Bubu verður við til Simbahittið sunnudagin
Eitt av størstu tiltøkunum á Stórmøtunum er Simbahittið sunnudagin klokkan 15, og í ár vitjar klovnurin Bubu millum annað.
Stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verða um vikuskiftið í høllini á Hálsi í Havn, og eitt av hæddarpunktunum og mest vitjaðu tiltøkunum plagar at vera stóra Simbahittið fyri alla familjuna. Tað verður sunnudagin 27. oktober klokkan 15, og nógv forvitnisligt er á skránni aftur í ár.
Umframt felagssang fáa vit brúsandi sang frá stóra Sangfagnaðarkórinum, ið hevði tvær rimmar konsertir í Leguhúsinum í Nesvík seinasta sunnudag. Talan er í grundini um trý kór, eitt við børnum í 2.-4. flokki, eitt við børnum í 5.-7. flokki og so eitt felagskór.
Ann Mari E. Kjølbro hevur eitt orð útfrá heitinum fyri stórmøtini “Steðga á”. Og at enda steðgar klovnurin Bubu á, og hann gleðir seg sjálvandi til at síggja nógv børn í høllini.
Tað verður høvi at lata Simba eina gávu. Simba er arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini fyri børn og juniorar.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Eftir Simbahittið verða øll so boðin til eitt stórt nátturðaborð í høllini, meðan kringvarpsmanningin ger klárt til at taka síðsta stórmøtið í ár upp. Tað byrjar klokkan 18, og tá eru øll sjálvandi eisini hjartaliga vælkomin! Alfred Petersen talar um evnið “Mín frið gevi eg tykkum”, og gospelkórið Vox, sum er í sera góðari venjing, syngur. Fyri børn í skúlaaldri verður filmssýning, og fyri børn undir skúlaaldur er tilboð um barnaansing í kaféini. Allir aldursbólkar byrja tó møtið saman í høllini.