Kina: Størri forfylging, størri vøkstur

Eftir fleiri ár við framgongd hjá teimum kristnu í Kina, táttar kommunistiska stýrið enn einaferð takið um ta skjótt vaksandi kirkjuna. Kina eru lopið heili 17 pláss upp eftir ‘World Watch List’ hjá Open Doors.

Ein bólkur av myrktklæddum monnum er í ferð við at draga ein mann út úr einum bygningi, meðan teir troka seg gjøgnum eina stóra fólkarúgvu. Ein uppøst kvinna spyr, hvat teir skulu gera við hann, meðan eitt barn hoyrist gráta aftanfyri.

– Vit halda lógina, sigur ein av teimum myrktklæddu løgreglumonnunum, meðan teir fara avstað við tí kristna manninum.

Maðurin er ein av 100 kristnum frá “Early Rain Covenant Church”, sum eru vorðin handtikin í sínum egna heimi. Presturin í kirkjuni, Wang Yi, er eisini handtikin og stendur fyri ákærum, sum kunnu geva honum upp til 15 ára fongsul. Kona Wang, Jiang Rong, er somuleiðis send til eitt ókent stað, meðan 11 ára gamli sonur teirra, sum nú býr hjá ommu síni, er undir støðugum eftirliti.

Talgild forfylging

2018 gjørdist árið, tá kinesiska stjórnin legði harðliga eftir tí vældámdu og vaksandi kinesisku kirkjuni. Øll søla á netinum av bíblium og øðrum kristiligum lesnaði er vorðin strangliga bannað, kristnar kirkjur eru stongdar ella tiknar niður, prestar og biskupar eru fonglsaðir, og tey kristnu eru undir eftirliti á gøtuni og á netinum sum ongantíð áður.

LES EISINI  Prestur í Tadsjikistan latin leysur tríggjar mánaðir ov tíðliga

Í september 2018 kunngjørdi kinesiska stjórnin tað seinasta tiltakið fyri at kunna hava eftirlit við tí, teir kalla “kaotisku og ólógligu promoveringini av átrúnaði”. Hetta nýggja tiltakið merkir, at eingin má senda ella geva víðari upptøkur av fólki, sum lovsyngja, halda gudstænastu, ella gera nakað annað slag av átrúnaðarligum virksemi.

Tað merkir, at on-line-gudstænastur, sum annars hava havt sera stóra undirtøku í bygdarligu økjunum í Kina, ikki longur eru loyvdar.

Kinesiska stjórnin er eisini í ferð við at gera eina tjóðskaparliga stigaskipan, sum gevur borgarunum stig eftir teirra atferð. Royndarverkætlanir eru settar í verk í fleiri býum, og verkætlanin skal setast í verk í øllum landinum í 2020. Her verður alt skrásett frá parkeringsbótum til nethandil og lán á bókasøvnum, og serliga átrúnaðarligt virksemi telur niður í stigagevingini. Og tað kann merkja, at børn tíni ikki sleppa inn á universitetið, at tú ikki kanst koyra við almennum flutningstólum ella fáa eitt gott starv.

LES EISINI  Av ótta fyri ágangi torir Bretland ikki at geva Asia Bibi friðskjól

Kirkjur verða tiknar niður, og tey kristnu handtikin

Tað er ikki bara á netinum, at kinesiska stjórnin táttar takið. Í 2018 vórðu fleiri stórar kirkjur stongdar ella tiknar niður. Seinast varð ein av størstu kirkjunum í Kina “Beijings Zion Church” stongd, tí tey ikki vildu seta vakmyndatól hjá statinum upp í kirkjuni. Jin Mingri, prestur í Zion Church sigur, at 2018 hevur verið eitt serligt ár fyri kinesisku kirkjuna.

– Fyrr í tíðini fekk ein frið fyri stjórnini, so leingi ein ikki blandaði seg upp í politikk, men nú er tað soleiðis, at um tú ikki stuðlar kommunistisku kósini ella ikki sýnir kærleika til stjórnarflokkin, so ert tú eitt mál fyri forfylging, sigur Jin Mingri, prestur, sum eftir at kirkja hansara varð niðurtikin, fekk eina rokning uppá eina millión krónur fyri útreiðslur í samband við niðurtøkuna.

Hvønn mánað verður ein kirkjubygningur í Kina oyðilagdur ella stongdur.

Hóast støðan er trupul, so merkir tað ikki, at kirkjuvøksturin er steðgaður, tvørturímóti. “Størri forfylging, størri vøkstur”. Tað eru orðini frá fyrrverandi leiðaranum í kinesisku undirgrundskirkjuni, Peter Lam. Í meira enn 20 av sínum 88 liviárum sat hann í fongsli, og kirkja hansara varð stongd ferð eftir ferð, tó uttan at vøksturin nakrantíð steðgaði orsakað av tí.

LES EISINI  Tey kristnu í Myanmar: “Biðið fyri okkum”

Tað eru ikki bara bygningarnir í Kina, sum eru í vanda. Kristin í hundraðtali eru fongslað í ár, og í november í fjør varð katólski biskupurin Peter Shao Zhumon handtikin og fongslaður fyri fimtu ferð. Alment kallar løgreglan tað fyri “kravt farloyvi”, men sambært biskupinum sjálvum er talan um harðliga avhoyring og hugburðsávirkan. Enn fleiri prestar eru í dag fongslaðir, og í løtuni eru fýra prestar handtiknir, uttan at fólk vita, hvar teir eru, og hvussu støða teirra er.

Tey kristnu í Kina stríðast tó av øllum alvi fyri at yvirliva, og mong kristin halda fram við sínum gudstænastum, eisini eftir at teirra kirkjur eru stongdar ella tiknar niður. Presturin Jin Mingri lýsir lívið sum kristin í Kina soleiðis: – Sjálvandi eru vit bangin, vit búgva í Kina, men vit hava Jesus.

 

Kelda: Open Doors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina