Expo í høllini í kvøld – klárt at seta upp klokkan 13

Efir fyrra stórmøtið í høllini á Hálsi í Havn í kvøldið – um níggju-tíðina – verður sokallað Expo í høllini. Tað eru arbeiðsgreinar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini og aðrir felagsskapir, sum seta smáar básar upp og greiða teimum, sum steðga á, frá arbeiði sínum.

Ein lítil partur av høllini á Hálsi verður riggaður til til endamálið, so at fólk kunnu ganga framvið básunum og fáa eitt prát. Hetta er í steðginum millum stórmøtið og ungdómsløtuna, har fólk eisini kunnu fáa sær ein drekkamunn í hondina.

Fyrireikararnir siga, at klokkan 13 verður klárt hjá fyrireikarunum at seta básarnar upp!