Tríggjar grundir til, at norðurkoreansk kristin ikki siga børnum sínum um trúnna

Felagsskapurin Open Doors greiðir frá, hví kristnir norðurkoreanar ikki siga børnum sínum frá um trúgv sína:

Grundað á okkara loyniligu samrøður við norðurkoreansk trúgvandi, eru tað tríggjar grundir til, at norðurkoreansk foreldur ikki siga børnum sínum frá um evangeliið:

Áhaldandi hugburðsávirkan: Frá vøggu til grøv og frá morgni til kvølds verður ein og hvør norðurkoreanskur statsborgari lagdur undir hugburðsávirkan. Allan dagin, gjøgnum sjónvarp, útvarp, bløð og enntá gjøgnum hátalarar, verður ein lagdur undir propaganda. Eitt tað fyrsta, sum norðurkoreansk foreldur skulu læra síni børn, eru orðini: “Takk pápi, Kim Il-Sung”. Í skúlanum læra tey um Kim-familjuna og teirra undursomu gerðir. Tey níga í virðing frammanfyri standmyndum og myndum. Gjøgnum bøkur og teknifilmar læra tey, at tey kristnu eru óndir njósnarar, sum ræna, pína og drepa ósek norðurkoreansk børn og síðani selja teirra blóð og likamslutir.

Alt ov vandamikið: “Hvønn einasta dag, meðan eg var í Norðurkorea, var eg bangin fyri mínum lívi”, sigur Lee Joo-Chan (dulnevni). Børn ansa ikki altíð eftir trygdini. Tey kunnu av óvart syngja ein sang ella fortelja eina bíbliusøgu fyri vinum sínum. Í skúlanum kann lærarin spyrja, um foreldur teirra lesa úr eini ávísari svartari bók. At boða evangeliið er sera vandamikið!

LES EISINI  Maður úr Norðurkorea flýggjar úr landi sínum: Kemur á vitjan í Føroyum

Eingin sigur teimum nakað: Tíverri eru børn í túsundatali, ja, kanska enn fleiri, vorðin heimleys í Norðurkorea, tí teirra kristna familja er upployst orsakað av deyða, fangalegum ella øðrum sorgarleikum. Av og á eru nøkur so heppin, at tað eydnast teimum at flýggja til Kina, men tey kunnu ikki venda heimaftur. Tað harða lívið í Norðurkorea hevur oyðilagt eitt ótal av familjum, og hetta ræðir tey eftirlivandi børnini fyri lívið.

Loyniliga skápið

Men tað eru framvegis nøkur, sum hoyra evangeliið, ofta av tilvild.

“Heima høvdu vit eitt loyniligt skáp”, sigur Kim Sang-Hwa, sum vaks upp í Norðurkorea. “Tá eg var 12 ár, kom eg av tilvild fram á tað. Hví veit eg ikki, men eg stakk hondina inn í tað, og fekk fatur í eini bók og tók hana út. Eg lat bókini upp og byrjaði at lesa: “Í fyrstuni skapaði Gud himmalin og jørðina””.

Hon fór upp at ristast og misti bókina.

“Eg var so bangin. Eg hevði lært um menningarlæruna, so eg visti, at henda bókin var ólóglig.

Henda uppdaging kundi kosta mær lívið. Eg var bangin fyri at nerta við Bíbliuna, men eg kundi ikki bara lata hana liggja har.

Eg lat eyguni aftur, tók bókina upp og legði hana aftur í skápið. Eg hugsaði um mínar møguleikar: Skal eg siga hetta fyri læraranum? Skal eg fara til tann, sum hevur ábygdina av trygdini í økinum? Í 15 dagar fekk eg ikki hugsað um nakað annað. Eg visti, at eg hevði skyldu til at boða frá hesi ólógligu bók, men hetta fór at raka mína familju. Høvur mítt var fult av spurningum sum: “Hvør er hesin Gud? Ella hvat?””

LES EISINI  Pakistan: Deyðadømda Asia Bibi verður leyslatin

Sannleikin kemur fram

Endiliga fekk Kim Sang-Hwa dirvi til at tosa við pápa sín, um tað, hon hevði sæð.

“Hann var ógvuliga ovfarin og sat við síðuna av mær. So spurdi hann meg: “Sært tú hasi gomlu trøini?” Eg nikkaði. “Hvør gjørdi tey?” spurdi hann. Eg segði, at tað visti eg ikki, og so fortaldi hann mær skapanarsøguna, og um hvussu Gud skapaði Ádam og Evu.

Hann hugdi uppá meg og setti ein annan spurning: “Hvat er tað vandamiklasta dýrið?” Hví, veit eg ikki, men eg svaraði: “Slangan”.

“Tað er rætt”, segði hann. Hann segði mær frá, hvussu syndin kom inn í heimin. Hetta var tann fyrsta av mongum samrøðum, sum vit høvdu um Bíbliuna, um Gud, Jesus og evangeliið.

Hann fortaldi mangar bíbliusøgur fyri mær. Eg var enn ikki rættiliga trúgvandi, men alt hetta gav meining. Eg var harmur um hetta vegna tey mongu menniskjuni, sum ikki kendu sannleikan. Sjálvt mín eldru systkin vóru óvitandi”.

LES EISINI  World Watch List – Nr. 4: Libya

So við og við lærdi familjan Kim Sang-Hwa um søgurnar í Bíbliuni. “Mamma mín lærdi meg at minnast bíbliuørindi og ta ápostólsku trúarjáttanina og fortaldi evangeliið fyri mær.

Abbi mín vísti mær, hvussu ein biður: “Tað er ein samrøða við Gud”, segði hann. “Einki meira, einki minni”.

Abbin tosaði eisini nógv um Jesu afturkomu, og honum longdist eftir henni.

“Fyri meg vóru allar hesar søgur og hugsanir sera áhugaverdar. Eg las eisini í Bíbliuni sjálv, men eg visti, at hetta var vandamikið. Pápi mín legði stóran dent á ikki at siga nakað fyri nøkrum øðrum. Síðani byrjaði hann at biðja, teskandi: “Faðir, hjálp norðurkoreanska fólkinum at søkja títt ríki fyrst”.

 

Kelda: Open Doors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina