Silent Night
Á jólakonsertini 2020, sum Heimamissiónin skipaði fyri, luttók millum annað Tabitha. Tabitha er ein sangbólkur við nøkrum kvinnum av Argjum.
Sangurin Silent night er ein heimskendur jólasangur. Sangurin hevur sín uppruna í Týsklandi, og varð fyrstu ferð sungin jólaaftan í 1818. Sangurin er umsettur til nógv ymisk mál, og framførdur av nógvum kendum sangarum. Her syngur Tabitha sangin ‘Silent night’.