Várið er komið – tíðindabræv úr Mongolia

Várið er komið til Mongolia. Eftir ein mánað, har hiti og kuldi hava barst um valdið, hevur hitin vunnið. Dagarnir eru nú sum oftast deiliga heitir, hóast tað enn frystir eitt sindur um náttina. Hetta gevur nýggja orku bæði til okkara og børnini.

Fyrst í apríl vóru vit á skeiði saman við øðrum NLM-trúboðarum (Norsk Luthersk Misjonssamband) úr bæði Mongolia og Miðasia. Vit vóru saman í fimm dagar, har vit vóru til bíbliutímar, hugnaðu okkum, tosaðu um arbeiðið, og sunnudag hevði Silas gudstænastu fyri okkum øllum. Børnini høvdu serstaka skrá, har tey spældu nógv úti í skóginum og eisini svumu í einum sera køldum svimjihyli á hotellinum.

Tað var deiligt at koma at kenna aðrar trúboðarar betur og hoyra, hvussu tey arbeiða í londum, sum eru meira afturlatin enn Mongolia. Vit fingu nógvan íblástur, hvussu vit her í landinum skuldu arbeiða víðari.

Í Vesturmongolia býr ein maður, sum hevur sýnt kristindóminum áhuga. Silas hevur tosað við hann, hvørja ferð hann hevur vitjað í býnum, og hann hevur eisini regluligt samband við NLM-trúboðarar í býnum. Vit hava havt nógv prát um munir á hansara átrúnaði og okkara. Í fyrstuni var hansara mál, at hann skuldi sannføra okkum um, at Bíblian ikki er røtt og vit skuldu trúgva tað sama sum hann. Men aftaná at hann fór undir at lesa í Bíbliuni og fekk svar uppá sínar spurningar, broyttist hann. Og fyri minni enn viku síðan tók hann móti Jesusi! Hann vil eisini fegin verða doyptur, men fyrst má hann fáa upplæring. So Silas er við at umseta turkiska dópstilfarið til hansara mál; deiligt at kunna brúka málið og tíðina uppá hetta! Tó fær tað uttan iva stórar avleiðingar fyri hann, tá fólk hoyra, at hann hevur tikið móti Jesusi. So biðið endiliga fyri honum.

LES EISINI  Føddur hindu prestasonur í India –nú kristin skúla- og barnaheimsleiðari í India

Í Ulaanbaatar eru vit farin at lesa mongolskt fýra dagar um vikuna. Tað er eitt sindur fløkjasligt at læra tvey mál samstundis, og tí hava vit gjørt av, at síðsta tíðin her, áðrenn vit flyta til Khovd, skal brúkast uppá mongolskt. Tá vit so flyta til Khovd, fara vit aftur undir at lesa eitt annað mál fulla tíð. Tað gongur tó væl við tí mongolska, og serliga Julianna er sera hugtikin av hesum løgna málinum, sum er rættiliga øðrvísi í mun til tey mál, vit áður hava lært.

Ein amerikonsk familja, sum vit hava samstarvað nógv við, er júst komin aftur til Ulaanbaatar. Tey vera tó bert verandi ein mánað, av tí at mongolska lógin um átrúnaðarligt visum kanska fer at broytast. Summi ynskja at gera tað truplari hjá trúboðarum at vera í landinum. Familjan hevur stórt ynski um at halda fram í tænastuni í landinum, so vit mugu biðja um, at lógin ikki verður broytt. Ætlanin er eisini, at Silas skal hava átrúnaðarligt visum. Hetta gevur stórar fyrimunir, tá tað kemur til at arbeiða í luthersku kirkjuni her. Um hann ikki fær hetta visum, er neyðugt at arbeiða meira afturhaldandi uttan møguleika at leiða samkomur. Tí hava vit eitt stórt ynski um, at tað má bera til at fáa eitt slíkt uppihaldsloyvi.

LES EISINI  Spildurnýtt bíbliuskúlatilboð í Afrika og Danmark: “Altjóða lærusveinavenjing”

Í farnu viku fingu vit tey góðu boðini, at NLM hevur sett bæði ein volontør og ein lærara til at undirvísa okkara børnum í Khovd frá í summar. Lærarin er ein nýútbúgvin kvinna úr Danmark, og volontørurin er norsk. Vit eru sera takksom fyri, at hetta nú er komið uppá pláss. Áhugavert verður nú at finna útav, á hvørjum máli vit fara at samskifta, tá vit eru saman sum toymi í Khovd. Ein dani, ein norðmaður, ein amerikanari við norskum rótum, sum eisini tosar norskt, og so vit úr Føroyum. Okkurt slag av “blandinaviskum” verður tað helst!

Vinarliga

Julianna og Silas

 

Bønarevni:

  • Maðurin, sum hevur tikið móti Jesusi í Vesturmongolia
  • At lógin um uppihaldsloyvi má vera Guds ríki at frama
  • At síðsta tíðin í Ulaanbaatar má vera ein góð og signað tíð
  • Takk fyri, at vit hava fingið volontør og lærara
  • Fyrireikingar at flyta til Khovd
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina