Bíblian – Guds orð (III)

Hvat er Bíblian? Hvønn boðskap ber hon okkum? Kunnu vit líta á hana? Hvønn myndugleika hevur hon? Hvussu er hon vorðin til? Og hvussu eru tekstirnir varðveittir ígjøgnum tíðina? Hvørjir tekstir eru komnir við í Bíbliuna? Og hví eru júst hesir tekstirnir komnir við? Eru feilir í Bíbliuni? Hetta eru bert nakrir av teimum spurningunum. sum eg ætli mær at viðgera í trimum greinum. Her vil eg serliga leggja dent á Bíbliuna sum Guds ósvitaliga orð til okkara. Vónandi kann henda greinarøð eisini vera við til at eggja til sama bíbliuálit, sum vit møta í Sálmi 119,105: “Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.” Hetta er triði og seinasti partur.

Gud hevur avgjørt at opinbera seg ígjøgnum skrift. Tí er Skriftin Gud-menniskjulig. Skriftin er Guds orð, tí Orðið er komið frá Gudi. Hon er menniskjulig, tí at hon er skrivað av menniskjum. Tí kunnu vit siga, at hon er Gud-menniskjulig.

Carl Fr. Wisløff sigur: “Bíblian vitnar sjálv greitt um sín innblástur: “Ein og hvør gudinnblásin skrift…” (2 Tim 3,16). Harvið er tað sagt, at Guds Heilagi Andi var virkin á ein heilt serligan hátt, tá ið bøkurnar í Bíbliuni vórðu skrivaðar. Um hetta Andans virki eru tað serliga tvey ting at nevna. Fyri tað fyrsta var tað Heilagur Andi, sum kallaði profetar og ápostlar til at skriva. “Tá segði Harrin við Móses: “Rita hetta í bók…” (2 Mós 17,14). “Tað, sum tú sært, skriva tað í bók…” (Opb 1,11). Tá ið hetta kallið til at skriva kom yvir hinar heilagu rithøvundarnar, fylti Andin teir á ein heilt serligan hátt. Og tá ið teir ikki vóru undir hesum kallinum, vóru teir heldur ikki innblástir ella uttan lýti. Tá kundu teir bæði hugsa og siga okkurt skeivt, júst sum øll onnur… Fyri tað næsta, segði Andin teimum, hvat teir skuldu skriva, og hvussu teir skuldu skriva tað. Tað stendur nevniliga, at øll Skriftin er innblást av Gudi (2 Tim 3,16). Heilagur Andi hevur syrgt fyri, at Bíblian inniheldur júst tað, sum hon skal innihalda” (Wisløff 1946, s. 21, egin umseting).

Gud hevur skapað nakað fullkomið gjøgnum ófullkomin menniskju. Hann hevur vegleitt profetar og ápostlar soleiðis, at teir ikki gjørdu nakran feil, tá ið hann gav teimum íblástur til at skriva. Hesum viðvíkjand sigur R.C. Sproul: “Um Bíblian er Guds orð, so kann hon ikki taka feil, tí at Gud tekur ikki feil. Um Bíblian tekur feil, so kann hon ikki vera Guds orð. Gud kann ongantíð verða sameindur við feilir” (Sproul 2003, s. 187).

Gud er fullkomin. Móses sigur til dømis: “Hann er kletturin, fullkomin eru verk hans, tí at allir vegir hans eru rættlæti, trúfastur Gud uttan svik; rættvísur og rættlátur er hann” (5 Mós 32,4). Jóhannes ápostul sigur: “Gud er sannorðaður” (Jóh 3,33). Paulus sigur: “Gud skal vera sannorðaður, um so hvør ein maður er lygnari” (Róm 3,4). Vegna Guds eyðkenni kann hann tess vegna ongantíð knýtast at nøkrum, sum ikki er satt. Um vit siga, at Bíblian er Guds orð, tá inniber hetta harvið eisini, at Bíblian er sannorðað, tí at Gud er sannorðaður.

Men hvat meina vit so í grundini við, tá ið vit siga, at Bíblian er sannorðað, og at hon ikke tekur feil? Eg haldi, at hetta verður lýst nokkso væl í § 3 í reglugerðini hjá Dansk Bibel-Institut (DBI), har ið tað millum annað verður staðfest at: “Bíblian er, soleiðis sum hon upprunaliga varð givin, uttan feilir og mótsagnir í øllum sínum útsagnum, tá ið alt verður skilt soleiðis, sum Heilagur Andi og hinir bíbilsku rithøvundarnir hava ætlað tað” (egin umseting).

Avrit og avskrivingarfeilir

Men hvussu kunnu vit finna fram til hina upprunaligu meiningina, tá ið vit ikki hava hinar upprunaligu tekstirnar? Jú, Gud hevur hóast hetta syrgt fyri, at vit hava fingið fleiri avrit av upprunaskriftunum. Tað er ikki soleiðis, at Guds orð er horvið vegna avritingina. Tekstirnir eru sera væl varðveittir. Og avskrivingarlógin, sum var galdandi fyri hinar skriftlærdu jødarnar, sum tókust við hetta arbeiði, var eisini sera strong. Teir arbeiddu fyri at tryggja sær, at hinar 39 bøkurnar í Gamla testamenti vórðu varðveittar í reinum líki. Teir [1] umringaðu til dømis hebraiska tekstin við at skriva viðmerkingar bæði við síðuna av og niðanfyri. Á henda hátt varð skrivarin tryggjaður væl og virðiliga ímóti at gera avskrivingarfeilir. Fyri at tryggja sær ímóti avskrivingarfeilum, fekk hvør bók eisini eina sokallaða kolofon (endastykki), sum innihelt samanlagda talið av hjáljóðum, og hvar ið hin mittasti bókstavurin í bókini var staddur. Ymisk onnur støddfrøðilig amboð vórðu eisini brúkt av teimum, ið skrivaðu, til at endurskoða sítt arbeiði við (Kaiser 2001, s. 43).

LES EISINI  Bíbliulesiætlanin er komin

Tó kann man ikki nokta, at avskrivingarfeilir koma fyri. Men um vit so møta einum feili í okkara umseting, er tað ikki Gud, sum hevur gjørt hann, men menniskjan. Tað tekur á ongan hátt trúvirðið frá Gudi og hansara orði, um vit síggja ein feil í okkara umseting. Bíbliunnar trúvirði er nevniliga grundað á Guds orð, sum er feilfrítt.

Guddómligur myndugleiki

“Tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Gudi talaðu, drivnir av Heilagum Anda” (2 Pæt 1,21). Profetarnir vórðu drivnir av Heilagum Anda. Tað var Andin, ið segði við teir, hvat teir skuldu siga og skriva. Hetta gevur orðunum hjá profetunum guddómligan myndugleika. Teir søgdu tað, sum Gud segði. Á sama hátt hava orðini hjá ápostlunum guddómligan myndugleika. Í Lukas 5,1 lesa vit, at Jesus talar Guds orð: “Men tað bar á, meðan mannamúgvan tyrptist um hann og lýddi á Guds orð…” Jesus talar altso Guds orð. Og Jesus sigur síðani sjálvur við ápostlarnar: “Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg” (Luk 10,16). Ápostlarnir tala altso Jesu orð, sum er Guds orð.

Bíblian er Guds orð. Hon er gudandað (θεόπνευστος). Hetta er ein sannleiki, sum ferð eftir ferð verður staðfestur í Bíbliuni, bæði av Jesusi og hansara lærusveinum. Vitnisburðurin, sum Bíblian gevur um seg sjálva, er altso, at hon er Guds orð.

Kanon

Bíblian er eitt savn av fleiri bókum og skriftum, sum eisini verða kallaðar kanon. Hetta orðið merkir málistokkur. Í frumkirkjuni varð hetta orðið brúkt fyri at peika á, hvør hin sanna kristna trúgvin var. Seinni varð orðið kanon eisini brúkt um innihaldsyvirlitið yvir bøkurnar, sum vórðu taldar við í Halgubók.

Hví vórðu júst hesar 66 bøkurnar taldar við í Halgubók? Hvat var so serligt við teimum? Og hvat varð kravt av skriftunum, sum vórðu taldar við í Bíbliuna? Tað eru jú nógvar aðrar skriftir, ið ein kann nevna. Summi hava kanska hoyrt um evangeliið eftir Tummas, Judas og ikki at gloyma ápokryfurnar. Hvussu kunnu vit vita, at tað vóru tær røttu skriftirnar, sum komu við, tá ið Bíblian varð savnað?

Gamla testamenti

Grundin til at hava eina kanon er, at Gud hevur opinberað seg ígjøgnum summar skriftir, meðan aðrar skriftir ikki innihalda hansara opinbering. Kanon er altso ein savning av heilagum skriftum. Hesar skriftirnar eru einans við í kanon vegna sín guddómliga myndugleika. Og tá ið man her tosar um myndugleika, tá er tað við tí sama í huganum, sum eisini verður nevnt í Hebrearabrævinum 1,1: “Eftir at Gud í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin”. Gud hevur talað klárt og greitt til menniskju upp ígjøgnum tíðina. Hann talaði til dømis til Móses, og Móses bar síðani Guds orð víðari til fólkið, sum síðani boygdi seg fyri myndugleikanum í hesum orðunum. Eitt dømi um hetta kunnu vit finna í Aðru Mósebók 24,3-4: “Tá ið Móses kom aftur og kunngjørdi fólkinum øll orð Harrans og allar skipanirnar, svaraði alt fólkið við einari rødd og segði: “Øll boð Harrans vilja vit halda!” Tá skrivaði Móses orð Harrans niður…” Tað var bæði hin munnligi og skriftligi boðskapurin hjá profetunum, sum hevði guddómligan myndugleika fyri fólkið (Skrift & åbenbaring 1997, s. 151-152).

Bíblian hjá hinum fyrstu kristnu sá ikki út sum okkara Bíblia, tí at Nýggja testamenti av góðum orsøkum ikki enn var skrivað. Tess vegna høvdu tey einans Gamla testamenti, sum eisini var hin heilaga skriftin hjá jødunum. Í Gamla testamenti kundu hini fyrstu kristnu lesa um hin lovaða Messias, sum nú hevði opinberað seg fyri teimum við sínum lívi, deyða og uppreisn. Hvørjar bøkur jødarnir roknaðu við í síni Bíbliu, lá eftir øllum at døma fast á Jesu døgum (Redse 1999, s. 52).

Jesus góðtekur eisini sjálvur myndugleikan í Gamla testamenti við at sitera frá teimum ymisku bókunum í Gamla Testamenti, tá ið hann lýsir sín gerning. Hetta síggja vit til dømis klárt og greitt, tá ið Jesus hittir tveir menn, sum eru á veg til Emmaus: “Og hann segði við teir: “O, tykkara óvitugu menn og seinføru í hjarta til at trúgva øllum tí, sum profetarnir hava talað! Átti ikki Kristus at líða hetta og fara inn til dýrd sína?” Og hann byrjaði frá Mósesi og frá øllum profetunum og legði út fyri teimum í øllum skriftunum tað, sum skrivað var viðvíkjandi honum” (Luk 24,25-27). Hetta er eisini júst tað sama, sum hann ger, tá ið hann hittir lærusveinarnar eftir sína uppreisn: “Men hann segði við teir: “Hetta eru tey orð míni, sum eg talaði til tykkara, meðan eg enn var hjá tykkum, at alt tað eigur at ganga út, sum er skrivað í Móselóg og profetunum og Sálmunum um meg” (Luk 24,44).

LES EISINI  Talvudagur til frama fyri nýggja bíbliutýðing

Eina aðrastaðni sigur Jesus: “…til tess at alt hitt rættvísa blóð skal koma yvir tykkum, ið úthelt er á jørðini líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóðs Sakaria Barakiasonar, sum tit drópu millum tempuls og altars” (Matt 23,35). Her talar Jesus um pínslaváttarnar í Gamla testamenti. Vit lesa um Ábel í Fyrstu Mósebók, sum er hin fyrsta bókin í hebraisku kanon, og vit lesa um Sakaria Barakiasonar í Seinnu Krýnikubók, sum er hin síðsta bókin í hebraisku kanon. Her talar Jesus altso um allar pínslaváttarnar líka frá byrjanini og til endan av hebraisku kanon. Soleiðis síggja vit eisini, at Jesus góðtekur sjálvur hebraiska sundurbýtið í Gamla testamenti: Lógin, Profetarnir og Skriftirnar (Skrift & åbenbaring 1997, s. 158). Hann góðtekur hebraisku kanon líka frá Fyrstu Mósebók til Seinnu Krýnikubók. Hetta er júst tað sama sum at góðtaka okkara sundurbýti: Alt frá Fyrstu Mósebók til Málaki (Kaiser 2001, s. 38).

Tað er eisini sera áhugavert at síggja, hvussu Jesus endurgevur úr Gamla testamenti, tá ið hann verður freistaður av djevlinum í oyðimørkini (Matt 4,4.7.10). Heilar tríggjar ferðir svarar Jesus djevlinum aftur við at siga ‘skrivað stendur’, og hvørja ferð siterar hann frá Fimtu Mósebók. Hetta er nakað, sum bendir á, at Jesus um hetta mundi hevur sjálvur lisið Fimtu Mósebók. Tá ið Jesus sjálvur góðtekur og lesur Gamla testamenti, tá kunnu vit eisini við fullum frímóði seta okkum niður og lesa Gamla testamenti sum Guds orð til okkum.

Nýggja testamenti

Líkasum vit kunnu staðfesta guddómliga myndugleikan í Gamla Testamenti við tað, at Jesus sjálvur góðtekur tað, soleiðis hvílir guddómligi myndugleikin í Nýggja testamenti eisini í sjálvum Jesusi. Tá ið Jesus talaði um sína burturferð, gav hann ápostlunum eisini eitt lyfti um, at Gud skuldi senda teimum Heilagan Anda, sum skuldi vegleiða teir til allan sannleikan: “Men talsmaðurin, Heilagi Andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum” (Jóh 14,26). “Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan…” (Jóh 16,13). Sostatt er Nýggja testamenti altso eitt úrslit av Andans leiðslu.

Og í Hebrearabrævinum 1,1 lósu vit: “Eftir at Gud í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin”. Í Gamla testamenti talaði Gud gjøgnum profetarnar. Og sum hæddarpunktið av Guds opinbering talar hann so at enda til mannaættina gjøgnum sjálvan Jesus. Og tá ið Jesus síðani gevur ápostlunum lyfti um, at Andin skal læra og minna teir á alt tað, sum Jesus hevði sagt, tá vísir hetta okkum eisini, at Gud heldur fram við at tala gjøgnum Jesus við at brúka ápostlarnar sum sendiboð í Krists stað. Teir koma jú ikki við nøkrum nýggjum boðskapi. Tvørturímóti halda teir fram við at greina boðskapin, sum longu er givin við Jesu orðum og gerningum. Hetta er eisini orsøkin til, at Jesus kann siga um ápostlarnar: “Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg” (Luk 10,16). Soleiðis hava skriftirnar hjá ápostlunum eisini guddómligan myndugleika, við tað at hesin myndugleikin hvílir í sjálvum Jesusi. Og tað var eisini eitt krav, at skriftirnar, sum fingu pláss í Nýggja testamenti, skuldu hava júst henda myndugleikan (Skrift & åbenbaring 1997, s. 160-161).

Krøvini til kanon

Jesus varð krossfestur umleið ár 30, og trý av evangeliunum vórðu eftir øllum at døma skrivað síðst í 50´unum og fyrst í 60´unum. Hesi vóru evangeliini eftir Matteus, Markus og Lukas. Evangeliið eftir Jóhannes varð skrivað umleið ár 80 – 85 (Skrift & åbenbaring, s. 80). Hesi fingu tíðliga ápostólskan myndugleika saman við Ápostlasøguni og teimum flestu brøvunum eftir Paulusi. Tað var tó ivamál, um summi skrift (t.d. Hebrearabrævið, Jákups bræv, 2. Pæturs bræv, Judasar brævið og brøvini eftir Jóhannes). Í umleið ár 200 var tað breið semja um, hvørjar bøkur skuldu verða taldar við í Nýggja testamenti. Og á einum kirkjufundi í Hippo í ár 393 vórðu allar bøkurnar, sum vit hava í okkara Bíbliu, roknaðar við. Hetta sama var eisini galdandi, tá ið nýggjatestamentliga kanon varð viðgjørd fyri síðstu ferð á einum kirkjufundi í Kartago í ár 397. Her mugu vit minnast til, at tað ikki er kanon, sum gevur Skriftini myndugleika. Harafturímóti hevur Skriftin longu myndugleika í sær sjálvum. Hetta verður síðani játtað og góðtikið við kanon (Bruce 1981, s. 22).

Kirkjan setti nøkur føst krøv til tær ymisku skriftirnar, tá ið tað varð avgjørt, hvørjar bøkur skuldu við í kanon:

  1. Samsvar við hina ápostólsku læruna. Her legði man dent á myndugleikan, sum Jesus hevði givið ápostlunum til at bera hansara orð víðari. Skriftin skuldi altso vera ápostólsk. Um onkur tekstur til dømis gav seg út fyri at vera ápostólskan, men ikki samsvaraði við boðskapin hjá ápostlunum, varð hesin teksturin vrakaður.
  2. Søguligur nærleiki til Jesus-hendingina. Rithøvundurin skuldi vera eitt eygnavitni (t.d. Jóhannes) ella ein lærusveinur hjá einum eygnavitni (t.d. Lukas).
  3. Harumframt kannaði man eisini, um ymisku samkomurnar góðtóku skriftirnar sum ápostólskar. Um samkomurnar høvdu góðtikið onkur skrift, sum ikki samsvaraðu við læru ápostlanna, so varð hesin mátin sjálvandi ikki brúktur.
LES EISINI  Stuðlið Bíbliufelagnum í Ukraina

Hin lutherska læran peikar á, at kanon ikki er endaliga fastløgd einaferð med alla, men at kanon hinvegin er opin. Hetta sigur man fyri at leggja dent á, at bøkurnar, sum eru í Bíbliuni, ikki eru har, tí at kirkjan hevur koyrt tær har, men tí at tær í sínum egna trúvirði og myndugleika hava víst seg at vera vitnisburðir um Guds opinbering (Redse 1999, s. 52-53).

Gud er ljós

Í Sálmi 119,105 lesa vit: “Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.” Um vit nú at enda ímynda okkum, at vit eru á veg heim ígjøgnum ein myrkan skóg mitt á nátt. Um vit tá ikki hava nakað ljós á gøtuni, villast vit skjótt av leið. Uttan eitt ljós í hesum myrkrinum, detta vit skjótt um steinarnar og greinarnar á gøtuni. Uttan nakað ljós, síggja vit ikki, um vit ganga rætta leið. Um vit hinvegin hava eitt ljós hjá okkum, síggja vit, hvar okkara føtur stíga. Nú kunnu vit gleiva upp um steinarnar og greinarnar á gøtuni. Nú síggja vit, at gøtan, sum vit ganga á, er gøtan, ið førir okkum heim til húsa.

Á sama hátt er tað við okkara Bíbliu. Hon er eitt ljós í myrkrinum, sum vísir okkum vegin heim til himmals. Sambært Bíbliuni eru tað bert tveir vegir, sum menniskjan kann ganga á: glatanarvegurin ella hin ævigi vegurin (Sl 139,24). Bíblian vísir okkum, um vit eru á veg til glatan, og hon vísir okkum vegin, sum førir okkum heim til himmals. Gud er nevniliga ein frelsandi Gud, sum vil leiða øll menniskju heim til sína ævigu nærveru. Tí hevur hann eisini givið okkum eitt ljós, so at vit finna vegin heim.

Av tí at Bíblian er Guds orð, er tað heldur ikki so løgið, at Orðið verður lýst sum eitt ljós. Um vit fara allan vegin aftur til skapanina, kunnu vit lesa orðini: “Í fyrstuni skapaði Gud himmalin og jørðina. Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guds andi lá á vøtnunum. Og Gud segði: “Verði ljós!” Og tað varð ljós” (1 Mós 1,1-3). Hetta eru tey fyrstu orðini í okkara Bíbliu, og vit síggja her, at tað fyrsta, sum Gud ger, er at siga orðini: “Verði ljós!” Ljós fylgir altíð Gudi, tí at “Gud er ljós” (1 Jóh 1,5). Og av tí at Gud er ljós, og av tí at Orðið er gingið út frá honum, er hansara orð harvið eisini eitt guddómligt og frelsandi ljós, sum vísir øllum teimum, sum sita í myrkrinum, vegin heim til staðin, sum ikki tørvar sól ella mána: Himmalin, har ið Guds dýrd skínur í allar ævir (Opb 21,23).

Gud vælsigni okkum til at liva eitt lív við einari opnari Bíbliu. Amen.

 

Bókmentir

Bruce, F. F. 1981. The New Testament Documents – Are They Reliable? Illinois: InterVarsity Press.

Bunyan, John (2006): Pilgrimsvandringen, København, Credo Forlag.

Kaiser, Walter C. (2001): The Old Testament documents: are they reliable & relevant? England, InterVarsity Press.

Redse, Arne (1999): Mennesket i Guds verden, Bergen, Fagbokforlaget.

Schreiner, Thomas R. (2003): The New American Commentary: 1, 2 Peter, Jude. Nashville, Tennessee, Broadman & Holman Publishers.

Skrift & åbenbaring (1997): København, Credo Forlag.

Sproul, R. C. (2003): Defending Your Faith: An Introduction to Apologetics. Wheaton, Illinois, Crossway Books.

Stott, John R. W (1968): The Message of Galatians, The Bible speaks today. England, InterVarsity Press.

Stott, John R. W (1994): The Message of Romans, The Bible speaks today. England, InterVarsity Press.

Wisløff, Carl Fr. (1946): Jeg vet på hvem jeg tror! Bergen, A.s. Lunde & Co.s Forlag.

Wisløff, Carl Fr. (2004): Eg trúgvi. Nesvík, Heimamissiónsforlagið.

Life Application Study Bible, NIV (1991): Grand Rapids, Michigan, Zondervan.

 

[1] Her sipi eg serliga til masoretar, sum var ein bólkur av lærdum rabbinarum, ið vóru virknir frá uml. ár 500 – 1000 e.Kr., og sum eru kendir fyri at hava varðveitt ein hebraiskan tekst av Gamla testamenti, sum eisini verður kallaður hin masoretiski teksturin (Kaiser 2001, s. 42).

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina