Promissio søkir eftir trúboðarum til Etiopia
Danski útimissiónsfelagsskapurin Promissio (fyrr Dansk Ethioper Mission), sum Kirkjuliga Heimamissiónin samstarvar við, søkir framvegis eftir trúboðarum til Etiopia.
Tey, ið sett verða, koma at arbeiða í einum av skjótast vaksandi luthersku kirkjum í heiminum og fáa harumframt møguleikan at gerast virkin á einum ella fleiri spennandi arbeiðsøkjum. Av tí at trúboðarar gevast á sumri í 2019, er tørvur á trúboðarum at taka sær av eini røð av uppgávum – bæði innanfyri kirkjuna og í Promissio.
Arbeiðið hjá Promissio í Etiopia
Promissio hevur arbeitt í Etiopia síðani 1948. Sterkt og gott samstarv er við Mekane Yesus-kirkjuna, umframt eitt áralangt samstarv við felagsskapin “Win Souls for God”. Arbeiðið verður bæði gjørt í høvuðsstaðnum Addis Ababa og í landsynningspartinum av landinum, har samstarvað verður við kirkjunnar Wabe Batu-synodu, sum hevur høvuðssæti í Dodola. Samstarvið savnar seg um at luta gleðiboðskapin við fólk gjøgnum bæði orð og gerðir og fevnir partvís um gudfrøðiliga útbúgving, evangelisering og at planta meinigheitir, og partvís um diakonalt arbeiði og menningarverkætlanir.
Møguligar uppgávur
Uppgávurnar niðanfyri eru allar parttíðaruppgávur og eru eitt bland av møguligum uppgávum og uppgávum, sum eru neyðugar at loysa. Alt eftir, hvør umsøkjarin er, kunnu uppgávurnar setast saman á ymiskan hátt til eitt fulltíðarstarv.
- Røkja relatiónina til tær tvær samstarvssynodurnar hjá Promissio – Wabe Batu og Addis Ababa – og arbeiða við serligu avbjóðingum teirra
- Røkja relatiónina til Win Souls for God
- Ráðgeva um evangelisering og um at planta og byggja upp meinigheitir
- Ráðgeva um relatiónir millum kristin og muslimar
- Undirvísa á bíbliuskúla
- Uppgávur fyri Promissio í sambandi við samskifti og fundraising
- Fyrisita grundøkið hjá Promissio í Addis Ababa við bústaði, gestahúsi og etiopiskum starvsfólkum
- Fyrisitingarligar uppgávur fyri trúboðararnar hjá Promissio í Etiopia
Fleiri uppgávur eru møguligar, og fyri Promissio hevur tað týdning, at uppgávurnar verða raðfestar í semju millum trúboðaran, samstarvsfelagan í Etiopia og Promissio.
Íkast trúboðarans
Tann, ið søkir,
- hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir
- hevur hug til, og gjarna royndir við, at arbeiða tvørturum mentanir
- heldur, at tað er spennandi at byggja upp nýggjar relatiónir, og gevur sær far um at røkja tær
- dugir sjálv/ur at leggja arbeiði sítt til rættis og er samstundis smidlig/ur og til reiðar at laga seg til óvæntaðar støður, sum av og á henda í einum etiopiskum konteksti
- dugir at geva tol, um tingini ikki henda so skjótt, sum ein hevði ynskt
- sýnir virðing og lurtar eftir teimum, sum ein møtir, og hevur persónligan integritet
- hevur koyrikort og er sinnað/ur at koyra langar túrar í sambandi við arbeiðið
- tosar enskt og er sinnað/ur at læra amhariskt ella oromo
- verður eggjað/ur av at arbeiða við at styrkja starvsfelagar hjá Promissio og við missiónini hjá Promissio, sum er “Gleðiboðskapurin yvir um mørk – saman við starvsfeløgum okkara”.
Alt tað praktiska
Bústaður: Alt eftir, hvør ein er og hvørjar arbeiðsuppgávurnar verða, verður tað annaðhvørt í Addis Ababa ella í Wabe Batu-synoduni.
Eigur ein skúlabørn, er stórur møguleiki fyri at ganga í altjóða skúla í Addis Ababa. Hinvegin er torført at búgva í Wabe Batu-synoduni við børnum í skúlaaldri. Tí er tað upplagt fyri ein stakan ella hjún uttan skúlabørn at búsetast í Wabe Batu-synoduni.
Møguligur hjúnafelagi: Promissio raðfestir eisini at finna eitt viðkomandi arbeiði til hjúnafelagan.
Longd: Roknað verður við eini starvsetan í fýra ár við møguleika at leingja tíðarskeiðið. Hevur ein ikki royndir við altjóða, kristnum, tvørmentanarligum arbeiði og/ella málførleika í amhariskum ella oromo, er ætlanin, at starvsetanin byrjar við einum tíggju vikur longum fyrireikingarskeiði á All Nations Christian College í Onglandi og síðani málskeið í amhariskum ella oromo í Addis Ababa.
Starvsetan: Sum skjótast eftir avtalu
Umsóknarfreist: Promissio hevur samrøður so hvørt, so ein kann sum skjótast venda sær til Promissio og síðani hava eina óbindandi, avklárandi samrøðu. Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Frede Ruby Østergård, aðalskrivara (frede@promissio.dk, tel. +45 29 72 59 94), ella Simon Schøler Kristensen, samskipara fyri altjóða missión, (simon@promissio.dk, tel. +45 61 71 36 55).