Jesus er Gud
Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012.
”Eg trúgvi á Jesus Kristus, Guds einborna son, váran Harra, sum er gitin av Heilagum Anda, borin í heim av Mariu moy…”
Hann er Gud
Jesus Kristus er eitt vanligt menniskja eins og vit. Tó er hann fullkomiliga uttan synd, tað fullkomna menniskjað.
Men Jesus Kristus er eisini Gud. Nikenska trúarjáttanin, sum er eitt sindur yngri enn tann Ápostólska, sigur um Guds Son: “Føddur av Faðirinum fyri (áðrenn) allar tíðir… sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skaptur, av somu veru sum Faðirin”.
Hetta merkir, at Jesus Kristus er ikki eitt sindur menniskja og eitt sindur Gud, okkurt slag av guddómligari veru.
Nei, hann er sannur Gud og satt menniskja. Ikki helvt um helvt, men bæði tvey fult og heilt og samstundis!
Hann er Guds Sonur, ið er føddur av Gudi í ævinleikanum. At hann er føddur, merkir ikki, at einaferð var hann ikki til. Sonurin hevur altíð verið, hann er av somu ævigu veru sum Faðirin.
Guds sonur er heldur ikki ein skapningur. Hann er tvørturímóti tann, sum Gud hevur skapað alt við, sum Gud heldur øllum skaparaverkinum uppi við og sum Gud hevur skapað alt til (Jóh 1,1-4; 1 Kor 8,6; Kol 1,15-17; Hebr 1,2-3; smbr. Ef 1,3-14).
Gerðirnar tala
Tað, sum østi teir skriftlærdu, var, at Jesus ferð eftir ferð átók sær leiklutir, sum einans Gud hevur sambært Gamla testamenti.
Hann fyrigav syndir (Mark 2,5-7), ráddi yvir nátturukreftunum (Luk 8,25; Matt 14,19-21), grøddi sjúk, rak út illar andar og gjørdi deyð livandi aftur (Mark 1,34; Jóh 11,43-44), kallaði seg sjálvan hvíludagsins harra (Mark 2,28) og átók sær ein lærumyndugleika, sum bar av sjálvt Mósesi og profetunum (Matt 5,17-48).
Vit vita einki um, at Jesus beinleiðis segði seg vera Gud. Men hann ger greitt, at tað er tað, gerðir hansara siga (Jóh 10,25; 14,11). Harafturat nýtti hann fleiri ferðir Guds navn “Eg eri” um seg sjálvan (Jóh 8,58; 8,24; 18,4-8; smbr. 2 Mós 3,14). Vert er eisini at leggja merki til, at ápostlarnir fleiri ferðir beinleiðis kalla Sonin Gud (Hebr 1,8; Róm 9,5; Tit 2,13).
Gud gjørdist menniskja
Tað stóra undrið er, at Guds Sonur frásegði sær nøkur av sínum guddómligu frammíhjárættindum (at vera allastaðni, óforgongiligleika, dýrd) og gjørdist menniskja (Fil 2,6-7; Jóh 1,14). Jesus Kristus er satt menniskja og sannur Gud. Guddómleika hevur hann frá sínum himmalska pápa. Menniskjaleika hevur hann frá síni jarðisku mammu. Tí verður so stórur dentur lagdur á, at hann var gitin av Guds Heilaga Anda og borin í heim av Mariu moy.
Talan er altso um tvær føðingar. Fyrra føðingin er í ævinleikanum, hin hendi í heimssøguni. Í tráð við hetta hevur Jesus Kristus tvær ymiskar náttúrur, eina menniskjaliga og eina guddómliga. Kortini er hann ein heilur persónur, ikki klovin.
Hetta er ikki úrslit av spekulatiónum hjá tilvildarligum gudfrøðingum. Tvørturímóti kann greiði vitnisburðurin hjá Jesu egnu ápostlum ígjøgnum alt Nýggja testamenti ikki skiljast øðrvísi.
Kortini er tað eitt mysterium, hvussu hetta ber til. Her grynna hvørki lívfrøði ella onnur náttúruvísindi og tað er heldur ikki meiningin. Tað er eitt paradoks, sum vit ikki kunnu annað enn boyggja okkum fyri í trúgv, ærufrykt og tilbiðjan.
Soleiðis mátti tað vera
Men ein grund er til hetta stóra undur. Tí bert sum satt menniskja kundi Jesus umboða okkum menniskju. Men bert sum sannur Gud kundi hann gera okkum sátt við Gud. Bert sum Gud kundi hann uppfylla alla Guds heilagu lóg, men bert sum menniskja kundi hann gera tað okkara vegna. Bert sum menniskja kundi hann líða og doyggja í okkara stað (Róm 5,15.18-19). Bert sum Gud kundi hann rísa upp aftur, men bert sum menniskja kundi hann gera tað “sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur” (1 Kor 15,20). Bert sum Gud kann hann sita við Guds høgru hond, men bert sum menniskja kann hann umboða okkum har.
Í øllum lutum mátti hann vera okkum líkur, sum hann skuldi umboða (Hebr 2,10-18). Men hann mátti eisini vera førur fyri at sigra á syndini, deyðanum og djevlinum okkara vegna og ein dag reisa okkum upp.
Næsta grein er seinni partur um Jesu guddómleika.