Í dag er heimsdagur fyri flóttafólk: Alsamt fleiri flýggja orsakað av veðurlagsbroytingum
20. juni er altjóða dagur fyri flóttafólk. Aðalfundurin hjá ST ásetti dagin í 2.000 fyri at skapa uppmerksemi um tilveruna hjá flóttafólki um allan heim. Talið av flóttafólkum er nógv vaksið hesi árini, og alt fleiri flýggja nú eisini undan avleiðingum av veðurlagsbroytingum.
Ársfrágreiðingin hjá ST-hákommiserinum fyri flóttafólk, UNHCR, sum kom í undanfarnu viku, vísir, at um ársskiftið vóru 70,8 milliónir fólk flýdd frá heimi sínum. Tað er dupult so nógv sum fyri 20 árum síðani og meira enn seinastu stívliga 70 árini.
Hóast tað framvegis er kríggj, samanbrestir og mannarættindabrot, sum fáa flest fólk at flýggja, so er vert at leggja merki til, at alsamt fleiri eru noydd at flýggja undan vatnflóð og harðveðri øðrumegin og ógvisligum turki hinumegin.
– Hesar kreppur koma alsamt nærri, og tey staðbundnu megna ikki at byggja seg uppaftur millum tær. Summastaðni kemur turkur enntá omaná ein flóttafólkakreppu, sum er frammanundan av politiskum ávum. Avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum styrkja eina longu hættisliga støðu fyri hesi fólk, sigur Dagfinn Høybråten, aðalskrivari fyri Neyðhjálp kirkjunnar í Noregi.
Álvarsligt trot á mati í Afrika
Milliónir eru flýdd undan turki, vatnflóð og náttúruvanlukkum. Í ár er sambært ST vandi fyri, at 45 milliónir fólk í Eystur- og suðurafrika verða rakt av mattroti, tí tað ikki regnar.
– Vit mugu reagera nú fyri at forða fyri eini stórari kreppu. Í teimum turrastu økjunum doyggja fólk longu. Brunnarnir eru tómir, og vatnstøðan lækkar. Vit kunnu ikki sita still og hyggja at tí, sum hendir, sigur Høybråten.
Ikki regnað í fýra ár
Norska Neyðhjálp kirkjunnar arbeiðir millum annað í økjum við turki í Suðursudan, Etiopia og Somalia.
– Nógvastaðni er vatnið skitið og salt. Skulu vit bjarga mannalívum, mugu vit fáa reint vatn til vega til teirra, sum eru rakt av hesum drúgva turkinum. Í summum økjum í Somalia hevur ikki regnað í fýra ár, sigur Høybråten.
Tá gamlir brunnar torna upp, er bráðfeingis loysnin at innflyta vatn. Men í longdini mugu nýggir og djypri brunnar verða boraðir, og tað er dýrt og krevjandi.
– Men nógv er eisini tengt at umstøðum við ótryggleika, kríggi og forfylging. Tað má loysast politiskt við samráðingum fyri at skapa frið og semju. Annars kunnu flóttafólkatølini vaksa enn meira, sigur Høybråten.
Kelda: KPK