Mission Afrika steðgar peningaflutningi til Miðafrikalýðveldið

Danski missiónsfelagsskapurin Mission Afrika (fyrr Sudanmissionen), sum fleiri føroyingar hava verið trúboðarar hjá, boðaði mikudagin frá, at hann fyribils gevst við at flyta pening til Miðafrikalýðveldið, av tí at starvsfólk í luthersku kirkjuni í landinum hava umsitið pening frá millum annað Mission Afrika illa.

14. september helt Mission Afrika ársmøti, og luttakararnir løgdu merki til, at skráin var broytt. Forsetin í evangelisk-luthersku kirkjuni í Miðafrikalýðveldinum (EELRCA) Samuel Ndanga-Toue skuldi vitja ársmøtið, men avlýsti sjálvur vitjanina, av tí at Mission Afrika fyribils hevur steðgað øllum peningaflutningi til luthersku kirkjuna í landinum.

Vánalig umsiting av peningi

– Í fleiri ár hava vit í Mission Afrika og hinir báðir altjóða samstarvsfelagsskapirnir hjá luthersku kirkjuni í Miðafrikalýðveldinum, sum eru Evangelical Lutheran Church in America (ELCA) og Evangelisch-lutherisches Missionswerk (ELM) í Týsklandi, samskift sera nógv um trupulleikar við at skjalprógva peningastreym í Miðafrikalýðveldinum. Eftir avtalu við miðafrikansku kirkjuna vitjaði ein óheftur búskaparráðgevi tí kirkjunnar fyrisiting í 45 dagar í ár fyri at fáa greiðu á peningastreyminum til kirkjuna og frá kirkjuni, greiðir Thore Eklund hjá Mission Afrika frá. Hann starvast sum samskipari millum samstarvsfelagar hjá Mission Afrika, og hevði herfyri fund við leiðslurnar hjá miðafrikansku kirkjuna og teimum báðum samstarvskirkjunum í USA og Týsklandi.

– Í endaligu frágreiðingini, sum varð send okkum í juni mánaði, kom búskaparráðgevin tíverri til ta niðurstøðu, at kirkjan ikki kundi skjalprógva, hvussu ein stór peningaupphædd var brúkt.

Eftir spent orðaskifti við kirkjuna hava teir tríggir samstarvsfelagsskapirnir í felag gjørt av fyribils at steðga øllum peningaflutningi til Miðafrikalýðveldið. Tað eru vit øll somul sjálvandi sera hørm um, sigur Thore Eklund.

LES EISINI  Nú kanst tú stuðla ymsum verkætlanum beinleiðis á Trúboðanum

Halda fram at fylgja kirkjuni

Í stýrinum hjá Mission Afrika situr Anna Grethe Møller, sjúkrarøktarfrøðingur, sum saman við manninum var tann síðsti danski trúboðarin frá Mission Afrika í miðafrikansku kirkjuni. Hon leggur dent á, at Mission Afrika framvegis er í samstarvi við kirkjuna har.

– Vit hava ein samstarvsfelaga, sum vit fylgja. Tað er ikki broytt. Men tað merkir ikki, at vit lata eyguni aftur. Vit skulu siga frá, tá okkurt hendir, sum ikki er í lagi. Eisini um vit fáa ilt langt niður í búkin, sigur Anna Grethe Møller og leggur afturat:

– Eg havi arbeitt saman við fleiri av hesum fólkunum og líti á tey.

Tað er sera, sera torført at síggja, at nøkur av teimum hava umsitið pening illa, og nú biðja vit inniliga kirkjuna um at taka ábyrgd.

Hjálp at byggja upp førleikar

Í fjør orðaði Mission Afrika ein “politikk um at umsita væl og arbeiða ímóti korruptión”. Hetta skjalið er viðgjørt saman við øllum samstarvsfelagsskapum hjá Mission Afrika, og har verður nágreinað, at góð fyrisiting krevur opinleika, gjøgnumskygni og at vera ærlig. Samstundis leggur Mission Afrika í skjalinum dent á, at tey vilja vera við til at uppbyggja førleikar hjá samstarvsfelagum, so at korruptión verður fyribyrgd.

LES EISINI  Familjan Finnsson leingir tænastutíðina í Tansania

Evangelisk-lutherska kirkjan í Miðafrikalýðveldinum hevur meira enn 100.000 limir, sum eru skipaðir í umleið 350 meinigheitir. Mission Afrika hevur í meira enn 25 ár stuðlað kirkjunnar heilsumiðstøð í Bohong, umframt seks heilsupostum í bygdunum nærhendis. Danir hava eisini stuðlað fýra skúlum, har tilsamans 760 børn ganga.

Hart rakt av kríggi

Miðafrikalýðveldið hevur verið og er enn hart rakt av kríggjum og ófriði, og tørvurin á hjálp í landinum er ómetaliga stórur. Úti á landinum mangla heilsutænastur, og summastaðni hava børn ikki havt møguleika fyri at ganga í skúla, síðani landið gjørdi sjálvstøðugt í 1960.

– Júst tí vóna vit inniliga, at kirkjan tekur ábyrgd í hesum máli, so at vit aftur kunnu finna útav, hvussu vit samstarva í frameftir, sigur Anna Grethe Møller og eggjar samstundis stuðlunum í Danmark til at biðja fyri støðuni og fyri kirkjuni í Miðafrikalýðveldinum.

Tað búgva 5,6 milliónir fólk í Miðafrikalýðveldinum, býtt upp í fleiri ættarbólkar. Ein fjórðingur av fólkinum eru protestantar, ein fjórðingur katolikkar og 15% muslimar. Heili 35% av fólkinum játta seg til siðbundna fólkatrúgv. Fólkið er sera ungt. 60% eru yngri enn 24 ára gomul. Einans 36,8% duga at lesa og skriva, av teimum eru dupult so nógvir menn sum kvinnur.

LES EISINI  Forfylgd vegna trúgv sína

 

Kelda: Mission Afrika

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina