Andakt til tey gomlu 32

  •  Eg havi onga størri gleði enn hesa, at eg hoyri at børn míni ganga fram í sannleikanum. 

 (3 Jóh 4) 

Vit minnast ikki dóp okkara. Afturfyri goyma vit Gudgivin minni um hátíðarløtur við ein doypifunt, har vit stóðu sum vitni um, a Gud greip inn í lítlu tilveru barnsins og gjørdi tað til sítt barn. Nú er barnið vaksið, gift og farið heimanífrá. Tú verður boðin at vera við, nú hennara børn verða doypt og konfirmerað. 

So kunnu hugsanir steðga einum – var eg nóg trúgvur móti tí ábyrgd, eg játtaði? Sjálvur átti eg ein gubba og eina gummu, sum eg lærdi og kendi so væl, sun eg eri vísur í, hava biðið fyri mær hvønn einasta lívsins dag, tey livdu. Eg havi kanska eisini biðið nøkulunda og havt í huga míni guðbørn í mínum kvøldbønum og nevnt teirra nøvn fyri Gudi.  

So kemur spurningurin: Hevur tú verið tíni egnu bønar starvsbróður? Tað eiga vit at leggja dent á, um bøn tín ikki skal gerast bara orð. At biðja fjórðu bøn í Faðirvár: Gev okkum í dag okkara dagliga breyð – og kanska misrøkja arbeiði sítt og síðan ganga og letast. Tað er at gera Gud til eitt eiti. 

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 10

Á sama hátt, øll forbøn. Er bønin sonn, fer hon fyrr ella seinni at vekja spurningar í mær: Kann eg gera okkurt, og hvat kann eg gera fyri, at tað, eg biði um, kann gerast veruleiki?  

Gævi Gud í ófatiligu miskunn síni veitir okkum ta gleði, sum ein ápostul sigur, er tann størsta, hann veit – at øll míni børn fara fram í sannleika. 

“Tín tænara styrk tú við kraftarhond, og børn hans við andans eldi, lat verkið legnast við teirra hond, lat blóma med oss títt veldi. “ Slb. 324,7  

****

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina