Ljóskontakt og sólarrenning

Mangir eru hættirnir at fáa ljós. Tú kanst til dømis trýsta á eina ljóskontakt, ella tú kanst bíða til sólarrenning.

Kemur tú inn í eitt myrkt rúm, trýstir tú á ljóskontaktina. Við eitt hendir broytingin. Tað myrka rúmið verður alljóst.
Ert tú úti eina myrka nátt, mást tú bíða, til sólin rísur. Tá morgunin nærkast, lýsnar eysturhimmalin. Skjótt kagar sólin fram. Tað er dagur. Ljóskontaktin gevur tær ljós í somu løtu. Sólarrenningin tekur tíð. Men ljóst verður tað. Í báðum førum.

Fleiri eru hættirnir at blíva frelstur.

Menniskju síggja ljósið frá evangeliinum á ymiskan hátt.

Summi uppliva frelsuundrið, sum tá tú trýstir á eina ljóskontakt. Tey liva burturi frá Gudi. Ganga í myrkri. Fremmand fyri evangeliinum.

So hendir undrið. Tað gjørdist teimum greitt, hvør Jesus er, og hvat hann hevur gjørt. Tey síggja seg sjálv sum syndarar og Jesus sum syndara vinur. Knappliga síggja tey: Tað er meg, frelsan geldur! Tey fara úr myrkri til ljósið. Tað hendir við eitt nú. Eftir einari løtu. Við hvørt tá Guds orð verður boðað. Aðrar tíðir yvir einari opnari Bíbliu. Ella í samrøðu við eitt medmenniskja.

LES EISINI  Heilagi Andin

Onnur uppliva frelsuundrið sum eina sólarrenning. Syndarin livir í myrkri. Skilir ikki so nógv av boðskapinum um Jesus. Bíblian tykist trupul. Gud er fjarur. So byrjar nakað at henda. Evangeliið opnar seg. Stigvíst kagar ljósið fram. Tað gerst einum greitt, hvat Jesus hevur gjørt. Ein fær at síggja tann stóra samanhangin. Gud sum skapara, syndafalsins vanlukkuligu fylgjur fyri menniskjuna. Guds stóra kærleika, offurið, sum Jesus gav, og frelsuvegin, sum liggur har: Trúgv upp á Jesus! Uttan gerningar.

So lýsnar fyri degi. Tað tók sína tíð. Men nú stendur ein har í ljósinum frá Guds náði. Frelst/ur.

Tey, sum liva í sínari barnatrúgv, uppliva oftast frelsuna sum eina sólarrenning. Men nøkur fáa eisini eina “ljóskontaktaruppliving.”

Tey, sum tilvitað hava livað burturi frá Gudi, kunnu eisini koma at síggja frelsuna sum eina sólarrenning. Men her hendir tað oftari, at Gud “trýstir á ljóskontaktina”.

Tað er lítið skilagott at kjakast um, hvat ið er tann rætti hátturin, sum ger, at tað gerst ljóst. Sólarrenning ella ljóskontaktin. Tað týdningarmesta er, at tað verður ljóst, ikki hvussu tað hendir.

LES EISINI  Tað gamla menniskjað

Tey trúgvandi hava øll sína uppliving av at hava fingið Jesus at sæð. Tíverri hava vit eisini ein ávísan hug at hugsa, at okkara frelsuuppliving er tann einasta rætta. Øll skulu uppliva frelsuna soleiðis sum vit, um tað skal vera rætt. Tað kann lætt enda galið.

Lívið er ov ríkt og frelsan ov stór til, at alt kann trýstast inn í ein ávísan form!

Takka Gudi fyri, at tú fekst at síggja evangeliið. Gjarna eisini fyri, soleiðis sum tað hendi. Takka Gudi fyri hini, sum fingu ljósið at síggja. Tað hendi kanska ikki á sama hátt sum hjá tær. Hvat ger tað? Tey eru jú frelst!

 

Til um hugsanar…

Les, hvussu hesir bíbilsku persónarnir fingu Guds frelsu at síggja:
Paulus (Áps 9), Sakeus (Luk 19), Nikodemus (Jóh 3), Levi (Matt 9),
Pætur (Jóh 1), hin lamni maðurin (Mark 2).
Vórðu teir frelstir á sama hátt?
Varð nakar av teimum meir ella betri frelstur enn hinir?

 

LES EISINI  At játta synd fyri menniskjum

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina