Bíblian – Guds orð (II)

Hvat er Bíblian? Hvønn boðskap ber hon okkum? Kunnu vit líta á hana? Hvønn myndugleika hevur hon? Hvussu er hon vorðin til? Og hvussu eru tekstirnir varðveittir ígjøgnum tíðina? Hvørjir tekstir eru komnir við í Bíbliuna? Og hví eru júst hesir tekstirnir komnir við? Eru feilir í Bíbliuni? Hetta eru bert nakrir av teimum spurningunum. sum eg ætli mær at viðgera í trimum greinum. Her vil eg serliga leggja dent á Bíbliuna sum Guds ósvitaliga orð til okkara. Vónandi kann henda greinarøð eisini vera við til at eggja til sama bíbliuálit, sum vit møta í Sálmi 119,105: “Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.” Hetta er annar partur av trimum.

Hvørji skrift skal eg trúgva? Hvørjum átrúnaði skal eg verða partur av? Hvar kann eg finna ein sannan myndugleika til mítt lív, sum eg kann líta fult og fast á? Í Fyrra Korintbrævi 2,12-13 sigur Paulus: “Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men andan, sum er frá Gudi, fyri at vit skulu vita, hvat ið okkum er givið av Gudi, og tað tala vit um, ikki við orðum, sum eru lærd av menniskjuligum vísdómi, men við orðum, sum eru lærd av andanum, við tað at vit týða andlig evni við andligum orðum.”

Eg veit, hvat eg havi fingið frá Gudi, tí at hann hevur givið mær lut í Heilagum Anda. Soleiðis kann eg eisini, sannførdur í trúnni, siga, at Bíblian er Guds orð, og at hon hevur endaligan myndugleika í mínum lívi. Hetta verður tó ongantíð nakað, sum hin menniskjaligi vísdómurin kann ganga við til, tí at ein má jú fyrst hava Andan fyri at kunna ganga við til, at Bíblian veruliga er Guds orð. Um eitt menniskja skal kunna trúgva á Bíbliuna og góðtaka hana fyri tað, sum hon er, má hon altso fyrst og fremst eiga lut í Heilagum Anda. Ikki fyrr enn tá sær hon, at orðini hjá profetunum og ápostlunum hava guddómligan myndugleika. Lærdómurin kemur jú frá hinum sama Andanum, sum lesarin hevur fingið lut í. Tí sigur hin kristna kirkjan eisini: Vit trúgva, læra og játta, at hin einasta reglan og rættisnórurin, sum øll læra og allir lærarar skulu roynast og dømast eftir, eru hinar profetisku og ápostólsku skriftirnar í Gamla testamenti og Nýggja testamenti.

Luther sigur eisini: “Við Skriftini sum dómara skulu allir andar roynast í kirkjunnar ásjón. Millum kristin er tað nevniliga hetta, sum tørvur er á fram um alt annað: at tað stendur fast, at hinar heilagu skriftirnar eru eitt andligt ljós, sum er nógv bjartari enn sjálv sólin.” Bíblian hevur altso endaligan myndugleika í hinari kristnu kirkjuni. Alt skal roynast uppá Skriftina! (Skrift & åbenbaring 1997, s. 50-51)

Profeti

Tá ið talan er um Bíbliunnar myndugleika, kann eisini nevnast, at hon hevur ein samanhangandi innara boðskap, sum við hinum ymisku bíbilsku rithøvundunum breiðir seg yvir fleiri hundrað ár. Vit síggja at profeti, sum vórðu givin í Gamla testamenti, verða uppfylt fleiri ár seinni í Nýggja testamenti. Hetta átti í sær sjálvum at verið nóg mikið til at sannført ein og hvønn (Sproul 2003, s. 169).

Ein sannur profetur er millum annað ein persónur, sum hevur fingið gávuna til at siga, hvat ið fer at henda í framtíðini. Hin falski profeturin verður hinvegin avdúkaður, tá ið hansara profeti ikki verða uppfylt. Hinir bíbilsku profetarnir hava víst seg at vera sannir, tí at teirra profeti vórðu uppfylt.

Tá ið vit koma til tey profetiini í Gamla testamenti, sum beinleiðis sipa til Messias, kunnu vit til dømis nevna, at profetarnir kendu Jesu føðistað (Mik 5,2). Teir vistu, at ein undangongumaður skuldi koma at greiða hansara veg, tað er Jóhannes doyparin (Jes 40,3-5; Mál 3,1). Profetarnir kunngjørdu, at Jesus skuldi ríða sigursælur inn í Jerusalem (Zak 9,9-10; Sl 118,26-27). Teir søgdu eisini, at hann skuldi verða seldur fyri 30 siklar (Zak 11,12-13), at hann skuldi verða spottaður av sínum fíggindum (Sl 22,7-8), líða (Jes 53) og rísa upp úr grøvini (Sl 16,10). Hesi profeti vóru ítøkilig og nágreinilig. Um ein setti seg at granska tey, so átti hetta í sær sjálvum at verið meir enn nóg mikið til at sannført ein og hvønn um, at bíbilsku profetarnir veruliga talaðu Guds orð. At profetiini um Jesus gingu út, er millum tær mest sannførandi staðfestingarnar av trúvirðinum hjá profetunum (Kaiser 2001, s. 169).

LES EISINI  Nýggi Sáttmálin verður endurskoðaður, og øll kunnu gera viðmerkingar

Jesus og Pætur

Tað eru sera nógv fólk, sum ikki hava nakran trupulleika við at siga, at Bíblian er ein sermerkt og fantastisk bók, men sum tó ikki kunnu ganga við til, at henda bókin skal hava endaligan myndugleika yvir teirra lívi. Her er tað sum við Fárao og Nikodemusi: antin herða vit okkara hjørtu fyri Bíbliuni, ella lata vit okkara hjørtu upp fyri henni og játta, at læran er frá Gudi.

Um vit skulu finna eitt dømi um hetta í Bíbliuni, kunnu vit eitt nú lesa um fiskaveiðuna hjá Pæturi við Genesaretvatnið í Lukas 5,1-11. Her lesa vit um, hvussu Jesus  við Pætur, at hann skal seta gørnini út aftur, sjálvt um Pætur hevði roynt alla nátt og einki fingið. Hóast hetta sigur Pætur: “men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.” Sjálvt um Pætur ikki væntaði, at teir fóru at fáa nakað, leit hann tó á tað, sum Jesus segði. Úrslitið var, at teir fingu so nógv, at bátarnir næstan sukku. Tá Pætur sá alt hetta, fall hann niður á knø fyri Jesusi og segði: “Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!” Trúgvin rørdi og førdi Pætur. Hann hevði sjálvandi kunnað sagt við Jesus, tá ið hann bað hann seta gørnini út aftur, at tað vildi hann ikki gera, tí at nú hevði hann roynt alla nátt og einki fingið. Og um hann soleiðis ikki hevði sett gørnini út aftur eftir orðunum hjá Jesusi, hevði úrslitið av øllum hesum óivað verið heilt øðrvísi. Tá hevði Pætur nokk heldur ikki fallið niður á síni knø fyri Jesusi og heldur ikki fylgt honum. Men við at líta á Jesu orð fekk Pætur eisini at síggja, at hesin maðurin var hansara Harri, Guds sonur – ein, sum hann mátti tilbiðja.

Tað er kanska trupult at siga við vissu, at Pætur var 100% sannførdur um, hvør Jesus veruliga var henda dagin við Genesaretvatn, men ein lítil trúgv er eisini ein trúgv. Tá ið henda lítla trúgvin hjá Pæturi síðani førdi hann út aftur á Genesaretvatn, fekk tað fylgjur fyri restina av hansara lívi. Og at enda kundi hann eisini, grundfestur í trúnni, doyggja sum pínslaváttur vegna Jesu navn.

Frásøgnin um fiskaveiðuna hjá Pæturi vísir okkum eisini, hvussu Bíblian virkar í okkara egna lívi. Tað gongur so at siga fyri seg á sama hátt. Bíblian er Guds orð, og um vit líta á Bíbliuna og gera, sum hon sigur, koma vit við trúnni eisini til at síggja, at Jesus veruliga er sonur Guds. Soleiðis vil Bíblian altso sannføra okkum um, at hon er tað, sum hon sigur seg vera, tá ið vit líkasum Pætur líta á hana og siga: “men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.”

Bíblian virkar á sama hátt hjá okkum sum hjá Pæturi. Tá ið vit hoyra Guds orð, verða vit avdúkað, og vit mugu taka undir við Pæturi og siga: “Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!” Bíblian er bæði lóg og gleðiboðskapur. Í henni síggja vit, at vit eru syndarar, sum hava uppiborið glatan. Og í henni síggja vit eisini, hvønn vit skulu ákalla fyri at verða frelst.

LES EISINI  Stuðlið Bíbliufelagnum í Ukraina

Tað snýr seg altso um frelsu sálanna. Og tí er Bíblian nevniliga eisini hin mest viðkomandi bókin í øllum heiminum. Hon fortelur okkum sannleikan um okkum og um Gud. Hon er ein vegvísari til heimsins frelsara og til himmals. Hon er tað, sum hon sigur seg vera: Gudinnblásin, heilag, livandi, máttmikil og ment til at gera okkum vís til frelsu. Bíblian er Guds orð – ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.

Bíbliunnar innblástur

Í Seinna Timoteusarbrævi 3,14-17 sigur Paulus: “Men tú, verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um, við tað at tú veitst, av hvørjum tú hevur lært tað, og við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus. Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi, fyri at Guds-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk.”

Her lesa vit, at talan er um heilagar skriftir, sum er innblástar av sjálvum Gudi. Umsetingin av grikska orðinum θεόπνευστος, sum er blivið til gudinnblásin í okkara føroysku bíbliu, er betri umsett við orðinum gudandað. Orðið gudinnblásin er vorðið til vegna ávirkan frá tí latínsku umsetingini (Vulgata), har tað stendur: divinitus inspirata. Men um vit umseta θεόπνευστος beinleiðis til føroyskt, so er gudandað betri. Θεόπνευστος peikar á upprunan hjá Skriftini: Hon er gingin beinleiðis út av Guds munni (Skrift & åbenbaring 1997, s. 43-44). Hesin innblásturin kann í stuttum greinast soleiðis: at fáa samanhangandi orð frá Gudi, við einum ávísum andligum týdningi.

Bíblian gevur eisini sjálv tann vitnisburð, at hon er Guds orð. Hvussu ofta lesa vit ikki, at tað stendur: “So sigur Harrin” (Ámos 1,3) ella: “Orð Harrans kom til mín soljóðandi” (Ez 13,1). Vit lesa eisini, tá ið Ezekiel varð kallaður til profet, at Gud sigur: “Men tú skalt tala orð míni til teirra” (Ez 2,7). Og vit hava eisini lisið, at Paulus sigur, at Skriftin er gudandað (θεόπνευστος). Omaná hetta sigur Pætur, at tað, sum Paulus skrivar, eisini er heilag skrift: “…soleiðis sum eisini Paulus, okkara elskaði bróðir, eisini hevur skrivað til tykkara eftir tí vísdómi, sum honum er givin, líkasum hann eisini ger í øllum brævum sínum, tá ið hann í teimum talar um hesar lutir; í teimum er sumt torskilið, sum ókønir og støðuleysir brongla, soleiðis sum teir eisini gera við aðrar skriftir…” (2 Pæt 3,15-16). Pætur hevði altso lisið fleiri brøv hjá Paulusi. Og sambært Pæturi var talan ikki bara um brøv. Harafturímóti kallar hann brøvini hjá Paulusi skriftir (γραφὰς). Hetta orðið verður brúkt 50 ferðir í Nýggja testamenti, og í øllum førum sipar tað til Gamla testamenti. Sostatt kunnu vit í hesum føri eisini siga, at Pætur kallar tað, sum Paulus hevur skrivað, fyri heilaga skrift á støði við Gamla testamenti (Schreiner 2003, s. 398). Tað stutta av tí langa er altso, at Bíblian gevur okkum ferð eftir ferð og á ymiskan hátt tann vitnisburð, at hon er Guds orð.

Paulus sigur eisini: “Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr” (Róm 1,16). Og í Rómverjabrævinum 10,17 lesa vit: “So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists”. Skriftin hevur ein íbúgvandi mátt, sum kann frelsa okkum. Hetta kemst av, at Skriftin nevniliga er gudandað.

LES EISINI  Nú verður byrjað uppá Matteus

Rithøvundur Bíbliunnar

Sjálv sigur Bíblian: “Ein og hvør gudinnblásin skrift…” (2 Tim 3,16). Tá ið vit lesa ‘ein og hvør’ í okkara Bíbliu, tá stendur πᾶσα γραφὴ í griksku umsetingini. Hetta kann eisini umsetast til: øll skriftin. Paulus sipar altso til alla jødisku samlingina av heilagum skriftum. Hetta eru tær somu skriftirnar, sum vit hava í okkara Gamla testamenti. Talan er altso um alla Skriftina (Skrift & åbenbaring 1997, s. 43).

Profetarnir siga: “So sigur Harrin!” (Jer 23,31). Jesus sigur: “Tí at ikki eru tað tit, ið tala, men andi faðirs tykkara, ið talar í tykkum” (Matt 10,20). Og Gud sigur við Móses: “Eg skal vera við munni tínum og kenna tær, hvussu tú skalt tala!” (2 Mós 2,12). Hetta vísur okkum, hvør tað er, ið talar í Bíbliuni, nevniliga Gud. Tað er altso sjálvur Gud, sum er Bíbliunnar rithøvundur. Gud hevur avgjørt at opinbera seg fyri okkum gjøgnum skrift.

Men tá ið Bíblian er skrivað av menniskjum, og rithøvundurin er Gud, hvussu kann man so greiða frá hesum? Tú kanst ikki nokta, at Bíblian er ávirkað av menniskjum. Um tú til dømis lesur Matteus, Markus og Lukas, sært tú skjótt, hvussu ymiskt teir skriva um tey somu tingini. Hetta kemst av, at Gud ikki smæðist við at brúka menniskju, soleiðis sum tey eru. Hann brúkar eisini persónligheitina hjá til dømis ápostlunum. Hetta kemur sostatt eisini at seta sín dám á tað, sum skrivað verður.

Ápostlunum og profetunum gevur Gud síðani ein boðskap at bera víðari og at festa á pappír. Vit lesa til dømis í Hebrearabrævinum 1,1: “Eftir at Gud í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar…” Hesir profetarnir virkaðu sum Guds amboð við Heilaga Andans kraft. Gud íblásti teir og gav teimum ein boðskap til at bera víðari til fólkið. Hetta varð gjørt á mangan hátt. Í flestu førum veit man ikki, hvussu teir fingu sín boðskap, men vit hava tó nøkur dømi:

  1. Hann kom til teir persónliga, og talaði við teir.
  2. Hann talaði við teir, uttan at koma til teir á sjónligan hátt.
  3. Hann vísti seg fyri teimum í dreymum.
  4. Hann vísti seg fyri teimum í sjón, meðan teir vóru vaknir.
  5. Hann vísti seg fyri teimum í sjón, við burturrykkjan.
  6. Hann læt vera við at sýna seg fyri teimum ella at tala við teir, men vegleiddi teir í teirra arbeiði, soleiðis at tað, sum teir skrivaðu, tó var Guds orð (Skrift & åbenbaring 1997, s. 28).

 

Bókmentir

Bruce, F. F. 1981. The New Testament Documents – Are They Reliable? Illinois: InterVarsity Press.

Bunyan, John (2006): Pilgrimsvandringen, København, Credo Forlag.

Kaiser, Walter C. (2001): The Old Testament documents: are they reliable & relevant? England, InterVarsity Press.

Redse, Arne (1999): Mennesket i Guds verden, Bergen, Fagbokforlaget.

Schreiner, Thomas R. (2003): The New American Commentary: 1, 2 Peter, Jude. Nashville, Tennessee, Broadman & Holman Publishers.

Skrift & åbenbaring (1997): København, Credo Forlag.

Sproul, R. C. (2003): Defending Your Faith: An Introduction to Apologetics. Wheaton, Illinois, Crossway Books.

Stott, John R. W (1968): The Message of Galatians, The Bible speaks today. England, InterVarsity Press.

Stott, John R. W (1994): The Message of Romans, The Bible speaks today. England, InterVarsity Press.

Wisløff, Carl Fr. (1946): Jeg vet på hvem jeg tror! Bergen, A.s. Lunde & Co.s Forlag.

Wisløff, Carl Fr. (2004): Eg trúgvi. Nesvík, Heimamissiónsforlagið.

Life Application Study Bible, NIV (1991): Grand Rapids, Michigan, Zondervan.

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 3/2015

Triði og seinasti partur verður at lesa næsta hósdag.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina