Katolikkar í Kina enn meira forfylgdir eftir avtalu við Vatikanið

Semjusøkjandi kósin hjá Vatikaninum virkar ikki sum ætlað. Síðani Vatikanið gjørdi avtalu við stjórnina í Kina um rættin at tilnevna biskupar, hava katolikkarnir í landinum verið fyri enn størri forfylging. Pávin skilir ikki, hvussu kommunisman virkar, sigur ein lokalur kardinalur.

Tann 22. september gjørdu Vatikanið og Kina avtalu um góðkenning av sjey biskupum, sum í fyrsta umfari vórðu góðkendir av stjórnini í Kina. Men fyrrverandi biskupurin í Hong Kong, Joseph Zen, kardinalur, hevur fleiri ferðir funnist at avtaluni og lagt Vatikanið undir at “leiða fylgið beint í úlvsins kjaft”.

Nú hevur 86 ára gamli Zen aftur sagt sína hugsan um avtaluna, sum hann heldur fer at gera enda á katólsku kirkjuni í Kina, skrivar Catholic Herald. Støðan er eisini, sambært China Aid, versnað munandi hjá katolikkunum, sum eru fyri vaksandi forfylging.

Myndugleikarnir í Anlong County, Guizhou, noyddu limirnar í Mount Notre Dame kirkjuni at ríva kirkjubygningin niður innan 20. oktober. Um hetta ikki varð gjørt, fór stjórnin sjálv at javna kirkjuna við jørðina.

LES EISINI  Prestur og 16 kirkjulimir rænd í Nigeria

Í eini kirkju í Taiyuan, Shanxi, vórðu standmyndir, einglar og krossar oyðilagdir, tá kirkjan tann 24. oktober varð álopin við krana. Stjórnin heldur uppá, at talið á standmyndum og krossum í kirkjuni var í stríð við reglugerðina, og tí vórðu boð givin um at oyðileggja tey.

Yongfu kirkjan í Fuzhou í Fujian landspartinum hevur verið fyri átta álopum seinastu tveir mánaðirnar. Hvørja ferð kirkjan varð rannsakað, stóð ein flokkur av sivilklæddum løgreglumonnum og hugdi at, meðan lokalir kommunistar østu og argaðu tey kristnu. Bæði 14. og 21. oktober komu myndugleikarnir og kravdu,  at tey kristnu skuldu gevast við at savnast til gudstænastur á staðnum. Teir vóru ágangandi, hóttu kirkjufólkini og søgdu, at teir fóru at koma aftur vikuna eftir.

El- og vatnveitingin í kirkjuni varð slitin, men kirkjufólkið vil ikki gevast.

– Vit elska hetta landið og fólkið, men vit vilja ongantíð yvirgeva okkum til myrkrið og óndskapin. Vit eru takksom fyri forbøn og stuðul frá kirkjum aðrastaðni, tí vit standa saman sum vitnir um trúgv okkara, segði eitt av kirkjufólkunum við China Aid.

Frammanundan avtaluni í september hevði kinesiska stjórnin noktað at góðkenna fleiri kirkjuleiðarar, sum Vatikanið hevði tilnevnt – og øvugt. Við nýggju avtaluni vónaði Vatikanið at fáa betri viðurskifti við stjórnina í Kina. Men soleiðis varð ikki. Longu undir samráðingunum vórðu fleiri katólskir prestar, sum vóru góðkendir av Vatikaninum, tvingaðir til at leggja frá sær. Í teirra stað setti stjórnin prestar, sum hon hevði valt.

LES EISINI  Tey kristnu í Myanmar: “Biðið fyri okkum”

– Ein avleiðing av semjuni millum Vatikanið og kommunistaflokkin er, at trúarfrælsið í Kina er versnað. Stjórnin hevur við valdi oyðilagt heilag støð, so vit kenna stórt vónloysi, sigur ein katolikkur sambært China Aid.

Fyrrverandi biskupurin, Joseph Zen, ynskir tó ikki, at undirgrundskirkjurnar fara undir ein uppreistur móti stjórnini.
– Um stjórnin yvirtekur kirkjurnar ella forðar fyri nýtslu av teimum, eiga tey kristnu at venda heim til sínar familjur, halda fram við at biðja og bíða eftir betri tíðum. Tí kommunisman varar ikki ævigt, sigur hann.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina