Hvussu boða gleðiboðskapin fyri heimsins eydnusamastu fólkum?

Í mars var úrslitið av World Happines report greitt. World Happines report er ein frágreiðing sum lýsir, hvussu eydnusamir borgarar í londunum kring heimin eru. Úrslitið vísti, fjórða árið á rað, at íbúgvarnir í Finlandi eru teir eydnusamastu í heiminum. Tey norðurlendsku londini Finland, Danmark, Norra og Svøríki hava øll verið í top 10 síðani 2013. Í ár var USA nr. 14 á listanum í mun til nr. 18 í 2020.

Kelda: www.tgc.org
Skrivað hevur Claus Grønbæk. Hann er prestur í Københavnerkirken, og samskipari fyri Acts 29 í Danmark.

“Tað er greitt, at tá ið talan er um, hvussu íbúgvarnir meta sítt egna lív, so er tað okkurt, sum Norðurlondini gera rætt,” viðmerkja rithøvundarnir handan frágreiðingina í einum brotið, sum verður nevnt “Tað norðurlendska frábrygdi: Hvør er orsøkin til at Norðurlond aftur og aftur eru ímillum heimsins eydnusamastu?” Niðurstøðan í frágreiðingini nevnir orsøkir sum lítil mutur, væl virkandi almennir stovnar og stórt sosialt álit, sum grundir til, hví íbúgvarnir í Norðurlondum eru so eydnusamir.

Men, sjálvt sera eydnusamir danir kunnu vera glataðir danir. Í Danmark siga einans 9%, at trúgvin hevur stóran týdning fyri tey, 10% biðja dagliga, og 3% eru í kirkju ella á møti hvørja viku.

Spurningurin er tí hvussu eg, sum í Keypmannahavn, kann sannføra heimsins eydnusamastu fólk, at teimum tørvar gleðiboðskapin um Jesus?

Vilja eydnusom fólk hoyra gleðiboðskapin um Jesus?

Nógvir danir kenna til árligu metingina av heimsins eydnusamastu fólkum, og vita, at vit liggja í oddinum. Men nógv smírast fyri seg sjálvi, tí tey halda ikki, at tey eru glaðari enn onnur fólk.

LES EISINI  Reidar úr Ålesund – ein forbiðjari

Ein orsøk til, at lond sum Danmark hava eydnusamari borgarar enn onnur lond kann vera, at vit hava tað, sum er neyðugt, fyri at doyva pínuna. Vit hava pengar til at halda veitslur, ferðast og keypa koppingarevni, umframt at vit hava ókeypis undirvísing og heilsutrygd. Samstundis, so eru Danmark fremst, tá ið talan er um eydnubollar og rúsdrekkatrupulleikar millum ungdómin.

Hóast fá ganga í kirkju, so er ein stórur meiriluti av fólkinum limur í Fólkakirkjuni – møguliga sum eitt slag av trygdarpolitikki?

Men, onkrastaðni spøkir mistreysti og meiningsloysi, sum fleiri kendir danir m.a. kendi skemtarin Casper Christensen og súkklarin Jesper Skibby hava viðgingið. Teir hava greitt frá, at lívið, sum teir liva, og sum nógv fólk stríðast fyri at uppliva er, tá ið alt kemur til alt, tómt og innihaldsleyst.

So mýtan um, at norðurlendingar eru eydnusamir, og at teimum ikki tørvar gleðiboðskapin um Jesus, kann samanberast við, at tú hyggur eftir onkrum, sum tú kennir á sosialu miðlunum og hugsar, “Tað sær út til at tey hava stýr á øllum, og at tey ongar trupulleikar hava. Tey hava avgjørt ikki brúk, at eg fortelji teimum um Jesus.”

Tað er ein vandamikil lygn. Hvussu kunnu vit stríðast ímóti hesi lygn? Her eru fýra boð.

1. Kom fólkunum nær

Eins og vit, so eru fólk, sum ikki kenna Gud, afturhaldandi við at vera opin um sínar trupulleikar og sítt innara lív fyri einum fremmandum persóni. Tí er umráðandi, at vit koma fólki nær. Tí, um vit ikki eru har, tá ið tørvurin á vón og meining kemur, so er okkurt annað, sum tey troysta seg við – rúsdrekka, eitt joga skeið, rúsevni ella ein golf klubbur.

LES EISINI  Endurskin

Vit mugu tí spyrja okkum sjálvi; hvør er nær? Hvønn leggur Gud mær á hjarta? Hvørjum skal eg vera ljós og salt hjá?

2. Spyr spurningar

Fleiri kristin tora illa at tosa við onnur um Gud, tí tey eru bangin fyri, at tey ikki hava svar á øllum spurningunum.

Í hesum sambandi er áhugarvert at lesa, at Jesus, sum kendi svarið uppá allar spurningar, spurdi nógvar spurningar, tá ið hann tosaði við fólk. Tað kundi verið, at ístaðin fyri at vera so upptikin av, um vit megna at svara øllum spurningum, at vit so heldur skuldu lært okkum at spyrja spurningar. Ærligheit og varnir spurningar kunnu vera við til at skapa eitt rúm, har vit kunnu koma at kennast, soleiðis at vit kunnu tosa opið um, hvat gleðiboðskapurin hevur at týða fyri okkum.

3. Bjóða við í felagsskapin

Aftur og aftur verið eg bergtikin av máttinum í Guds orði. Eg veit, at vit trúgva hesum og játta hetta, tá ið talan er um okkara trúarlæru. Men, trúgva vit hesum í okkara gerandisdegi, ella hava vit størri álit á okkara egnu evnum til at sannføra fólk og arbeiðnum, sum okkara toymi gera?

LES EISINI  Tit hava ongantíð gingið har áður

Guds orð kann broyta hjørtu, og tí mugu vit boða Guds orð í kristna felagsskapinum.

Tað er umráðandi at minnast, at vit ikki halda, at tað bert er ein máti at gera tað uppá. Fólk uttanfyri kirkjuna eru júst líka ymisk sum tey, sum eru innanfyri kirkjuna. Summum dámar best smærri bólkar, har vit kunnu koma hvørjum øðrum nærri. Øðrum dámar betur stórar bólkar, har nógv fólk samlast. Summum dámar best tær friðaligu samrøðurnar, meðan øðrum dámar best eitt gott møti við góðari talu ella undirvísing. Summum dámar betur Bíbliuundirvísing, meðan onnur eru glaðari fyri vitnisburðar. Tí er umráðandi, at vit kenna tey, sum Gud hevur givið okkum at liva ímillum, soleiðis at vit brúka allar møguleikar til at vísa teimum á Jesus (1. Kor 9,22).

4. Lít á Gud

Gud virkar ígjøgnum sítt orð. Hann brúkar kristna felagsskapin sum vitnisburð um hansara kærleika og náði – ikki soleiðis, at vit skulu gerast sjálvglað og dovin, meðan vit bíða eftir, at Gud skal grípa inn, men Gud brúkar eisini matpakkan hjá einum lítlum dreingi til at metta fleiri túsund fólk. Tí kann Gud eisini gera eitt undur við tínum blíðskapi, tínari erligu samrøðu, tínum stillu bønum og tíni innbjóðing til døgurða ella at koma við í kirkju ella á møti.

Lat okkum øll tí taka lut í hesi tænastu at røkka so nógvum sum gjørligt, sjálvt teimum eydnusomu, við sonnu gleðini, sum er í Jesusi.