Kall og tænasta

Kallið er eittans: At koma til Jesus

Fyri nøkrum árum síðani las eg eina grein, ið hevði yvirskriftina: Gud – hvussu við framtíð míni? Har vóru serstakliga tvær reglur, ið gjørdi mær greitt og hava alt síðan tá klingað í oyrum mínum, hvørja ferð, eg havi umhugsað spurningin, kall og tænasta:

“Íðan, hvat er kall veruliga? Kall er at koma, tá ið Jesus sigur: “Kom til mín!” Hetta er mítt og títt kall. At koma til Jesus. Punktum. So mong vóru orðini! Lívs míns kall er at verða verandi hjá Jesusi.” Seinni í greinini stendur: “Júmen, hevur Gud tá ongar ætlanir við mær? “Jú, so avgjørt. Guds stóra lívsætlan við tær, eitur: Tú skalt verða saman við mær nú og í allar ævir. Tað er tann ætlan, Gud framum alt vil. Hana skalt tú gera alt fyri at røkka. Í hesum samanhangi hugsar Gud eisini um tína framtíð. Tað er tí ógvuliga týdningarmikið at hava Jesus við í øllum. Gud sigur “nei,” til tað, sum í løtuni dregur teg burtur frá honum. Enn oftari sigur hann: “Avgerðin er tín!” Nógvar avgerðir eru at fylla út, meðan tú nærkast honum.” (Skrivað av Erik Dahl í Indre Missions Tidende 17-2003).

Gud brúkar okkum

Mangar eru uppgávurnar at loysa – kanska mítt navn stendur á onkrari. Flestu av teimum eru navnaleysar. Grundleggjandi verður spurt um beinasemi og framum alt at sýna hug og hegni í tænastuni. Hesar uppgávur eru ikki okkara veruliga kall, men framhald av tænastuni; tí vit hava hoyrt kallið: at koma til Jesus og hava latið hann knýta okkum at sær til tess at lata hann hava avgerandi orðið í lívi okkara. Fyri meg hevur tað verið lívgandi og góður háttur at fáa kall og tænastu at ganga hond í hond. Eg havi verið vorðin bundin at tí, ið neyvt var kall mítt, ella uppgávum, eg eri búgvin at loysa.

Hetta er mær greitt í viðurskiftunum mínum viðvíkjandi Guds myndugleika og míni ábyrgd. Gud leggur ætlanir, men Gud hevur eisini givið mær ábyrgd og skyn á hesum, hvussu og hvar; í orði sínum hevur hann kallað meg at liva sær nær til tess at skyna, hvør vilji hansara er; sum Paulus í Rómverjabrævinum, 12,2, orðar tað: “Og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit megu fáa at royna, hvat ið er Guds vilji, hitt góða og hugnaliga og fullkomna.” Tá ið vit verða kravd at skyna á, so er tað ikki nakað, vit einsamøll, sjálvi, skula gera, men saman við Gudi. tí skal Gud verða partur av øllum tí, mær fyriberst her í lívinum; so eg má síggja og meta um tær raðfestingar, eg í løtuni fylgi, fyri at halda meg nær at sær, ella, um raðfestingarnar leiða burtur frá honum.

LES EISINI  Ger sum Gud

Kall og útgerð

Tað mest natúrliga og einfalda at hugsa sær, er, at Gud hevði eina ætlan við at skapa meg við teimum gávum og evnum, mær vórðu givin. Hann nýtir meg, júst sum eg eri. Tað, mær er givið, æri eg hann við. Meðan eg geri tað, eri eg heilt bundin at honum, tí hann er mær nær við Anda sínum. “Eg setti niður, Ápollus vætti, men Gud gav vøkst.” (1 Kor 3,6)

Hetta merkir ikki, at Gud ikki kann gera meg út tvørvegis mínum natúrgivnu evnum og gávum. Um brúk er fyri tí, ger hann tað! Tað er bara ikki tað vanliga. Tí skulu vit við góðum treysti lata okkum brúka við teimum gávum, okkum vórðu givnar, eisini hóast onkur annar er betur førur enn vit. Hugsanin, um at vera best egnaði at fara undir eitthvørt, er ikki frá Gudi, men sjálvgleði og ikki fyri at æra Gud. Tað eru ikki fullkomin menniskju, Gud ynskir at brúka. Tað eru menniskju sum tú og eg.

