Stórmøtimyndir frá sunnukvøldinum

Eitt myndasavn frá síðsta tiltakinum á stórmøtunum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Badmintonhøllini í Klaksvík. Um 1000 fólk vóru á møti sunnukvøldið, har Malan Steinhólm fyrst hevði eitt orð til børnini, Andrias Magnussen talaði um “Guds ríki” og Símun P. Jacobsen endaði. Umframt felagssang, sum frálíka orkestrið við strúkarum, blásarum og forsangarum leiddi, sang stóra kórið frá sangskeiðnum.

Eftir møtið varð kunngjørt, at stórmøtini í 2019, um Gud vil, verða í Høllini á Hálsi í Havn vikuskiftið 27.-29. oktober.

LES EISINI  Stórmøtini 2018: Takk fyri í ár
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina