Leah ikki leyslatin enn

Fyri umleið einum árum síðani burturflutti islamiski yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram 15 ára gomlu Leah Sharibu og 104 onnur úr Dapchi Secondary School í statinum Yobe í landnyrðinspartinum av Nigeria. Ein mánað seinni vórðu øll leyslatin uttan Leah. Hon varð afturhildin, tí hon noktaði at sleppa síni kristnu trúgv.

Seinasta sunnudag endurnýggjaði familjan hjá Leah sína áheitan til sambandsstjórnina og altjóða samfelagið um, at tey ikki skulu sleppa stríðnum fyri dóttur teirra. Mamman, Rebecca, eggjaði Buhari forseta, eins og USA og Stórabretlandi til at gera alt fyri at bjarga dóttur hennara. Hon eggjaði forsetanum og stjórnarsendinevndini til at halda tað lyftið, sum tey góvu, tá tey vitjaðu hana í fjør.

“Forsetin tosaði við meg í telefon og heitti á meg um ikki at stúra, og hann tryggjaði mær, at dóttir mín fór at verða leyslatin. Tríggir ráðharrar vitjaðu meg eisini og vissaðu meg um, at hon fór at verða leyslatin, men higartil havi eg einki hoyrt.”

LES EISINI  Norðurkorea framvegis torførasta land at vera kristin

Open Doors hevur javnan verið í samband við familjuna hjá Leah og bjóðar teimum bæði praktiskan og sálarligan stuðul. Felagsskapurin heitir eisini á kristin um at biðja fyri, at Leah sleppur leys, og fyri familju hennara.

 

Kelda: Open Doors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina