EXPO: Arbeiðsgreinar hjá Heimamissiónini og aðrir felagsskapir greiða frá arbeiði sínum

Eftir stórmøtið í høllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið – um níggju-tíðina – verður sokallað Expo í høllini. Tað eru arbeiðsgreinar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini og aðrir felagsskapir, sum seta smáar básar upp og greiða teimum, sum steðga á, frá arbeiði sínum.

Ein partur av høllini á Hálsi verður riggaður til til endamálið, so at fólk kunnu ganga framvið básunum og fáa eitt prát. Hetta er í steðginum millum stórmøtið og ungdómsløtuna, har fólk eisini kunnu fáa sær ein drekkamunn í hondina.

Arbeiðsgreinar hjá Heimamissiónini, sum vísa fram, eru millum annað Føroyska sjómansmissiónin, SIMBA (arbeiðið fyri børn og juniorar), Eindin (familjuarbeiðið), Trúboðin, Heimamissiónsungdómur, bíbliulesiætlanin Kumpas, umframt at trúboðararnir greiða frá fjølbroytta virksemi sínum.

Partur av bókaborðinum á stórmøtunum 2016 á Giljanesi

Eisini verður stórt bókaborð, har høvi verður at keypa sær eina ella fleiri spennandi og viðkomandi bøkur.

Harumframt luttaka lærusveinaskúlin Podas, Sat-7 Kids, Føroyska Bíbliufelagið, Blái Krossur Føroya, Global Leadership Summit, Mission Afrika, Tæn Afrika, Føroya Pro-Vita, Kristiligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi, Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag, Operation Mobilisation, Hin føroyska Ísraelsmissiónin og felagsskapurin Mirjam.

Frá stórmøtunum í 2016

LES EISINI  Stórmøtini 2019: Nógv á skránni fyri børn og juniorar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina