Leiðsluráðstevnan byrjar í annaðkvøld

Í annaðkvøld kl.17.30 byrjar Leiðsluráðstevnan anno 2022 í Nesvík 17 ár aftaná fyrstu stevnuna av hesum slag, sum tá varð hildin í Tabor á Toftum

Umleið 60 stýrislimir hava teknað seg til hesar 2-3 dagar.

Skeið, matur og gisting er alt við í samlaða pakkanum og dýnir og koddar eru á kømrunum. Dýnu-og høvda betrekk fáast til leigu í Nesvík, uttan so, at tit taka tykkara egna við.

Um tit vilja kanna, hvat og nær tað ymiska hendir, so trýst á hesa leinkju.

Alt er gjørt klárt og vit gleða okkum at síggja tykkum.


Fyriskiparnir

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina