Bíblian – Guds orð (I)

Hvat er Bíblian? Hvønn boðskap ber hon okkum? Kunnu vit líta á hana? Hvønn myndugleika hevur hon? Hvussu er hon vorðin til? Og hvussu eru tekstirnir varðveittir ígjøgnum tíðina? Hvørjir tekstir eru komnir við í Bíbliuna? Og hví eru júst hesir tekstirnir komnir við? Eru feilir í Bíbliuni? Hetta eru bert nakrir av teimum spurningunum. sum eg ætli mær at viðgera í trimum greinum. Her vil eg serliga leggja dent á Bíbliuna sum Guds ósvitaliga orð til okkara. Vónandi kann henda greinarøð eisini vera við til at eggja til sama bíbliuálit, sum vit møta í Sálmi 119,105: “Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.” Hetta er fyrsti partur av trimum.

Halgabók

Bíblia merkir bøkurnar. Bíblian er nevniliga eitt savn av fleiri bókum og skriftum (39 bøkur í Gamla testamenti og 27 bøkur í Nýggja testamenti). Samanlagdar verða hesar bøkurnar eisini kallaðar Halgabók.

Bøkurnar í Gamla testamenti kunnu býtast upp í fýra:

  1. Lógin
  2. Søguligu bøkurnar
  3. Profetarnir
  4. Poetisku bøkurnar.

Nýggja testamenti kann eisini býtast upp í fýra:

  1. Tey fýra evangeliini
  2. Ápostlasøgan
  3. Brøvini
  4. Opinberingin (Redse 1999, s. 48).

Hesar skriftirnar hava umbroytt lívið hjá milliónum av fólkum og givið teimum vón, tá ið alt sá vónleyst út. Í henni hava menniskju fingið eina heilt aðra fatan av, hvussu lívið hongur saman. Tey eru vorðin sannførd um, at Gud veruliga er til, og at hann hevur skapað heimin og givið mannaættini lív.

Í Bíbliuni verða vit eisini kunnað um, hvussu Ádam og Eva vórðu freistað av djevlinum og fullu í synd. Soleiðis sigur Bíblian okkum eisini, hvussu Gud í síni náði fer í holt við at bjarga menniskjuni frá hennara synd og frá revsingini, sum hon hevur uppiborið. Og tað er í hesum samanhanginum, at vónin um hin lovaða Messias verður tendrað. Gud gav ikki mannaættina yvir til sín sjálvs, men gjørdi av at grípa inn í heimssøguna við at senda okkum sín elskaða son og við honum gera ein nýggjan og livandi veg heim til Guds nærveru.

Reyði tráðurin

Tað er hesin sonurin, sum er hin reyði tráðurin ígjøgnum alla Bíbliuna. Hetta lesa vit um á fyrsta sinni í Fyrstu Mósebók 3,15: “Og eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin!” Hesin teksturin verður kallaður protoevangeliið, tí at hetta er so at siga prototypan uppá evangeliið ella hitt fyrsta evangeliið. Her lesa vit altso á fyrsta sinni um lyftið um avkomið, sum skal morla Sátans høvur og harvið alt hansara vald.

Henda lyftisætlanin verður síðani sett í verk, tá ið Gud sigur við Ábraham: “Far burtur úr landi tínum, frá ættarfólki tínum og úr húsi faðirs tíns, til tað landið, ið eg man vísa tær á! Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar. Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna: allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær” (1 Mós 12,1-3).

Seinni verður hetta eisini undirstrikað, tá ið Gud sigur við Ábraham: “Og av avkomi tínum skulu allar ættir á foldini fáa signing…” (1 Mós 22,18). Hetta lyftið verður eisini útlagt av Paulusi í Galatabrævinum 3,13-16, har ið hann millum annað sigur: “…fyri at signing Ábrahams kundi koma til heidningarnar í Kristi Jesusi… Men nú vórðu fyrijáttanirnar givnar Ábrahami og avkomi hansara; – tað stendur ikki “og avkomum”, sum vóru tað fleiri, men “og avkomi tínum,” líkasum tá ið um ein er at tala, og tað er Kristus” (14. og 16. vers).

Paulus visti væl, at hetta lyftið í fyrstu syftu sipaði til Kánáansland, sum Gud hevði lovað eftirkomarunum hjá Ábrahami. Men hann visti eisini, at hetta ikki var tað einasta, sum lyftið sipaði til. Paulus visti, at hitt lovaða landið og avkomið, sum skuldi fáa tað í arv, eisini hevði ein andligan týdning. Endamálið hjá Gudi var ikki einans at geva jødunum Kánáansland, men eisini at veita frelsu til øll tey, sum trúgva á Jesus. Paulus undirstrikar eisini, at lyftið um avkomið veruliga sipar til Jesus.

LES EISINI  Hvussu lesur tú?

Gud sigur altso við Ábraham: Eg vil geva tær avkom. Eg vil geva tínum avkomi land. Og av avkomi tínum skulu allar ættir á foldini fáa signing. Og sum Paulus sigur tað, kemur signing Ábrahams til okkum í Kristi Jesusi (Stott 1968, s. 88). Hetta lyftið er eisini kjarnuboðskapurin í Nýggja testamenti:

Bíbliunnar boðskapur

Heimurin er fallin í synd. Vit merkja fylgjurnar av syndini hvønn tann einasta dag í hesum lívi. Vit merkja sjúkuna í okkara tonkum, og sjúkan verður ferð eftir ferð eisini staðfest við okkara gerðum. Yvir alt gudloysi kemur Guds rættvísi dómur. Hetta sannførir Bíblian okkum um. Heimurin er staddur mitt ímillum himmal og helviti, og tað er bara Jesus, sum kann bjarga okkum.

Hetta er í stuttum Bíbliunnar boðskapur: Menniskjan fellir í synd. Gud er heilagur og rættvísur og revsar alla synd við deyða og glatan. Samstundis er hann eisini kærleiki og vil tí ikki einans uppfylla sína rættvísi, men eisini sín kærleika. Hetta letur seg einans gera í Jesusi, sum livdi eitt syndafrítt lív og tók revsingina, sum vit høvdu uppiborið, á seg sjálvan, so at vit við hansara deyða og uppreisn kundu ognast hitt æviga lívið.

Bíblian sigur sjálv, at hon kann gera menniskju vís til frelsu (2 Tim 3,14-15). Í Bíbliuni hava tey fingið eyguni upp fyri Jesusi og eru vorðin frelst. Tað er eisini Guds størsti vilji, at hansara elskaði skapningur fær lut í ríkinum, sum verður gjørt til reiðar til teirra, sum taka ímóti Jesusi sum Harra og Frelsara (Jóh 14,1-3).

Hvat er Bíblian?

Bíblian leggur dent á, at tað á ongan hátt er menniskjan, sum við sínum egna strevi klárar at koma fram til trúnna á Jesus sum sín persónligan frelsara. Harafturímóti sigur hon, at eingin kemur til Jesus uttan at verða drigin til hansara av sjálvum Gudi (Jóh 6,44). Bíblian sigur okkum altso, hvussu Gud sjálvur grípur inn í ein vilstan og glataðan mannaheim fyri at frelsa menniskju. Tað eru mong, sum halda, at Bíblian einans er ein gomul bók, sum ikki hevur so stóran týdning longur. Tað eru eisini ymiskar meiningar um, hvør Bíblian veruliga er. Summi siga, at Bíblian er Guds heilaga orð, meðan onnur siga, at Bíblian einans er orð, sum menniskju hava skrivað um ein óveruligan Gud. Hvør frágreiðing er so hin sanna?

Bíblian greiðir okkum sjálv frá, hvør hon er. Álitið til hesa frágreiðing botnar í síðsta enda í, um vit eru trúgvandi ella ikki. Sjálv sigur Bíblian, at eingin kann koma til trúgv av sær sjálvum. Tað er altso eingin, sum brádliga sær, at Bíblian talar satt, um ikki Heilagur Andi fyrst og fremst sannførir viðkomandi um hetta. Men um ein ikki trýr, at Heilagur Andi er til, ella um ein ikki vil lurta eftir honum, tá verður úrslitið sjálvandi eisini hareftir.

Ein vegvísari til Guds

Sjálvur trúgvi eg fult og fast á, at Bíblian er tað, sum hon sjálv sigur seg vera, nevniliga Guds orð. Til hetta eru tað óivað summi, sum høvdu sagt, at tað er tað reina møsn at siga, at Bíblian er Guds orð. Men hinvegin hevur ivi verið sáddur um Guds orð líka frá byrjannini, tá ið ormurin/djevulin, sum er faðir at lygnini, segði við kvinnuna: “Man nú Gud hava sagt…” (1 Mós 3,1).

LES EISINI  Nýggja testamenti

Bíblian er ein gomul bók, sum ivi altíð hevur verið sáddur um, og sambært Calvin var júst hetta eisini ein próvgrund í sær sjálvum. Calvin peikaði nevniliga á Bíbliunnar trúvirði við at peika á Bíbliunnar aldur. Bíblian hevur yvirlivað eitt og hvørt álop ímóti henni, og tað er eingin orsøk til at halda, at hon ikki fer at halda fram við at yvirliva. Eingin bók hevur staðið fyri so nógvum skotum sum júst Bíblian, men tó hevur hon so dyggiliga staðið tíðarinnar roynd (Sproul 2003, s. 190).

Ivi um Guds orð hevur altso verið til líka leingi, sum menniskjan hevur verið til. Tí hevur tað eisini sera stóran týdning fyri okkum og alla mannaættina, at vit áhaldandi undirstrika tað sama, sum Bíblian sjálv undirstrikar, nevniliga at Bíblian er Guds orð. Hetta mugu vit gera, tí at Bíblian sigur okkum sannleikan. Hon sigur okkum nágreiniliga, hvussu alt veruliga hongur saman, hví mannaheimurin er, sum hann er, og hvussu Gud hevur sett sær fyri at bjarga mannaættini ígjøgnum sín elskaða son. Tá ið Bíblian liggur opin fyri okkara eygum, liggur sannleikin eisini opin fyri okkara eygum.

Vegna syndafallið eru vit tó vorðin so blind, at vit ikki síggja sannleikan, um Gud ikki fyrst og fremst opinberar hann fyri okkum við Heilagum Anda. “Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan” (Jóh 16,13). Mannaættin fall so djúpt í synd, at hon ikki einans varð blind. Hon misti eisini hugin til at síggja Gud og vera saman við honum. Tað er hetta, sum er trupulleikin. Tann einasti, sum kann lata okkara eygu upp, er Jesus, og til júst hetta brúkar hann Bíbliuna. Við øðrum orðum er Bíblian ein vegvísari til himmals.

Í bókini Pílagrímsferðin hjá John Bunyan lesa vit, at høvðuspersónurin, Kristin, verður spurdur: “Ert tú nú vissur í, at tú kanst líta á orðini í tínari bók?” Tá svaraði Kristin: “Ja, tað er heilt vist, tí at eg havi fingið hana frá honum, sum ikki kann lúgva!” (Bunyan 2006, s. 15)

Tað er mín bøn, at Gud má geva okkum hetta sama álitið á Bíbliuna! Hon er samanumtikið ein vegvísari til hin himmalska staðin. Og tað sigur jú seg sjálvt, at hesin vegvísarin einans kann verða okkum at gagni, um vit hava fult álit á honum.

Kristindómur og annar átrúnaður

Vit liva í einari tíð, har ið sera nógv fólk ikki duga at síggja nakra orsøk til at velja eina trúgv fram um eina aðra. Tvørturímóti sært tú ymiska átrúnaðin sum gøtur á ymiskum síðum á einum fjalli, men sum tó allar leiða ein niðan á hin sama fjallatindin. Vit siga, at kristindómur er sannleiki. Onnur siga, at islam er sannleiki. Aftur onnur siga, at ateisma, buddisma og hinduisma eru sannleiki. Og so er niðurstøðan: “Ein og hvør er sælur í sínari egnu trúgv.” “Allir vegir føra til Róm.” “Allar áir renna út á sjógv.” Hetta ljóðar kanska nokkso fínt, men tað gevur tó onga meining, tí at allar hesar sannføringarnar eru so ymiskar í sínum innihaldi, at tær als ikki kunnu sameinast. Tað er altso sera veruleikafjart yvirhøvur at siga, at allur átrúnaður á hvør sín hátt leiðir ein upp á hin sama fjallatindin, og at alt onkursvegna er líka satt og líka nógv galdandi.

Um vit leita aftur til sjálva Bíbliuna, so kunnu vit til dømis lesa um eina hending í Fyrru Kongabók 18,20-39, sum lýsir fyri okkum, hvat ið tað heila veruliga snýr seg um, tá ið okkara Gud og ymiskir aðrir “gudar” verða settir upp ímóti hvør øðrum. Her lesa vit um, hvussu profeturin Elia bjóðar Báals profetum av til eina gudaroynd. Elia var einsamallur ímóti 450 báalsprofetum, men ein maður saman við Gudi er ein meiriluti. Hetta kom eisini til sjóndar, tá ið gudaroyndin á Karmel var liðug og Gud hevði opinberað seg sum tann eina sanna Gud fyri øllum teimum mongu fólkunum, sum fylgdu avgudinum Báali.[1]

LES EISINI  Filmur um bíbliur, sum góvu hermonnum vón, avvístur av biografum

“Men um tað mundið, tá ið grónofrið skuldi verða framborið, steig Elia profetur fram og mælti: “Harri, Gud Ábrahams, Ísaks og Ísraels! Lat tað í dag verða kunnugt, at tú ert Gud, og at eg eri tænari tín, sum hevur gjørt alt hetta eftir tínum orðum! Hoyr meg, Harri; hoyr meg, so hetta fólk má sanna, at tú, Harri, ert Gud, og at tú snýrt hjørtu teirra aftur til tín!” Tá fell eldur Harrans niður og oyddi brenniofrið, brenniviðin, steinarnar, ja, eisini vatnið í veitini turkaði hann upp. Men tá ið alt fólkið sá hetta, fullu tey fram eftir rommum og søgdu: “Harrin er Gud! Harrin er Gud!” (36.-39. vers).

Gud prógvaði, at hann er Gud og at orðini hjá Elia vórðu talað við guddómligum myndugleika. Hetta er nakað, sum vit kunnu lesa um ferð eftir ferð í Bíbliuni.

Undrini í Nýggja testamenti tæntu eisini hinum sama endamálinum. Tey undirstrikaðu bæði Jesu og ápostlanna myndugleika. Og fyri hesari staðfestingini kann ein antin herða sítt hjarta líka sum Fárao, ella kann ein taka undir við Nikodemusi og siga: “Rabbi, vit vita, at tú ert lærari, komin frá Gudi; tí at eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Gud er við honum” (Jóh 3,2).

Elia rópaði á Harran. Báalsprofetarnir rópaðu á Báal. Tað var bara ein, sum svaraði. Og tað verður altíð bara ein, sum svarar, tí at tað er bara ein Gud. So er spurningurin, um vit rópa á Gud ella út í tóma luft. Hetta er eisini tað, sum Bíblian hjálpir okkum við. Hon vísir okkum, hvønn vit skulu rópa á. “Og tað skal verða, at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur” (Áps 2,21). Sum okkara vegvísari vil Bíblian nevniliga vísa okkum á rætta leið og upplýsa okkara hjørtu, soleiðis at vit síggja veruleikan í eyguni, líkasum tey gjørdu á Karmel, tá ið tey søgdu: “Harrin er Gud! Harrin er Gud!”

 

Bókmentir

Bruce, F. F. 1981. The New Testament Documents – Are They Reliable? Illinois: InterVarsity Press.

Bunyan, John (2006): Pilgrimsvandringen, København, Credo Forlag.

Kaiser, Walter C. (2001): The Old Testament documents: are they reliable & relevant? England, InterVarsity Press.

Redse, Arne (1999): Mennesket i Guds verden, Bergen, Fagbokforlaget.

Schreiner, Thomas R. (2003): The New American Commentary: 1, 2 Peter, Jude. Nashville, Tennessee, Broadman & Holman Publishers.

Skrift & åbenbaring (1997): København, Credo Forlag.

Sproul, R. C. (2003): Defending Your Faith: An Introduction to Apologetics. Wheaton, Illinois, Crossway Books.

Stott, John R. W (1968): The Message of Galatians, The Bible speaks today. England, InterVarsity Press.

Stott, John R. W (1994): The Message of Romans, The Bible speaks today. England, InterVarsity Press.

Wisløff, Carl Fr. (1946): Jeg vet på hvem jeg tror! Bergen, A.s. Lunde & Co.s Forlag.

Wisløff, Carl Fr. (2004): Eg trúgvi. Nesvík, Heimamissiónsforlagið.

Life Application Study Bible, NIV (1991): Grand Rapids, Michigan, Zondervan.

 

[1] Báal var hin mest virdi gudurin í Kánáan. Hann var myndaður eftir einum tarvi, sum var eitt symbol uppá styrki og vakstrardygd. Ísraelsfólk fullu ferð eftir ferð fyri freistingini til at dyrka Báal, har skøkjulevnaður til dømis eisini var ein fastur táttur. Hesin avgudurin var altso ein endurspegling av girndini hjá fólkinum eftir valdi og sex (Life Application Study Bible 1991, s. 235).

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 2/2015.

Annar partur av trimum verður at lesa næsta hósdag.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina