Prógv um torskilda landið, Edóm

Granskarar hava møguliga funnið prógv um tað bíbilska landið, Edóm – kongaríkið hjá eftirkomarunum eftir Esav – í Arava oyðimørkini.

Sum eftirkomarar eftir Esav, tvíburðabeiggjan hjá Jákupi, verður fólkið í Edóm vanliga sett í samband við skyldfólkini í Ísrael. Sambært uppteljingina í Fyrstu Mósebók (36,31-39) hevði Edóm havt kongar, sum ráddu, langt áðrenn Sául sat á síni trónu. Einaráðisveldi ber vanliga boð um eitt samfelag við einum strangliga miðsavnaðum stýri við einum sterkum høvuðsstaði. Men kongaríkið Edóm, sum var til áðrenn Ísrael, hevur í langa tíð smoygt sær undan fornfrøðingum.

Uttan um Bíbliuna er einki ítøkiligt prógv fyri, at kongur ráddi í Edóm seint í bronsuøldini ella tíðliga í jarnøldini. Heldur ikki er nakað fornfrøðiligt prógv fyri, at nakar hevur búð har áðrenn hetta. Av hesum hava mong dagfest slíkar hendingar sum Fyrstu Mósebók 36 til at fara fram í fyrru helvt av 8. øld fyri Kristi føðing (nógv seinni enn dagfestingin í Bíbliuni, red.). Á teimum døgum var kongaríkið Edóm ein rótfestur og fíggindaligur granni hjá Ísrael, sum lá á Edóm háslættanum í Jordan – tætt við Petra, í ein landsynning úr Deyðahavinum.

LES EISINI  Ringur við navninum hjá Pilatusi funnin

Ezra Ben-Yosef, á deildini fyri fornfrøði og fornari eysturlendskari mentan, og Tom Levy, á universitetinum í California, San Diego, eru leiðarar fyri ein bólk av granskarum við universitetið í Tel Aviv. Bólkurin hevur nú avdúkað nýggj prógv, sum kunnu hjálpa til við at loysa gátuna um eitt gamalt edómitiskt kongaríki. Tær vísindaligu kanningarnar eru útgivnar í tíðarritinum PLOS ONE, og tær vísa á prógv úr Arava oyðimørkini fyri einum “hátøkniligum neti” av koparframleiðslu í tí edómitiska økinum. Í gomlum døgum var kopar sera nógv eftirspurt, tí tey brúktu tað, tá tey gjørdu vápn og amboð, og framleiðslan av kopari var rættiliga fløkjaslig. Hetta framkomna framleiðslunetið bendir á, at eitt miðsavnað stjórnarvald var í landinum, sum hevði eftirlit við framleiðsluni.

Við at nýta ein arbeiðshátt, har denturin verður lagdur á javnvágsfyrimyndina, lýstu granskararnir úrslitini úr aldargomlum koparnámum í Jordan (Faynan) og Ísrael (Timnah), fyri at kanna menningina í koparframleiðsluni frá ár 1.300 til 800 f. Kr. Kanningin vísti á eina týðiliga minking av kopari í ilskuni (slagguni) – tað er burturkastið av koparúrdráttum í málmbrenningini – við námini, og hetta bendir á, at framleiðslugongdin gav nógv meira og gjørdist meiri tíðarhóskandi, sum árini gingu.

LES EISINI  Hylurin Siloam, har Jesus grøddi blinda mannin

Granskararnir halda, at broytingin í koparframleiðsluni var úrslit av egyptisku innrásini undir stýrinum hjá Shoshenq 1 (í Bíbliuni nevndur Sjisjak) í tíggjundu øld f. Kr. Hetta kann vera hent samstundis, sum kamelar komu í økið.

– Tað nýggjasta, sum vit hava funnið, mótprógvar áskoðanini, sum nógvir fornfrøðingar hava um, at í Arava búðu blandaðir ættbólkar, og tað passar saman við bíbilsku søguni um, at eitt edómitiskt kongaríki var her, greiddi Ben-Yosef frá. – Ein blómandi koparídnaður í Arava kann bara leggjast undir eina miðsavnaða og tignarskipaða stjórnarskipan, og hetta kann hóska saman við bíbilsku frágreiðingini av tí edómitiska landinum.

Tað nýggja prógvið vísir á, at áðrenn edómitarnir bygdu sín høvuðsstað á háslættanum, vóru teir eitt samansett og skipað kongaríki av nomadum, sum reikaðu um og búðu í telti. Hóast tey ikki bygdu bygdir ella býir, so høvdu tey kirkjugarðar og eitt samansett net av námum, har tey brendu málm av ymsum slagi, og hetta var ein víðfevnandi hjálp til ríkidømið í landinum. Kanska fara prógv einaferð í framtíðini at koma fram um, at henda tjóðin av nomadum sanniliga varð stýrd av einum kongi, “áður enn Ísraelsmenn høvdu kongar.”

LES EISINI  Nýggj gransking: Asteroida legði fornaldarbý í oyði – kann vera Sodoma úr Bíbliuni

 

Kelda: John Drummond í Biblical Archaeology

Simona Johannessen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina