Sangskeiðið 1992 á Glyvrum

So hava vit aftur fingið eitt band við upptøkum frá sangskeiðnum. Hesaferð er tað frá 1992, tá sangskeiðið varð hildið á Glyvrum.

Kórleiðarar vóru Ole Harkjær, Leon Torp Nielsen, Margit Skov Petersen og Snorri Brend. Tað var í 1992, at rytmiski tónleikurin fyrstu ferð var at hoyra á sangskeiði. Og tað sást í fjølmiðlunum. Her ber til at lesa tað, sum Trúboðin skrivaði um ummælið, sum stóð í Sosialinum:

Ummæli av konsertini leygarkvøldið

Tíðindablaðið Sosialurin skrivar í gjár í ummæli af konsertini, at hetta var nakað ”av tí besta føroyskur kórsangur við so stuttum skotbrái kann fáa frá hondini, og heilt avgjørt nógv tað besta ein sangskeiðkonsert higartil hevur havt at bjóða. Og so eitt aftrat:
– Endiliga tók Heimamissiónin tað tiltrongda stigið inn í nútíðina, tá talan er um sang og tónleik. Hetta hendi, við at rútmiski tónleikurin við rútmiskum undirspæli slapp upp í part. Ein kærkomin broyting, ið vónandi verður fylgd upp lokalt”, skrivar blaðið, og leggur aftrat: – Konsertin hesa ferð var ein uppliving av frálíkum kórsangi og tónleiki. Alt náddi hæddina til allarsíðst við felagssanginum ”Nærri, mín Gud, til tín”, tá tær 900 røddirnar lyftu rúmið upp í eina hægri eind! Tey 700 sum lurtaðu, og tey 200, ið sungu, munnu longu gleða seg til næsta ár. (Trúboðin, 1992)

LES EISINI  Opið bræv til Demas
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina