór rættvísgjørdur heim aftur til húsa, og ikki farisearin.
Vit, harafturímóti, hava óivað hoyrt hetta líknilsið so ofta, at vit hava vant okkum við, hvussu vit skulu skilja tað. Og tí er vandi fyri, at vit í grundini ikki hoyra, hvat Jesus vil læra okkum.
Hvat munurin ikki var
Lat okkum taka tað síðsta fyrst: Annar av hesum monnum fór “rættvís-gjørdur” heim. Hetta er tað størsta, ið kann henda einum menniskja, at Gud rættvís-ger tað! At Gud ger av, at í hansara eygum er hetta menniskjað rættvíst og reint og gott. Ikki orsakað av menniskjans egnu dygdum ella avrikum. Men av Guds náði – og einans av Guds náði. Tollarin fór heim aftur við Guds yndi og tokka, fyrigivin, við æviga lívinum sum gávu.
Men hin – farisearin – fór heim, júst sum hann kom! Hvat var meðni munurin teirra millum?
Er munurin, at tollarin ger seg sjálvan so neyðarsligan, sum til ber? At hann roynir líkasum at imponera Gud við síni skroypiligheit? Nei! Um so var, hevði hann ikki verið petti frægari enn farisearin, sum royndi at imponera Gud við sínum væleydnaða lívi.
Vit skilja, at farisearin er sjálvrættvísur. Men takka vit Gudi fyri, at vit ikki eru líka sum hasin farisearin, ja, so eru vit nettupp líka sum hann.
Munurin er eyðsæð heldur ikki, at farisearin livdi eitt vánaligt lív og tollarin eitt vakurt lív. Tvørturímóti! Høvdu tollarin og farisearin verið grannar okkara, høvdu vit heldur vilja verið í báti saman við farisearanum enn tollaranum! Tí farisearin er á mangan hátt ein fyrimyndarligur borgari. Fariseararnir góvu eitt nú nógv til tey fátæku, teir livdu eftir landsins lógum og greiddu øllum sína skyldu. Og tollarin, hinvegin, var eingin fyrimynd. Tollararnir arbeiddu fyri hersetingarvaldið. Hugsa tær, um tú eitt nú búði í Danmark undir seinna heimsbardaga og granni tín arbeiddi fyri nasistarnar? Harafturat gjørdu tollarar seg ofta eisini sekar í fíggjarligum kriminaliteti við at taka meira frá fólki, enn lógarkravt var.
Avgerandi munurin
Avgerandi munurin millum teir báðar menninar í templinum henda dagin er, hvønn teir líta á og hvønn teir byggja sína rættvísi á!
Tollarin er ikki annað enn botnærligur. Hann sær sína sonnu støðu í eyguni og kastar seg í Guds hendur, júst sum hann er.
Og tað er júst tað, Jesus vil læra okkum við hesum líknilsi. At síggja okkum sjálv – og Gud – við røttum eygum!
At vit eru syndarar, sum einki betri hava uppiborið frá Gudi enn glatan. Men at Gud – kortini – av náði tekur ein og hvønn syndara, ið kemur til hansara, til sín sum sítt egna elskaða barn. Tí Jesus hevur longu tikið alla okkara synd á seg. Og soleiðis prógvar Gud sín óendaliga kærleika til okkara.
Tollarin kundi saktans roynt at umbera sínar feilir. Hann kundi skyldað uppá óhepnar umstøður, truplan uppvøkstur, ringar vinir. Ella bara sagt: “Eg eri ikki so nógv verri enn onkur annar!” Tí tað er eyðmýkjandi at kennast við síni brot.
Ikki tí, tað er lætt at sláa út við hondunum og siga: “Vit eru øll syndarar – eingin er fullkomin!” Men tað er í grundini ikki nøkur syndajáttan, men heldur ein undanførsla. Sum ein gomul kona, ið lá til tað síðsta, segði við prestin, tá hann kom á gátt. Hon suffaði: “Eg neyðar, syndiga menniskja”! Og prestur svaraði djarvur: “Ja, eg veit væl, at tygum eru ein syndari”. Tá fýsti hon óð eftir presti: “Hvør sigur tað um meg?”
Tá talan um syndina verður persónlig, pínir tað okkum. Men tann harða bitan svølgdi tollarin. Og tað gav honum veruligt frælsi. Tí tá slapp hann undan at skula gera seg verdan til Guds yndi. Ístaðin tveitti hann seg í Guds hendur, júst sum hann var, og bønaði um náði.
Hann kom við tómum hondum – ja, við einum misnýttum lívi. Men hann fór avstað aftur við fullum hondum – ja, sum eitt nýtt menniskja!
Hann kom fyri at fáa tað, sum hann visti, at hann ikki átti í sær sjálvum. Tí kundi Gud eisini geva honum alt.
Farisearin, hinvegin, kom til Guds við fullum hondum. Hann hevði sítt væleydnaða lív, sítt gudrøkni. Tí hevði Gud heldur einki at geva honum, og hann fór tómhentur avstað aftur.
Farisearin hevði so nógv í sínum egna, at hann í veruleikanum als ikki hevði tørv á Gudi. Tí fór hann eisini heim aftur undir Guds dómi, sigur Jesus. Hvørki ofrið í templinum henda dagin ella bøn hansara kundi hjálpa honum. Tí hann leit á seg sjálvan og egnar gerðir, heldur enn á Guds náði. Gud slapp ikki framat!
Soleiðis vendir Jesus vanligum menniskjaligum mátistokki við. Tí tann, sum kemur til hansara við fullum hondum, má fara avstað aftur við ongum. Meðan tann, sum kemur við tómum hondum – honum ella henni kann Gud bjarga.
Farisearin er ikki óndur. Og tollarin er ikki góður.
Men farisearin vil bara hava Guds stempul uppá, at hann er nóg góður. Hann biðir bara um Guds góðkenning. Tollarin biðir um Guds miskunn og náði.
Við tómum hondum
Sagt verður, at síðstu orðini hjá Luther vóru: “Vit eru bert biddarar!” Tað ljóðar øgiliga gamaldags. Men tað er grundleggjandi sannleiki í teimum, tá tað kemur til viðurskiftini okkara við Gud. Orðini hjá Luther eru í grundini eitt ekko av tollarans bøn: “Gud náði meg syndara!” Ikki tí vit skulu pynta okkum sjálv við følskum lítillætni – tað er bara eitt annað slag av sjálvrættvísi. Men tí Jesus við hesum líknilsi vil læra okkum, hvørji vit eru í mun til Guds. At vit øll í grundini eru í sama báti – um tað so annars kann vera stórur munur millum okkum eftir menniskjaligum og samfelagsligum mátistokki.
Tað er eins og tveir persónar, sum skulu leypa yvirum eina breiða gjógv. Hvat nyttar tað øðrum, at hann megnar at leypa longri enn hin, um gjógvin er so breið, at hvørgin teirra kemur yvirum?
Farisearin samanbar seg bara við eitt medmenniskja, og tí helt hann væl til standa.
Vit finna eisini altíð ein ella fleiri, ið eru verri enn vit.
Enski rithøvundurin C. S. Lewis skal hava sagt: “Tann stolti og hugmóðigi sær niður á tað og tey, ið eru kring hann ella hana. Men tann, ið hyggur niðureftir, fær sjáldan eyga á tað, sum er uppi yvir – nevniliga Gud!”
Júst tí livdi farisearin í einum følskum tryggleika. Hann var gudrøkin sum so, men hann hevði í veruleikanum innrættað sítt lív uttan Gud. Honum nýttist í grundini ikki Gud sum frelsara.
Men Jesus segði, at tað vóru syndarar, hann kom at frelsa, ikki rættvís. Tey sjúku tørva lækna, ikki tey frísku. Hann kom at seta fangar í frælsi. At bjarga brotsmonnum og kvinnum. Og í Guds eygum vóru farisearin og tollarin slíkir. Jesus elskar øll og doyði fyri øll. Men tann, ið ikki heldur seg hava brúk fyri Jesusi, fær einki gagn av honum. Tað er álvarin í líknilsinum.
Tað verður sagt um preussiska kongin Fríðrik II, at hann einaferð vitjaði eitt fongsul. Ein fyri og annar eftir royndu fangarnir at sannføra kong um, at teir vóru ósekir. Allir høvdu hvør sína søgu, sum skuldi sannføra kong um, at júst teir vóru sakleysir.
At enda steðgaði kongur við ein kliva, har ein fangi sat tigandi. “Nå”, segði kongur, “eg gangi út frá, at tú eisini ert eitt sakleyst offur?” “Nei, harri”, segði fangin, “eg eri sekur og havi uppiborið mína revsing”. So vendi kongur sær til fangavørðin og segði: “Slepp hesum brotsmanninum leysum, áðrenn hann spillir øll hini fínu óseku fólkini her inni!”
Jesus tekur soleiðis samanum boðskap sín: “Ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.”
Tí tá vit – eins og tollarin – gevast at pjøssa uppá okkara egnu rættvísi, geva vit Gudi møguleika at sleppa framat.
Tollarin samanbar seg við Gud sjálvan og sá sína vónleysu støðu. Tað var bjarging hansara. Tí hann kundi ikki liva uttan Guds fyrigeving og náði, og hann fór rættvís-gjørdur heim aftur.
So fær Jesus givið okkum alt
Júst hagar vil Jesus hava okkum. So hann fær givið okkum alt sítt: Sína egnu rættvísi, sum verður tilroknað okkum fullkomiliga fyri einki. Tað var jú tí, at hann kom til jarðar: At býta um pláss við okkum. At taka alt okkara á seg, alla okkara synd og órættvísi og óverdugleika og skomm. Og rinda fulla prísin fyri tað við sínum egna lívi. Og ístaðin at geva okkum alt sítt egna: Sína rættvísi, sín reinleika, sín heilagleika, sítt fullkomna lív. Ja, einki minni enn seg sjálvan! Og tann, sum setur sítt álit á hann og ikki á egnar dygdir, fær og eigur alt hetta!
Soleiðis sum Paulus einastaðni tekur samanum tað, sum Jesus kom at gera fyri okkum: “Tí at tit kenna náði várs harra Jesu Krists, at hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, tá ið hann var ríkur, fyri at tit við fátækt hansara skuldu verða ríkir” (2 Kor 8,9).
Tí í roynd og veru snýr gleðiboðskapurin seg hvørki um at vera sum farisearin ella tollaran, men um Jesus Kristus, hvør hann er og hvat hann hevur gjørt fyri okkum og vil gera fyri hvønn einstakan av okkum, júst í dag! Evangeliið snýr seg um Jesu hjarta og sinnalag móti okkum, sum flýtur yvir av kærleika. At hann rættvísger syndarar og reisir okkum aftur á føtur – eisini í dag!