Nøkur hava persónligar gávur, sum gera tað sjálvsagt, hvørjum tey skulu tæna við. T.d. tónleikaevnum, einum handaligum handalag ella gávum at skipa fyri. Onnur vælútbúgvin, ið kunna nýtast í mongum

avbjóðingum. Hjá hesum seinast nevndu, er avbjóðingin at ansa sær sjálvum og siga nei, viðhvørt. Av tí at avbjóðingarnar eru so ymiskar, og at vit hava ábyrgd av teimum, ið standa okkum nær og fyri okkum sjálvum. Gud vil brúka okkum; men ikki misbrúka okkum. Ta ferðina lærusveinarnir koma aftur til Jesus aftaná at hava gjørt ymiskar tænastur, gav hann teimum fyrst høvi til at siga frá tí stórverki, teir høvdu gjørt, stendur, at hann tók teir við sær og fór avstað einsæris burtur til eina bygd. (Luk 9,10) Teimum tørvaðu hvíld. Hesin skiftisvirknaður millum arbeiði og hvíld er galdandi á øllum økjum í lívi okkara. Tað er partur av skapanarskipanini og teimum Tíggju Boðunum, og er tí ein Guds gáva til okkara og ein málbering fyri umsorgan.

Kall og avkall

Í samband við eitthvørt val, fylgir ein kostnaður. Verður okkurt valt aftrat, er tað samstundis okkurt, tú velur frá. Tá ið vit velja binda okkum at taka við uppgávum innan Guds ríkis arbeiði, so er tað at sýna trúskap móti honum, vit tæna. Tá meta vit ta raðfestingina høgt framum okkurt annað av minni týdningi.

LES EISINI  Gud spyr ikki, um tú dugir, men um tú vil

Markini fyri tí mest ítøkiliga, megu kosta; men kunna av ymiskum orsøkum eisini vera ymisk; men viljin at geva avkall, er avgerandi. Ikki tí, at avkallið er týðandi, men málið.

Okkum nýtist eina mongd av ymiskum tilfeingi. Um tú á serstakan hátt ert vorðin ámintur at lata burtur av ognum tínum ella materiellu virðum, til dømis nýfingnum lutum í somu hóskandi ferð sum grannar ella vinir tínir, til dømis at gera dýrar uttanlandaferðir og annað. Um tú á serstakan hátt ert vorðin ámintur at geva av tíni tíð til ymiskar tænastur, so er tað annað, tú ikki fært stundir til – tað kann til dømis vera frítíðaráhugi: at gera uttanlanda ferðir sum trúboðari ella flyta til økir innlendis í Danmørk, har fá kristin búgva, tí Gud á serstakan hátt minnir teg á einahvørja tænastu har. Eru tað menniskjum, tú ikki á sama hátt kanst liva saman við ella okkurt, tær saknar, so ert tú noyddur ella noydd at virða tað.

Eingin er, ið tekur synd í tær ella øðrum, tú saknar – tí tú í lýdni hevur valt tað, Gud hevur veitt og givið tær. Tey val, vit taka á henda hátt, bera signing við sær, tí tey halda okkum nær at Jesusi og varðveita okkum í trúnni á hann. Hetta er medmenniskjum tínum at gagni bæði nú og altíð.

Kallið setur mørk

Tað hoyrir við í skapanarskipan Guds, at tað mest grundleggjandi, eru samskiftini. Fyrst okkara samskifti við hann, Skaparan, síðan okkara samskifti við tey, vit liva ímillum. Her eru tað, fyrst av øllum, okkara nærmastu – foreldur, børn – ið hava fyrsta plássið. Sambært Guds skapanarskipan, merkir hetta, at Guds ríkis uppgáva ella okkara lønararbeiði ella annað, ongantíð gongur undan okkara ábyrgd fyri okkara nærmastu. Tey menniskju, ið Gud hevur sett at vera okkum næst, eru eisini tey, hann fyrst av øllum hevur sett okkum at hava ábyrgd av. At tænastukallið tí ikki bert er ætlað teimum, er tí ein misskiljing. At kalla hetta vera veruleikan, hevur nakað við okkara sjálvsøknu ella motiv at gera og er tí ein háttur at flýggja undan ábyrgd.

Stórt ábyrgdarloysi og sjálvsøkni kann fjala seg aftan fyri hesa grundgeving um, at tú ert noyddur at vera í arbeiði, ella krógva teg aftanfyri andaligar grundgevingar um, hvør týdningarmikið Guds ríkis arbeiði hevur. Við hvørt er frágreiðingin “bara”, at vit hava ilt við at siga, nei, til ymist við góðari samvitsku – men lata hana verða stýrda av svikaligum ætlanum framum at lata okkum verða stýrda vegna tey, ið Gud hevur litið okkum upp í hendur.

LES EISINI  Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo

Steðgað av ytri umstøðum

Kallið, at hoyra Gudi til og síðan tæna honum, er ein lívlong tænasta; men ikki neyðugt eitt lívlangt kall til ávísa uppgávu. Hjá mongum hevur fjølbroytni alt at siga til tess at varðveita neistan og arbeiðshugin,

og soleiðs sleppa undan tyngjandi uppgávum, ið bara súgva orku úr okkum, uttan at fáa nakað afturfyri. At sýna trúfesti í tí, vit inna í løtuni, er av avgerandi týdningi, men einki áramál, hvussu leingi.

Viðhvørt koma ytri viðurskifti, ið steðga eini ítøkiligari tænastu. Vit uppliva viðhvørt at verða sett frá, uttan sjálv at vera harri yvir tí. Tað kann vera sjúka ella sjúka í familjuni, visumtrupulleikar, búskaparlig viðurskifti. Óloysiligar, íspunnar ósemjur og annað. Í slíkum førum, steðgar alt á av ørkymlan, samvitskubitum og iva. Spurningar verða settir, um Gud veruliga hevur ráð til at lata ytri umstøður darva útbreiðslu av gleðiboðskapinum? Spurt verður, um hetta er Guds vilji. Spurningarnir gerast fleiri – men fá svør. Eisini her er tað týdningarmikið at hava sær fyrsta kallið fyri eyga, hetta, at koma til Jesus; og tað, ið er okkum at gagni her, er, at fylgja áheitan Guds um at geva honum rúmd og bjóða honum á gátt at taka sær av øllum viðurskiftum í lívi okkara. “Oys út títt hjarta sum vatn fyri ásjón Harrans!” (Harml 2,19)

Tað er ymist, vit eru noydd at góðtaka uttan at skilja tað; men er ein sannroynd uttan fyri mítt vit og skil. Hetta eru korini í hesum heimi, har syndarinnar grundleggjandi fylgir eru sæddar í øllum. Av og á grípur Gud inn og steðgar fylgjunum. Men vit vita, at tá hann ger hetta, eru vit í hondum hansara. Uppreisnarmorgunin, verða vit fríað og loyst úr øllum korum.

Men mítt góða er at vera Gudi nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum. (Sálmur 73,28). Soleiðis endar Sálmur 73, eftir at sálmaskaldið í fyrsta parti tykist harmast um, hvussu væl tað gongur gudleysum, og hvussu lítlan ella ongan vinning, teimum, ið óttast og tæna honum, fáa. Soleiðis metti sálmaskaldið, til hann fekk eyga á, hvør lutur teirra var – uttan vón og uttan Gud. Eydna teirra, ið óttast Gud, sigur sálmaskaldið, røkkur longri enn materiel virði og ríkidømi. Hon er at finna hóast alt og hevur við okkara fyrsta og týdningarmiklasta kall at gera: At koma til Jesus og verða varðveitt hjá honum.

Ellen Esmarch Pedersen

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina