Ein av bygdamonnunum loyvdi sær at tala Guðs orð.

Missiónsarbeiðið í Oyndarfirði liggur eitt sindur stilt í løtuni, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Í ár eru tað 100 ár síðani Jákup Eidesgaard helt sítt fyrsta møti á skúlanum í Oyndarfirði. Í tí sambandinum hava vit verið í skjalasavninum og funnið eina samrøðu, sum Haraldur Anthoniussen gjørdi við Jákup Eidesgaard 30 ár seinni.

Tað var also í Trúboðanum í 1951:

Minningardagur í Oyndarfirði.

Tann 24. mars i ár eru 30 ár umliðin síðan Jákup Eidesgaard helt sítt fyrsta kristiliga møti i Oyndarfjarða skúla. Áhoyrarar trutu ikki bæði innan og uttan dura; heilt kvirt var ei, minni enn so, tí hetta var nýtt á staðnum, at ein av bygdamonnunum loyvdi sær at tala Guds orð, enntá ein av teim, ið sjálvur hevði gingið fullur so seint sum føstuinngangin undan hesum somu páskum, sum møtini byrjaðu.

Nakað væl er umskipað ígjøgnum hesi mongu ár; mótstøðan, ið var í fyrstini, er linkað, men at hetta prógvar munandi framstig fyri Guds ríki, tað er ein spurningur, sum eigur aftursvar til góðar.

Jákup er komin inn á gólvið hjá mær; hann er í góðum lag. Vit sita og tosa um hetta fyrsta møtið og um ymsar hendingar síðan tá. „Hví fór tú at halda møtir?” ,,Tað var tí, og kendi meg kallaðan til tess.“ „Var tað stutt aftaná at tú hevði upplivað umvending tína?“ „Eg kom til trúgv ein góðan mánaða frammanundan.“ „Tú veit og hevði bíbil og sálmabók við tær à møti?” „Ja, eisini tað, men har umframt hevði eg eina lestrabók av Vilhelm Bech við mær og las ein lestur um Guds dýrd.“ ,,Segði tú sjálvur nakað?“ „Tað var ikki nógv, men eg royndi at vitna um frelsuna og segði við tey, ið hoyrdu meg, um at umvenda seg.“ „Var nógv fólk tað fyrsta kvøldið?“ ,,Har var so mikið sum skúlin rúmaði, og fólk stóðu eisini uttan fyri og lurtaðu.”

Vóru ikki ymsir trupulleikar í fyrstuni?“ „Mótstøðan var nógv, men ikki gekk so long tíð fyrrenn nøkur komu við.“ „Minnist tú nær fyrsta missiónsvika var hildin á staðnum?“ „Á jú, tað var í januar 1924.“ „Komu avbygdafylk til hesa fyrstu missiónsviku?“ „Um 20 í tali, tey komu úr ymsum bygdum, og tey hjálptu við at vitna; so høvdu vit biðimøtir og bíbiltímar um dagin. Nøkur av bygdafólkunum lótu seg umvenda, tað var ein stór gleði.“

Hava møtir verið alla tíðina síðan?” „Jú, vit hava roynt tað, men trupulleikar hava verið; teir er ikki neyðugt at koma inn á nú.“ „Tú hevur ivaleyst okkurt ynski fyri komandi tíðum?“ „Ja, eg vil ynskja og biða um, at tey, ið nú javnan koma saman í okkara góða missiónshúsi, mega halda á í trúnni, tí hann, ið heldur á, skal sigra.“
Harald Anthoniussen.