Ringur við navninum hjá Pilatusi funnin

Ein ringur við innskriftini “ogn hjá Pilatusi” er funnin. Spurningurin er bara: Hvørjum Pilatusi?

 

Eftir Seksdagakríggið í juni í 1967 fekk Ísrael brádliga eftirlitið við nýggjum stórum økjum, og ein og hvør fornfrøðingur visti, at her vóru fornlutir í hópatali at finna. Eitt av teimum støðunum, sum ísraelsku fornfrøðingarnir fóra at grava í, var oyðimarkarborgin Herodion, sum liggur 5-6 kilometrar eystanfyri Betlehem. Hetta er eitt risastórt øki við eini borg á einum eftirgjørdum heyggi. Har vórðu funnar stórar mongdir av fornlutum, sum skjótt hópaðu seg upp í køssum á hillunum á goymsluni hjá ísraelsku fornfrøðismyndugleikunum.

Tað verður enn grivið á Herodion. Men ferðin er sett nógv niður, og fyri stuttum gjørdi ein bólkur av fornfrøðingum av at fara at granska í teimum gomlu køssunum. Her funnu teir ein ring av kopari, sum, hóast hann varð funnin fyri 50 árum síðani, ongantíð varð kannaður nærri. Hann varð fyrst reinsaður væl og virðiliga, og síðani avmyndaður við nýggjastu tøknini.

LES EISINI  Nýggj gransking: Asteroida legði fornaldarbý í oyði – kann vera Sodoma úr Bíbliuni

Og úrslitið var stríðið vert. Tað vísti seg, at í ringinum er ein innskrift á grikskum, sum kann týðast “ogn hjá Pilatusi” ella “frá Pilatusi”. Innskriftin stendur kring eina mynd av einum grikskt-rómverskum vínkeri. Hetta er bara aðru ferð yvirhøvur, at tað er funnin ein innskrift við navninum Pilatus. Tað fyrra varð funnið í Kesarea í 1961, og tá Pilatus har eisini varð nevndur við fornavninum Pontius, var tað við vissu talan um rómverska landshøvdingin, sum stóð á odda fyri avrættingini av Jesusi.

Men hvussu er við omanfyri nevnda ringi: Stavar hann frá tí sama Pilatusi? Toymið, sum júst hevur kunngjørt fundið í einum viðurkendum fornfrøðiligum tíðarriti, er sera varið. Tey festa seg við, at kopar var eitt bíligt tilfar. Inngravingin á ringinum er heldur ikki serliga listarliga gjørd. Tey halda, at hon er gjørd lokalt, og við støði í tí halda tey, at tað er mest hugsandi, at tað ikki er persónligi ringurin hjá Pontius Pilatusi, tí hildið verður, at ein ríkur rómverskur landshøvdingi hevði borið ein ring av dýrum metalli, til dømis gulli.

LES EISINI  Ein heilsan úr Ísrael:

Men tað fær tey tó ikki til at halda, at hann ikki hevur samband við Ponitus Pilatus. Hóast tað ivaleyst hava verið aðrir við navninum Pilatus, eru ikki aðrir kendir ígjøgnum keldur í fornøldini. Tað er sostatt eitt sera sjáldsamt navn. Harafturat kemur, at Herodion var undir valdi landshøvdingans og virkaði bæði sum eitt marglætissummarhús og sum goymsla fyri ognirnar hjá landshøvdinganum.

Við støði í hesum er mest hugsandi, at ringurin er vorðin brúktur av starvsfeløgunum hjá Pilatusi, sum høvdu til arbeiðis at umsita tær ognir, sum Pilatus hevði kraddað sær. Tær vórðu stáplaðar upp í Herodion og innsiglaðar við einum “ogn hjá Pilatusi” við innsiglisringinum hjá Pilatusi.

 

Kelda: Kristeligt Dagblad

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina