”Flogfelag”, ið fevnir um allan heim, vitjar Føroyar

Í døgunum 23.-27. januar vitja tveir leiðarar frá donsku deildini av altjóða missións- og neyðhjálparfelagsskapinum MAF (Mission Aviation Fellowship) í Føroyum. Endamálið er at hitta føroyingar og bjóða til samstarv.

Gestirnir eru Peter Hedelund, aðalskrivari, og Helmer Olsen, kunningarflogskipari. Við frásøgnum og filmi ætla teir at geva fólki innlit í ein heim við flogførum og flogskiparum, sum “flúgva vón til fólk og fólk hagar, sum vón er”, verður sagt í tíðindaskrivi.

Fyri aðalskrivaran er tað púra natúrligt at leggja leiðina til Føroyar.

– Fleiri føroyingar fylgja longu við MAF, og eg rokni heilt sikkurt við, at vit bæði fara at møta teimum, sum longu kenna okkum, og aðrar føroyingar, sigur Peter Hedelund.

Frá krígsflogskiparum til missiónsflogskiparar

Felagsskapurin Mission Aviation Fellowship fór undir sítt virksemi í kjalarvørrinum frá seinna heimsbardaga.

Tað vóru nakrir kristnir Royal Air Force-flogskiparar, sum stóðu og hugt hvør at øðrum og teimum oyðileggingum, sum flogførini høvdu elvt til seinastu árini. Saman kannaðu teir møguleikan at brúka royndir sínar í tænastu fyri friðin. Hugsa tær, um flogførini ikki einans oyðiløgdu, men kundu koma við grøðing og heilsubót til støð, har eingin annar kundi náa?

LES EISINI  - Vit eru har, sum vit skulu vera

Teir ensku flogskipararnir tveittu seg út í eina verkætlan, sum teir nevndu Mission Aviation Fellowship (MAF). Ein verkætlan sum nú 75 ár seinni er til staðar um allan heimin.

Við flogfari røkkur hjálp út til heimsins mest avbyrgdu øki

MAF hevur nógv um at vera um allan heim

Fjórða hvønn minutt lendir ella fer eitt av teimum 131 flogførunum hjá MAF á flog onkustaðni í heiminum. Flogførini hava støð í 26 londum, og meira enn 2.000 hjálparfelagsskapir, staðbundnar kirkjur, sjúkrahús og missiónsfeløg brúka flogflutningin fyri at røkka fólkum, sum búgva í avbyrgdum samfeløgum.

Tað er peningur frá innsavningum, grunnum og privatum gevarum, sum halda teimum mongu flogferðunum í gongd, og starvsfólkini koma úr øllum heiminum. Eisini her hevur danski aðalskrivarin stórar vónir til føroyingar.

– Tað er siðvenja, at Føroyar gera mun í heiminum við at senda fíggjarligan stuðul og fólk avstað. Tað ynskið, upplivi eg, er framvegis, og tí tori eg at droyma um, at føroyingar gerast meira virknir og betri umboðaðir í MAF, tí í Føroyum er bæði stórt menniskjaligt og fíggjarligt tilfeingi, greiðir Peter Hedelund frá.

LES EISINI  Elisabeth av Skála til Liberia í heyst at vera trúboðari

Dreymurin er, at fleiri føroyingar verða settir í starv og sendir út í lond, har MAF er virkið, í næstu framtíð.

MAF vitjar hesi støð

Fyribils eru hesi tiltøk á skránni, har gestirnir frá MAF vitja:

Hósdagin 23/1: SDG-Ung (Soli Deo Gloria) í Klaksvík klokkan 20 
Fríggjadagin 24/1: Vitja Lindina klokkan 9.
Fríggjadagin 24/1: Lívdin í Hoyvík klokkan 19.
Leygardagin 25/1: Keldan-Awake í Skálafirði klokkan 20
Sunnudagin 26/1: Oasan í Hoyvík klokkan 11.
Sunnudagin 26/1: Soli Deo Gloria í Klaksvík klokkan 18.
Sunnudagin 26/1: Emmaus í Klaksvík klokkan 18.

Fakta um MAF

  • MAF stendur fyri Mission Aviation Fellowship
  • Ein altjóða tvørkirkjuligur missiónsfelagsskapur við deildum um allan heim
  • Kristnir flogskiparar hjá Royal Air Force í Englandi fóru undir virksemið í 1945
  • Hevur 131 flogfør í 26 verkætlanarlondum
  • Um heimin hevur MAF 1.200 starvsfólk, harav meira enn helvtin eru staðbundin starvsfólk og umleið 200 eru virknir flogskiparar
  • MAF vitjar Føroyar 23.-27. januar 2020
  • Til ber at lesa meira um MAF á www.maf.dk
LES EISINI  Blákrossbúðin í Havn letur upp í nýggjum og størri hølum í Niels Finsensgøtu

Niðanfyri er filmsbrot frá eini læknavitjan á Madagaskar:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina