Hvør kann vera prestur?

Augsburgska trúarjáttanin XII: Hvønn leygardag gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007.

”Um kirkjuligu skipanina læra tey, at eingin má læra alment í kirkjunum ella fara um sakramentini, uttan hann er kallaður á rættan hátt” (14. grein).

Hvussu skal ein svara einum sovorðnum spurningi? Hvat skal gera av, um ein kann vera prestur ella ei? Skal ein prestur vera ein, sum hevur undirtøku frá almenninginum? Skal ein sleppa at vera prestur, um hann bara hevur síni akademisku pappír í lagi?

Hesin orðadrátturin kundi hildið á í áravís, um útgangsstøðið er, at tað er upp til menniskju at gera av. Men er tað ikki so, sum tað eisini er í øðrum kirkjuligum viðurskiftum, at tað er Gud, sum hevur valdið?

Hvør kann prædika?

Í Bíbliuni eru ymiskar uppfatanir av, hvat tað er at prædika. Ikki so at skilja, at Bíblian mótsigur sær sjálvari, men hon hevur eitt breiðari sýni uppá talu, enn ofta er galdandi í kirkjuni í dag.

Bíblian talar um at undirvísa, tala, vitna, profetera, tungutalu, siga vísdóms- og kunnskaparorð…

Spurningurin, sum vit skulu hugsa um, er ikki fyrst og fremst, hvør kann tala um mátan, sum tað gongur fyri seg í dag; men hvussu Bíblian boðar, at tað skal fara fram, og síðani føra tað yvir til nútíðar prædikuskilnað.

LES EISINI  Hvat er ein náðigáva?

Bíblian skilir ímillum ymisk sløg av prædiku/talu; og fyri at gera tað eitt sindur meiri torskilt, so skilir hon eisini ímillum, hvør kann prædika! Eitt er, at Bíblian ger tað klárt, at har eru ymiskar náðigávur; eitt annað er, at hon eisini byrjar at seta kyn á, hvør kann hvat! Onkrar av talináðigávunum kunnu bæði kynini umsita (til dømis profetagávuna), meðan aðrar bert eru fyri menn (at læra).

Hvør kann altso prædika? Jú, øll ið hava kall og náðigávur til tess! Hvør kann so læra? Allir menn, ið hava kall og náðigávur til tess!

Eg haldi, at tað kann vera eitt sindur torført at skilja klárt, nær tað er, tað verður talað “profeta-ligt” og nær tað verður “læru-ligt”! Men so vítt eg dugi at síggja, snýr tað seg mest um, hvør tað er, sum talar! Eg trúgvi, at har er eitt heilt ávíst embæti, sum hevur við læru at gera – nevniliga prestaembætið! (sí til dømis Ef 4,11 og 1 Tim 2,11-3,13)

Hvør kann veita sakramentini?

Til prestatænastuna, sum vit kenna hana, hoyrir eisini at umsita sakramentini. Tað er presturin, sum doypir og sum stendur fyri altarganginum. Hetta er ringt at finna tvingandi bíbilskar orsøkir til. Ongastaðni í Bíbliuni stendur, at tað skal vera prestur, sum umsitur hetta; men soleiðis er tað nú kortini. Og tað er tað ein heilt serlig grund til.

LES EISINI  Tú hevur fingið eina náðigávu

Í Bíbliuni síggja vit eitt nú, at ápostlarnir ofta doyptu, men ikki bert teir. Til dømis var Filip (Áps 8,26-40)  diakonur; Ánanias, sum doypti Paulus (Áps 9), hvør var hann? Han var ein lærusveinur!

Altso einasti opinlýsi førleikin var, at hann var trúgvandi, og tó kundi hann doypa!

Vit kenna tað eisini frá eitt nú neyðdópi; oftari enn so er tað mamman ella pápin, sum doypa lítla barnið. Og tó er tað oftast presturin, sum doypir í kirkjuni. Orsøkin skal finnast í Fyrra korintbrævi 11, har Paulus áminnur um og sigur, at altarborðið skal virðast, og at eingin má eta ella drekka óvirðisliga. Avleiðingin av hesum verður, at henda umsiting verður løgd yvir á hirðan, á prestin fyri meinigheitini, sum nú vanliga, fyri ordans skyld, umsitur sakramentini.

Ein framúr og góð skipan; men sum sagt ikki alneyðug sambært Bíbliuni. Sagt á ein annan hátt, Bíblian er opin fyri hesi siðvenju viðvíkjandi umsitingini av sakramentunum, men áminnir um, at tað skal vera sómi og skil.

LES EISINI  Tú hevur fingið eina náðigávu

At vera rætt kallaður

Hvat merkir tað at vera rætt kallaður til orðsins tænastu? Tað merkir, at ein hevur náðigávur á økinum; at ein av samkomuni verður biðin at koma, og at ein av Gudi er góðtikin til tænastuna.

Har eru altso tvey sløg av kalli, sum skulu verða umhugsað eisini. Fyri tað fyrsta, kallið frá Gudi. Hetta kann óivað upplivast uppá ymiskar mátar, men hevur nakað við náðigávur at gera, samstundis sum tað er í lagi sambært Bíbliuni. Onkur upplivir hetta kallið sum eina sterka trongd í hjartanum, og onkur á ein annan máta. Týdningarmest er at lurta eftir, hvat Bíblian sigur um tað.

Hitt kallið, næsta kallið, er so frá samkomuni. Til dømis at tað er kirkjufólkið, sum kallar ein til at verða prest – ikki biskupur ella løgting – samkoman kallar. Somuleiðis við øðrum orð-tænastum, samkoman kallar ein til at koma og tala.

Kallið, rætta kallið, er altso tvídeilt: Loddrætt, at Gud kallar! Og vatnrætt, at samkoman kallar!

Soleiðis sær tað út til, at Gud hevur skipað tað. Tað eru ikki menniskju, sum gera av, men Gud hevur gjørt tað so, at tey eru við til at rætta einum kallið, sum skal standa í orðsins tænastu.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina