Norra: Fráskiljing av óføddum við Downs syndromi aftur til umrøðu
Í Norra er fráskiljing av óføddum børnum við Downs syndromi aftur komið til politiska viðgerð, skrivar danski felagsskapurin Retten til Liv á facebooksíðu síni. Tað var prísurin, sum norski forsætisráðharrin mátti gjalda fyri at fáa Kristiliga Fólkaflokkin framhaldandi at stuðla stjórnini.
Kjakið er heitt, og kvinnurørslan í Norra er longu farin út á gøtuna og hevur boðað frá fleiri stórum mótmælisgongum ímóti eini og hvørjari skerjing í fosturtøkulógini.
Í hesum sambandi hevur ein pápi at einum drongi við Downs syndromi skrivað eina kronikk á heimasíðuni hjá NRK. Tí hetta kjakið er náðileyst og harðligt fyri tey, sum alt snýr seg um – børnini við Downs syndromi og familjur teirra.
Pápin gevur hesi fimm góðu ráð til teirra, ið luttaka í kjakinum:
- Set teg inn í tað, sum tú tosar um (til dømis vísa kanningar, at menniskju við Downs syndromi hava størri nøgdsemi og eydnu enn onnur. Hvussu ofta verður sagt frá tí?)
- Brúka fordómsfrí orð
- Ver forvitin eftir at vita, hvat mótparturin heldur
- Arbeið ímóti fordómum og mismuni móti fólki við Downs syndromi
- Góðtak ikki bara tað verandi