Nýggja høllin í Nesvík verður vígd 27. apríl!

Símun P. Jacobsen, formaður í høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónini, hevur júst hildið sína árligu formansfrágreiðing á ársmøtinum. Hann nevndi nógv áhugavert, men serliga forvitnisligt er, at hann kunngjørdi, at víðkaðu karmarnir í Leguhúsinum í Nesvík verða vígdir leygardagin 27. apríl.

Formaðurin nam millum annað við evnið fyri ársmøtið í ár: “At tæna í trúgv, vón og kærleika”. Tí Heimamissiónin er ein missiónsrørsla, har sera mong virka við í sjálvbodnari tænastu, bæði um landið og í tí arbeiði, sum felagsarbeiðið fyri alt landið stendur fyri, á landi, sjógvi og uttanlands. Símun takkaði fyri tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt, og eggjaði samstundis til ágrýtni í tænastuni.

Símun nevndi eisini takksamur, at Heimamissiónin sjeynda árið á rað hevur eitt yvirskot í rakstrinum, hesaferð á góðar 400.000 krónur. Og samstundis eggjaði hann til áhaldandi gávumildi, so nýggjur trúboðari kann verða settur. Tí stórur partur av yvirskotinum kemur frá eingangsátakum.

Formaðurin kom eisini inn á, at Heimamissiónin er ein kirkjulig rørsla, og at tað er har, at kall hennara í stóran mun liggur. Hann nevndi avbjóðingina, at sekulariseringin í Føroyum er sterk, ikki einans í høvuðsstaðnum, og at hetta eigur at eggja okkum sum missiónsrørslu, ikki at falla í fátt, men tvørturímóti at vera enn meira ágrýtin í tænastuni.

LES EISINI  Myndir: Gólv lagt á í nýggju høllini í Nesvík

At enda mintist formaðurin tveir persónar, sum eru farnir síðani seinasta ársmøti: Gullak Hansen, trúboðara, og Ámund Berthelsen, sum í mong ár sat í høvuðsstýrinum, millum annað sum formaður.

Vígslan av nýggju høllini og millumbygninginum verður sum nevnt 27. apríl, og sjálvandi verður nógv gjørt burturúr. Hetta er samstundis dagin fyri, at stóra familjutiltakið við gestum frá Sat-7 verður.

Eftir formansfrágreiðingina helt Andrias Magnussen, aðalskrivari, sína fyrstu arbeiðsfrágreiðing, og síðani legði Miriam Haraldsen, statsautoriseraður grannskoðari hjá Spekt, ársroknskapin fyri 2018 fram.

Myndirnar eru frá fyrrapartinum og seinnapartinum á ársmøtinum í Nesvík.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina